Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR Vit læra av hesum KÍF-venjarin: Venjarin hjá KÍF, Ragnar í Haraldsstovu, var ikki ónøgdur við spælið hjá sínum gentum, og hann heldur, at tey fara at læra av teimum mistu leiðslunum. – Tað er sjálvandi súrt at tapa tá ið man er so langt frammanfyri, men hetta prógvar bara, at tað gongur øgiliga skjótt í flog­bólti. Eg haldi ikki man merkir tað tá ið man er í støðuni fyrr enn man er innheintaður, sigur Ragn­ar. – Trupulleikin er, at vit eru so langt frammanfyri, og so halda vit, at vit eru við at vera har. Tær inn­ heinta okkum og vit byrja at taka býttar avgerðir. Men vit læra av hesum, og eisini eg. Eg kundi bið­ ið tær blaka alt í hetta og koyra á heldur enn at taka tað so róligt, sigur hann víðari. Hann var – sum nevnt – ikki ónøgdur við spælið. – Eg haldi vit spældu væl. Gamaní vórðu vit trýst­ar í móttøkunum tá ið tær fingu nógv stig á rað, og vit fingu ikki miðj­ una við. Eg haldi at TB klár­aði væl at koma aft­ur allatíð, og tað skulu tær hava rós fyri, sigur Ragn­ ar, sum nú ætlar sær FM. – Jú, vit fara eftir FM. Tað eru vit svong eftir. Vit mugu arbeiða við at tora at taka av. Tað fari eg at leggja stóran dent á fram­ yv­ir. Vit mugu spæla upp í 25, og ikki 19. Leikliga eru vit væl fyri, so vit fara at arbeiða meira við tí sál­ar­ liga partinum, sigur KÍF- venjarin at enda. albinus@sosialurin.fo 1. sett: 4-5 8-10 15-11 20-17 26-24 2. sett: 4-5 9-10 13-15 18-20 21-25 3. sett: 5-2 10-4 15-14 18-20 21-25 4. sett: 5-1 10-2 15-9 19-20 21-25 KÍF – TB 1-3 26-24, 21-25, 21-25, 21-25 Gongdin: Tað er vandamikið at vakja eina bjørn, ið svevur. TB ress­að­ist, og so hvørt tær ótu seg inn aftur í sett­ið, ment­ ust tær í trúnni sam­stund­is sum fjálturin spjaddi seg hjá KÍF. Við støðuna 19-19 hevði TB sálarliga yvirtakið, og tað var eisini herfrá, at tær settu endaspurtin inn eitt nú við hjálp av góðum álops­spæli frá Helgu Gutte­sen. – Faktiskt bað eg venjaran um at fáa bóltar, tí eg vildi vera við til at avgera tað, segði Helga eftir dystin. – Ikki tí at nakar gjørdi tað verri enn nakar annar, men eg eigi at hava royndirnar og klára tað sum skal til, segði hon víðari. KÍF var á knøunum og hevði einki mótsvar. Hetta sett­ið átti nú TB, og vann tað 25-22. 3-1 til TB og harvið steypa­gullið til Tvøroyrar fyri fyrstuferð síðani 2006. – Tað blívur bara stutt­lig­ ari og stuttligari, helt vet­e­r­ an­urin, Gudrid Nolsøe, nú hon á fimta sinni var við til at vinna steypagull. – Vit hava vitað allatíð, at hetta var upp til okkum sjálv­ ar, tí um vit spældu væl, so skuldu vit nokk vinna ímóti KÍF, segði hon og tó viðgekk, at tað var heldur buldrasligt. – Vit komu í so langt aft­ ur­út, men tað vísir styrki, at vit halda høvdið kalt og vinna okkum innaftur. Allar stríðast fyri hvørjari aðr­ari, tí vit vildu so gjarna hava hetta, segði Gudrid um comeback-vegin til steypa­ gull­ið. albinus@sosialurin.fo