Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR Eitt nýsamansett TB-lið hevur ein góðan bul av royndum leikarum, og ein teirra er Helga Guttesen, sum átti sín lut í frálíka comeback- finalusigrinum ímóti KÍF leygardagin. – Eg bað venjaran um at fáa bóltar, tí eg vildi vera við til at avgera tað, sigur royndi landsliðsleikarin úr Bø. Pætur Albinus Tað annars greiða oddaliðið tað mesta av árinum í lands­ kappingini, Dráttur, hevði ikki vunn­ið seg víð­ari í steypa­kappingini hjá kvinn­ um í ár, og held­ur vóru tað tveir av elt­ar­un­um, KÍF og TB, sum vóru í steypa­fin­al­ uni. TB, sum er numm­ar fýra í landsk­app­ing­ini, vann 3-1 ímóti Fleyr í hálvfinaluni og hevur sum heild víst betur og betur spæl sum frálíður, meðan KÍF, ið er nummar tvey í landskappingini, í sín­ ari hálvfinalu vann sann­før­ andi 3-0-sigur ímóti SÍ. Púra javnt Bæði liðini høvdu ætlað sær at leggja hart út í fyrsta setti, men liðini loyvdu ikki hvørj­um øðrum avstað hesa fyrstu løtuna, sum var púra jøvn. TB vann sær fyrsta op­ ið og kom á odda 10-8, men so kom av álvara gongd í álops­ spæl­ið hjá KÍF, sum vendi hes­um fyrsta settinum og koma á odda 15-11. Serliga var tað Elisabet Olsen, sum sló fleiri bóltar í gólvið. KÍF varð­veitti leiðsluna til 22-17, og best sum tær vóru áveg­is at vinna hetta fyrsta sett­ið, ressaðist TB og við fr­á­lík­um spæli javnaðu tær til 22-22. Vet­er­anurin Gudrid Nolsøe serv­aði væl hesa løt­una og vann innaftur tær servu­ vill­ur, sum TB gjørdi fyrstu løtuna. KÍF tók time-out og vann sær tveir settbóltar, men TB gav seg ikki so og javn­aði aftur til 24-24. Hjá TB var tað serliga Helga Gutte­ sen, ið var eyðsýnd í álops­ part­inum. Tað var tó KÍF, sum dró longra stráðið fyrsta settið og vann tað 26-24. TB vaknar Í øðrum setti legði TB seg á odda, og hesa leiðsluna vardu tær so at siga alt sett­ ið. KÍF át seg inn aftur mið­ skeið­is í settinum og var á odda 13-12, men hetta var ein­asta leiðslan, sum tær høvdu, tí TB fekk nú teir flestu bóltarnar upp og legði við avgjørdum spæli eitt trýst, sum KÍF ikki kláraði at standa ímóti. TB vann settið 25-21 og javnaði harvið til 1-1 í settum. Hetta settið sat ein av KÍF-profilunum, Guðrun Jo­ en­sen, uttanfyri við skaða. Hon sá út til at fáa hann í fyrsta settinum, men: – Skaðin er eldri enn so. Hann kom áðrenn hálv­fin­ al­una og hevur pínt meg síð­ ani, men ein sovorðnan dag spæl­ir man óansæð, segði Guðr­un, sum eisini kom inn­ aft­ur á vøllin. Triðja sett átti KÍF alt sum tað var fysrtu løtuna. Tær úr Kollafirði vóru á odda 8-2, men miðskeiðis í settinum rakn­aði TB við aftur, eitt nú við góðum servum frá Rann­ vá Berg í Heiðunum. Hesa løt­una vann TB seg á odda 16-15, og hóast KÍF megnaði at svara aftur, so var tað TB, sum stóð seg betur í teimum góðu og longu bólt­un­um, sum nú myndaðu fin­al­una, og spakuliga drógu tvøra­ kvinn­ur frá. TB stóð væl ímóti álopssløgunum hjá KÍF og vann at enda triðja settið 25-21. 2-1 til TB í settum. Comeback Fjórða sett hevði KÍF fyri neyð­ini at vinna, og tað sást eis­ini longu frá byrjan. Tær løgdu nógv fyri, og eins og und­an­farna sett, vunnu tær sær stóra leiðslu. Tær løgdu gott trýst á og komu á odda heili 10-2. Hóast stóra leiðslu, so fullu tær í somu grøv sum settið beint áðr­ enn – tær slakaðu. TB ress­ að­ist samstundis við, og hetta hevði lyndi til at skapa fjált­ur á einum KÍF-liði, sum ann­ars greiddi arbeiðið væl fyrsta partin av settinum og í grundini legði lunnar undir tað sum burdi verið eitt trygt vunn­ið sett. BAÐ UM AT AVGERA FINALUNA