mánadagur 27. februar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tú var við til at skriva søgu
við Fleyr, tá ið tit vunnu
steypafinaluna leygardagin.
Hvussu kennist tað?
– Tað kennist heilt fantastiskt.
Hetta hevur sera nógv at siga fyri
felagið, serliga manssíðuna, ið ikki
hevur vunnið nakað serligt í fleiri
ár. Hetta er eisini fyrsta finalan í
bestu deildini hjá teimum flestu á
liðnum, so hetta var sera stuttligt
at vera við til. Hetta vísir at ein
nýggjur vinnaramentalitetur er
komin í felagið
Tú og fleiri av liðfeløgunum á
mansliðnum vunnu eisini gull í
mansunglingunum. Er eitt nýtt
gylt ættarlið á veg í Fleyr?
– Vit hava ein sera breiðan hóp,
og eru vit eisini nógvir ungir ið
eru partir av hópinum. Hetta í
sær sjálvum boðar frá góðum. Tað
at bæði D16 og mansunglingar
somuleiðis megna at vinna er eisini
sera umráðandi, og vísir at teir
"eldru" hava gott fólk at traðka
til, tá tann tíð kemur
Koma tit eisini at
vinna føroya
meistaraheitið
og harvið
greipuna?
– Vit
fara sjálvandi eisini eftir at vinna
meistaraheitið, og fara vit at gera
alt fyri at røkka hesum málið. Vit
hava longu vunnið eitt steyp, so
hví ikki meistaraheitið eisini, tí
hópurin er góður, og vit eru allir
enn svangir, og vilja gjarna hava
FM eisini.
Er tað stórur munur á at spæla
steypafinalurnar og so at spæla
ein vanligan landskappingardyst?
– Tað er heilt hvør sítt, og kann
slett ikki samanberast. Í einum
vanligum dysti eru ikki nógvir
áskoðarar, og einki sjónvarp ella
nakað. Tí krevur tað eisini nógv
at seta seg upp til slíkar dystir, og
vera klárur, og ikki lata seg ávirka
negativt av umstøðunum, men
heldur njóta tað.
Bæði á liðnum hjá tykkum og á
liðnum hjá SÌ vóru nógvir heilt
ungir leikarar. Fleiri tykkara
eru eisini í bruttohópinum til
A-landsliðið til oyggjaleikirnar.
Verður tað eitt ungt landslið, sum
fer avstað til Gotlands?
– Tað verður uttan iva eitt sera gott
landslið, ið fer avstað til Gotlands.
Har er stór kapping á næstan øllum
plássum, so tað verður spennandi.
Har eru eisini nógvir ungir sum
gera um seg, so teir "eldru" og
royndu leikarirnir skulu vera róligir
yvir komandi ættarlið.
Vikan ið fór
ÍF hevur nú funnið mannin,
sum skal verja málið komandi
kappingarárið, og hann er eisini
danskari. Tað kunnger felagið
á heimasíðu sínari í kvøld.
Málverjin eitur Henrik Lindhard, er
22 ára gamal og hevur royndir frá
Skive í næstbestu donsku deildini.
Sáttmálin millum hann og ÍF er
galdandi fyri kappingarárið 2017.
Rebekka Fuglø vinnur bronsu
á 1.500 metrum renning til
DM í innandura. Tíðin hjá
Rebekku var 4.35,04.
Føroyski landsliðsmiðverjin,
Sonni Ragnar Nattestad, fær
álvarsligan skaða í hælsinuni og
spælir ikki aftur fyrr enn í fyrsta
lagi eftir summarfrítíðina.
Rættiliga óvæntað velur enska
meistarafelagið Leicester City at
koyra meistaravenjaran, Claudio
Ranieri, dagin eftir, at liðið annars
fekk eitt gott úrslit við einum
1-2 tapi á útivølli í Champions
League móti spanska Sevilla.
NSÍ hevur havt aðalfund, og har
var millum annað val av nevnd á
skránni. Sitandi forkvinna, Kinna
Fritsdóttir, takkaði fyri seg, so
harvið skuldi eisini nýggjur formaður
finnast. Nýggjur formaður er
Arnfinn Langgaard, sum í mong ár
spældi á besta liðnum hjá NSÍ.
