mánadagur 27. februar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kristian vann á bygdarmonnunum
STEYPAFINALA Í MANSFLOGBÓLTI
Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, er úr Sørvági og vann heiðurin
sum steypavinnari ímóti sínum bygdarmonnum
Kristian Mikkelsen er kend
ur venjari í føroyskum flog
bólti, sum er ættaður úr
Sørvági. Í dag er hann tó
venjari hjá Fleyr úr Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at
flogbóltsvenjarin úr Sørvági
hevur upplivað at vinna eina
finalu ímóti SÍ.
– Eg trúði alla tíðina upp
á sigurin. Blandingin av
yngri og eldri leikarum er
góð á okkara liði. Tað eru
eisini nógvir mans at taka
av - millum annað fær Rói
Hentze so at siga ikki spælt,
men aðrir koma inn uttan
trupulleikar. Tað er gleðiligt,
sigur Kristian Mikkelsen.
Í landskappingini er Fleyr
oddalið við 32 stigum, meðan
heili níggju stig eru niður
til ÍF, sum er á næstfremsta
plássi. Tað slepst ikki uttan
um, at Fleyr stevnir ímóti
einari greipu í ár.
– Vit fara eisini eftir
meistaraheitinum. Eg havi
bjartar FM-vónir, vóru sein
astu orðini frá Kristiani
Mikkelsen.
Jóhan Petur:
Taptu ímóti blokkinum og Jóhan Arna
Ein av teimum heilt royndu hjá SÍ, Jóhan Petur á Stongum, rósar serliga
einum ávísum mótstøðuleikara eftir finalutapið hjá sørvingum
Eftir annað steypafinalu
tapið hjá SÍ á rað var Jóhan
Petur á Stongum, ið eisini er
landsliðsvenjari hjá kvinnum,
vónbrotin um úrslitið, men
tó viðurkendi hann eisini
avrikið hjá mótstøðuliðnum.
– Í dag megna vit ikki
at standa ímóti blokkinum
hjá Fleyr. Teirra lið blokkar
ómetaliga væl, og so hava
teir eisini Jóhan Arna Wang,
ið eg haldi skal sleppa sær
uttanlands sum skjótast. Tað
tyktist sum, at okkara menn
ræddust hann, tí vit tordu
ikki veruliga at sláa, sigur
Jóhan Petur á Stongum, ið
rósar Jóhan Arna Wang enn
meira við at siga:
– Talentið hjá honum er
stórt, og skal hann menna
seg, má hann fara út um
landoddarnar
at
spæla.
Eg trúgvi, at hann hevði
sloppið á eitthvørt lið niðri í
Danmark, sigur Jóhan Petur
á Stongum um langa mannin
á liðnum hjá Fleyr.
Í føroyskum mansflog
bólti plaga ÍF og SÍ at
vera einaráðandi, men nú
vann Fleyr so sítt fyrsta
steypakappingargull
hjá
monnum. Venjarin hjá SÍ
heldur, at hetta ber boð um,
at onnur feløg eisini eru á
veg frameftir.
– Vit tapa ikki, tí at vit
eru farnir aftureftir í styrki.
Fleyr er eisini byrjað at vinna
í ungdómsdeildunum og ger
tað gott sum felag. Tað er
jaligt fyri føroyskan flogbólt,
sigur Jóhan Petur á Stongum
at enda.
Vinnandi venjarin
hjá Fleyr, Kristian
Mikkelsen, er sørvingur