Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terji Nielsen Meðan mansfinalan og kvinnu­fin­al­an vóru á skránni leyg­ar­dag­in, so vóru tær flestu av ung­dóms­fin­ al­un­um í flogbólti leiktar sunnu­dag­in. Heili átta steypa­fin­al­ur í yngru deild­ un­um vóru leiktur um viku­ skift­ið, og her gjørdust SÍ og Fleyr stóru vinnararnir. Sær gott út hjá Fleyr Leygardagin tryggjaði mans­ lið­ið hjá Fleyr sær fyrsta steypa­sig­ur­in í søgu felags­ ins, og hyggja vit eftir úr­slit­ un­um í finalunum í yngru deild­un­um, so er nógv, sum bendir á, at tað sær ómeta­ liga gott út hjá Fleyr við til­ gongd av ungum og evna­ rík­um leikarum til besta mans­lið­ið. Tí Fleyr gjørdi ikki mætari enn at vinna bæði mansunglingafinaluna og fin­aluna í dreingjum 16 ár. Fleiri av teimum, sum vunnu finaluna í mans­ungl­ ing­unum við Fleyr, vóru eisini við á besta mans­ lið­num, sum vann gull leygardagin, og sum høvdu avgerandi leiklut á besta mansliðnum eisini. Nevn­ ast kunnu Jóhan Arni Wang, Niels Niclasen og Uni Jac­ob­ sen. Fleiri av hesum leik­ar­un­ um eru hóast sín unga aldur eis­ini við í bruttohópinum hjá føroyska A-landsliðnum til oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar. SÍ eigur yngstu deildirnar Í yngstu deildunum gjørdist SÍ úr Sørvági stóri vinnarin. Sørvingar vunnu nevnliga gull í bæði Gent­um og Dreingjum 12 og Gent­um og Dreingjum 14. Har­um­ framt var SÍ í finaluni í bæði Dreingjum 16 og í mans­ungl­ ing­un­um, har teir tó í báðum før­um noyddust at lúta fyri Fleyr. Einasta ungdómsfinalan, har vinnarin ikki var ann­ að­hvørt Fleyr ella SÍ, var kvinnu­unglingafinalan. Har gjørd­ist Mjølnir nevnliga vinnari við einum 2-0 sigri á ÍF. FLOGBÓLTUR D16: FLEYR D14: SÍ MANSUNGLINGAR: FLEYR SÍ OG FLEYR GJØRDUST STÓRU VINNARARNIR Aftast frá vinstru: Kristian Mikkelsen venjari, Klæmint Isaksen hjálparvenjari, Uni Jacobsen, Jóhan Arni Elisson Wang, Jónfinnur J. Hansen. Mittast frá vinstru: Jan Hentze hjálparvenjari, Sjúrður Niclasen, Tórður Gunnarsson Højsted, Gilli Samuelsen. Fremst frá vinstru: Dávið Hentze, Ingi Arge, Niels Niclasen, Bjarni Petersen, Hákun Heinason Aftast frá vinstru: Jan Hentze venjari, Gilli Samuelsen, Dávið Hentze, Jónfinnur J. Hansen, Niklas Samuelsen. Fremst frá vinstru: Ingi Arge, Mattias Nolsøe Isaksen, Tórður Gunnarsson Højsted, Hákun Heinason Standandi frá vinstru: Ari í Haraldstovu Petersen, Jón weihe Simonsen, Hjørtur Joensen, Ragnar Weihe. So er tað eg, Rajko Petrovic, Tóki Joensen, Julian Vest Niclasen, Jógvan Kári Birgirson Lauritsen, Oddur í Haraldstovu Petersen. Sitandi frá vinstru: Róar Anderson, Bjarni Joensen, Borgar Lauritsen, Steintór Birgirson Lauritsen, Bárður Heðinson