Hallur Hansson skorar fyri
Horsens, sum spælir 1-1 móti
Jóan Símun Edmundsson og OB.
Báðir føroysku landsliðsleikararnir
spæla allan dystin fyri lið síni.
KÍ vinnur Klaksvíkskappingina. Í
finaluni hittast KÍ og B36, og her
vinnur heimaliðið tryggan 4-1 sigur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Uni Jacobsen
Aldur: 18 ár
Starv: Lesandi/flogbóltsleikari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Klaksvíkskappingin var um vikuskiftið.
Meistararnir úr Víkingu taptu heili 4-0 fyri B36.
Hvør skoraði trý av málunum hjá B36?
2 Hvør er venjari hjá B36?
3 Víkingur hevur nýggjan málverja í ár. Geza Turi er
givin. Hvussu eitur nýggi málverjin?
4 Ein av venjarunum í Klaksvíks-kappingini hevur
ein son, sum spældi við í finaluni í gjár. Hvør er
pápin, og hvør er sonurin?
5 Steypafinalur í flogbólti vóru um vikuskiftið.
Hvør dømdi bæði kvinnu- og mansfinaluna?
6 Hvør er formaður í Flogbóltssambandinum?
7 Hvør er venjari hjá mansliðnum hjá SÍ, sum tapti
finaluna?
8 Hvør er venjari hjá mansliðnum hjá Fleyr, sum
vann finaluna?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Róaldur Jacobsen
2. Jákup á Borg
3. Elias Rasmussen
4. Sámal Erik Hentze,
venjari hjá Víkingi,
og Rói Mørk Hentze,
málverji í B36
5. Sonni Zachariassen
6. Magnus Tausen
7. Rajko Petrovic
8. Kristian Mikkelsen
Um vikuskiftið vóru árligu steypa
finalurnar í flogbólti á skránni,
og tað eru altíð nakrir heilt ser
ligir dagar. Og er tað nakað ser
samband í føroyskum ítrótti, sum
dugir sítt arbeiði og fær karmar,
áskoðarar, miðlar og alt annað
kring finalurnar at ganga upp í
eina hægri eind, so er tað Flogbólts
samband Føroya.
Tað var Flogbóltssambandið,
sum legði lunnar undir, at steypa
finalurnar hjá bæði vaksnum og
ungdómum skuldi gerast nakað
heilt serligt. Serligt gólv verð
ur lagt á høllina á Hálsi, leikarar
verða róptir inn á vøllin, og nógv
annað verður gjørt burturúr,
samstundis sum man ger nógv
fyri at gera karmarnar hjá áskoð
arunum so góðar sum møguligt.
Flogbóltur hevur ikki havt
tað so lætt seinnu árini, og hetta
sæst kanska einabest aftur í, at
tað í dag bert eru fýra lið í bestu
mansdeildini í flogbólti.
Men hóast truplu umstøðurnar
seinnu árini, so eydnast tað ár
eftir ár at fylla høllina á Hálsi til
steypafinalurnar, og tað er líka
mikið, um talan er um finalurnar
hjá teimum vaksnu ella ella hjá
ungdóminum.
Miðlarnir velja eisini at gera
nógv burturúr, og hjá okkum
miðlafólkum hevur tað stóran
týdning, at arbeiðsumstøðurnar
eru góðar, tá ið man í fleiri tímar
er til arbeiðis og sigur frá final
unum beinleiðis á netinum, í út
varpi ella sjónvarpi og so fram
vegis. Og her manglar einki hjá
Flogbóltssambandinum. Arbeiðs
borð eru sett upp, syrgt er fyri
góðum netsambandi og streym
sambandi, og tað manglar heldur
ikki hvørki vátt ella turt. So hóast
talan er um tveir langar dagar, so
gera umstøðurnar sítt til, at tíðin
gongur skjótt.
Tað er ein uppliving í sjálvum
sær at fara til steypafinalurnar í
flogbólti, og høvuðsorsøkin til tað
er, at Flógbóltssambandið ger sítt
arbeiði til lítar. Takk fyri tað!
★★★★★★
UMMÆLI
Flogbóltssambandið ger arbeiðið til lítar