mánadagur 27. februar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Vegna HM- og EM-undan
kappingarnar,
sum
U21-
landsliðið og A-landsliðið
høvdu í januar, hevur sera
drúgvur steðgur verið í
FTZ-deildini. Harafturat er
steypakappingin blivin av
greidd seinastu vikurnar, og
tískil skulu vit heilt aftur
til 17. desember í fjør fyri at
finna teir seinastu dystirnar
í deildini áðrenn teir, ið blivu
spældir í gjár, tá ið fyrstu
landskappingardystirnir hjá
monnum í 2017 vórðu spæld
ir.
Seinastu tvey árini hava
tað verið H71 og VÍF, ið hava
vunnið seg í FM-finalurnar
hjá monnum. Soleiðis verður
tað eisini í ár, um núverandi
stigatalvan heldur sær, men
við sigri í Hoyvík vístu koll
firðingar, at teir eisini skulu
takast í álvara.
Hans Eli og Emil
gingu á odda
Fyri einari viku síðani bleiv
oddaliðið í FTZ-deildini, H71,
steypavinnari annað kapp
ingarárið á rað. Undan lands
kappingardystinum
ímóti
KÍF í dag høvdu hoyvíkingar
eisini vunnið seinastu seks
dystirnar í FTZ-deildini, men
hendan sigursrøðin endaði í
á heimavøllinum í Hoyvíks
høllini í gjár.
Tað var ein javnur dystur
allan vegin ígjøgnum. Tá
ið fyrri hálvleikur var hálv
runnin var javnleikur 5-5,
men løtu seinni gjørdu hoy
víkingar eitt hál og løgdu seg
á odda 10-7. KÍF reisti seg tó
aftur og kom á javnt 11-11.
Kortini fór H71 til hálvleiks á
odda 13-12.
Í seinna hálvleiki settu
kollfirðingar veruligan trumf
á. Eitt korter inni í seinna
hálvleiki var støðan 19-15 til
KÍF, og eftir hetta kom H71
ongantíð fyri seg aftur. Hoy
víkingar nærkaðust tó og
fingu minkað munin niður
til 21-20, men at enda var KÍF
stinnari og vann 25-23.
Hjá KÍF sat vanligi danski
málverjin, Marcus Mølbjerg,
uttanfyri. Men tað bilti onki,
tí í hansara stað kom Emil
Dam, sum stóð ein brand
dyst. Serliga fyrsta korterið í
seinna hálvleiki, har tað bert
eydnaðist hoyvíkingunum at
skora tvey mál.
Við málskjótingini gekk
føroyski
landsliðsleikarin,
Hans Eli Sigurbjørnsson, á
odda. Hann bleiv toppskjútti
í dystinum og skoraði heili
10 mál.
Hetta úrslitið merkir, at
KÍF nú er ájavnt VÍF í stigum
á seinna finaluplássinum.
H71 er framvegis lutfalsliga
greitt oddalið, men hoy
víkingar skulu nú eiheldur
kenna seg heilt tryggar, tí
hini liðini anda teir í nakkan.
Team Klaksvík
beit frá sær
Í Klaksvík var dystur ímillum
botnproppin í deildini, Team
Klaksvík, og Neistan, ið er
á fimta plássi. Her vóru
neistamenn ávegis tí vænt
aða sigrinum í fyrra hálvleiki,
tá ið teir fóru til hálvleiks á
odda 16-11. Í seinna hálvleiki
beit heimaliðið tó veruliga
frá sær og skapti háspenning
í dystinum. Munurin var
lítil og ongin, men eftir 60
minuttir hevði Neistin skor
að eitt mál meira enn Team
Klaksvík og vann 29-28.
Neistin er á fimta plássi
við 16 stigum, og helst er ov
veruleikafjart hjá neista
monnum at gera sær vónir
um at røkka finaluplássi.
Fimm stig eru upp heilaga
landið, og eisini skulu heili
trý lið yvirhálast, um hesin
dreymurin skal gerast veru
leiki.
VB mundi mist sigurin
Í KÍ-høllini í Klaksvík tók
Stjørnan ímóti VB. VB kom
illa frá byrjan og misti seinni
eina sjeymálsleiðslu, men
kortini vunnu vágbingar 28-
25 at enda.
Heimaliðið kom betur frá
byrjan og legði seg á odda 5-2.
Eftir hetta setti VB tó dags
skránna í fyrra hálvleiki. Eft
ir eina løtu, har liðini fylgd
ust á máltalvuni, kom VB á
odda 12-9 og fór til hálvleiks
á odda 15-11.
Í seinna hálvleiki líktist
tað einum greiðum útisigri,
tá ið vágbingar komu fram
um 20-13. Men so vaknaðu
klaksvíkingarnir
veruliga.
Næstu løtuna átti Stjørnan
alla sum hon var og kom á
odda 23-22. At enda dróð VB
tó longra stráðið og vann
dystin 28-25.
Við
úrsltinum
styrkti
VB um sína støðu á bronsu
plássinum í deildini, men tó
er óhugsandi, at vágbingar
kunnu røkka nøkrum finalu
plássi. Stjørnan verður ver
andi við seks stigum og á
næstaftasta plássi í deildini.
HONDBÓLTUR
Við sigri ímóti H71 hevur KÍF av álvara meldað seg inn í finalustríðið í FTZ-deildini
SPENNINGUR KOMIN
Í FINALUSTRÍÐIÐ
H71-KÍF 23-25 (13-12)
H71: Peter Krogh 6, Jónas Gunnarsson Djurhuus 5,
Helgi Hildarson Hoydal 4, Hilmar Leon Jakobsen 3,
Hjalti Bachmann 2, Sigmundur Dahl 1 og Ári Dam 1.
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Rúni Joensen 6,
Andrias Nielsen 5, Ási Dam 2, Frederik Sørensen 1 og
Fríði Weyhe 1.
Team Klaksvík-Neistin 28-29 (11-16)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Finnur
Hansson 7, Birgir Poulsen 5, Andrias Ellingsgaard 3,
Vilhelm Vilhelmsen 2 og Hans Arni B. Thomsen 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 7, Andras Joensen 5, Torkil
Hentze 5, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 3,
Torstein Balle 2, Terji Mørk 1 og Pætur Mikkjalsson 1.
Stjørnan-VB 25-28 (11-15)
Stjørnan: Tóra Eliasen 10, Sonja Lava Sirdal 6, Jansy
Jacobsen 5, Judith Dam Jacobsen 2, Jórun B. Nielsen 1
og Ella Petersen 1.
VB: Bára Krosslá Mortensen 6, Danijela Mistric 6, Gurið
Krosslá Augustinussen 5, Barbara K. Hjelm 5, Helga
Kjærbo 3 og Rannvá Johannessen 3.
Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði heili 10 av málunum hjá KÍF