Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Ongantíð áður hevur tað eydnast monnunum hjá Fleyr at vinna steypa­kapp­ ingina hjá monnum. Í fjør vann kvinnulið felagsins fyrsta steypasigurin í triðju finalu sínari, og hetta endur­ tóku menninir hjá Fleyr leygardagin, tí hetta var eisini triðja steypafinalan hjá mansliði felagsins - og hesaferð kom sigurin í hús! Sannførandi byrjan Tað var Fleyr, sum beinan­ vegin setti dagsskránna í dystinum. Fyrsta settið í dystinum endaði nevniliga heili 25-17 til Fleyr. Frá byrjan av var eisini týðiligt, at fitt var av aldurs­ muni á liðunum. SÍ telur nógvar ungar, evnaríkar mans, men í mun til liðið hjá Fleyr haltar við royndunum. Hetta kom eisini til sjóndar seinni í dystinum. SÍ svarar aftur Næsta settið í steypafinaluni gjørdist væl meira spennandi enn tað fyrsta. Talan bleiv um eitt spennandi sett, har sørvingarnir tó høvdu munin. Bæði liðini sýndu gott álopsspæl, men SÍ dróð longra stráðið og vann 25- 22. Harvið var støðan 1-1 og háspenningur í luftini. Aftur stórur munur Í flogbólti sigur gongdin í einum setti tó ongantíð nakað um, hvussu fer at hilnast í settinum eftir, tá ið bæði liðini byrja frá null aftur. Í triðja settinum brúkti SÍ í størri mun fleiri av sínum royndu leikarum, men kortini gekk tað úrslitarliga nett sum í fyrsta settinum. Fleyr vann trivaligt, 25-18, og tískil var støðan 2-1 til Fleyr og klárt til tað, sum skuldi vísa seg at blíva síðsta og avgerandi settið. Komu sterkt afturíaftur Fjórða settið gjørdist tað mest spennandi og hend­ ingarríka í dystinum. Tað leikaði javnt á, flogbólts­ spælið var sera gott, men SÍ tyktist at hava vera við yvirlutan í settinum. Sør­ vingarnir vóru á odda 24-23 og høvdu matchbólt til at vinna settið, men so kom stígur í. Ístaðin tók Fleyr dik á seg og vann settið 26-24. Sostatt endaði dysturin 3-1 til Fleyr í finaluni, sum vísti seg at blíva søgulig fyri Fleyr. Tó má tað kennast svárt hjá SÍ, sum nú hevur tapt tvær steypafinalur á rað. Fleyr-SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-18, 26-24) STEYPAFINALA Í MANSFLOGBÓLTI Fyri fyrstu ferð nakrantíð er Fleyr steypavinnari hjá monnum. Líkt var til, at dysturin var ávegis í eitt avgerandi fimta sett, men Fleyr gjørdi eitt sterkt comeback í fjórða settinum, sum bleiv tað síðsta FLEYR SKRIVAÐI SØGU Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Fleyr vinnur steypafinaluna hjá monnum