Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Terji sigur sína hugsan... Terji Nielsen Fyri tveimum vikum síðani kundu vit her í Sosialinum avdúka, at Kári Nielsen hevði lagt frá sær sum venjari hjá føroyska U21-landsliðnum í hondbólti, sum annars stutt frammanundan hevði skriv­ að søgu og spælt seg til HM- endaspælið í Algeria í sum­ mar. Somuleiðis legði Kári Nielsen eisini frá sær sum A-landsliðsvenjari. Í sambandi við ta av­ gerðina kom eisini fram, at HSF hevði fingið sær eina meginreglu, sum sigur, at foreldur ikki kunnu vera høvuðsvenjarar hjá einum landsliði, um teirra barn er partur av hópinum. Tað hevði við sær, at Ingi Olsen, sum var hjálparvenjari hjá Kára Nielsen, ikki kundi taka yvir. Tað, sum vit ikki skrivaðu tá, var, at hendan megin­ reglan eisini hevði ávirkan á kvinnulandsliðið, tí táver­ andi venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Andreas F. Hansen, hevur nevnliga ikki færri enn tvær døtur í landsliðshópinum, nevnliga Báru og Súnu Krossteig Hansen. Nýggj venjaratoymi kunngjørd Í farnu viku boðaði Hond­ bólts­sambandið so frá, at nýggj venjaratoymi vóru sett til bæði U21-landsliðið hjá monnum og til kvinnu­ landsliðið. Og sum vit eisini skrivaðu í Sosialinum fyri tveimum vikum síðani, so gjørdist tað H71-venjarin, Sonni Larsen, ið verður nýggjur høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, meðan Ingi Olsen heldur fram sum hjálparvenjari. Hjá kvinnulandsliðnum er Scott Harrington, sum eisini er venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum, settur sum nýggjur høvuðs­ venjari, meðan Sigrun Mikk­ elsen er sett sum hjálpar­ venjari. Jeppe og Halgir venja A-landsliðið HSF hevur enn ikki kunn­ gjørt, hvør kemur at taka yvir á A-landsliðnum, men á Sosialinum vita vit frá álít­ andi keldum, at venjararnir eru settir, og at teir verða kunngjørdir fyrsta dagin. Talan er um eitt heilt nýtt venjaratoymi við teimum báðum Jeppe Borch, sum er høvuðsvenjari hjá KÍF, og so Halgir Dahl Olesen, sum í mong ár hevur verið venjari hjá H71, og sum sjálvur eisini hevur drúgvar royndir sum leikari. Í farnu viku boðaði Hondbóltssambandið frá, at felagsskapurin hevði sett sær eina nýggj meginreglu, sum sigur, at venjarar, ið eiga børn í landsliðshópunum, ikki hava møguleika at vera høvuðsvenjari hjá hesum liðum. Tað hevði við sær, at tá ið Kári Nielsen legði frá sær sum U21-landsliðsvenjari, var tað ikki møguligt at seta hjálparvenjaran, Inga Olsen, sum nýggjan høvuðsvenjara, tí sonur hansara Sjúrður er partur av U21-landsliðshópinum. Tí eingin ivast í dygdunum hjá Inga Olsen sum venjara. Hetta merkti eisini, at Andreas F. Hansen ikki kundi halda fram sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, tí báðar døtur hansara, Bára og Súna Krossteig Hansen, eru í landsliðshópinum. Grundgevingin hjá HSF var, at høvuðsvenjarin skal ikki vera ov tætt knýttur at leikarunum. Nú hevur Hondbóltssambandið so kunngjørt, hvørjir nýggju venjararnir eru, og í hesum sambandi kann man undrast eitt sindur. Nýggjur høvuðsvenjari hjá monnunum er Sonni Larsen, sum eisini er høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá H71. Tað merkir, at hann til dagligt er venjari hjá eitt nú Hilmar Leon Jakobsen, Helga Hoydal, Pætur Thomsen og Jónas G. Djurhuus. Er hann so ikki ov tætt knýttur at hesum leikarum, ið hann hevur til dagligt? Jeppe Borch verður allarhelst kunngjørdur sum A-landsliðsvenjari fyrsta dagin. Hann er høvuðsvenjari hjá KÍF, og tað merkir, at hann til dagligt er venjari hjá Tony H. Weyhe, Fríða Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson og Rúna Joensen. Er hann so ikki ov tætt knýttur at hesum leikarum? Tað tykist eitt sindur løgið, at man skal brúka skyldskap sum undanførslu fyri ikki at halda fram við nøkrum venjarum. Hevði tað ikki verið lættari at melda greitt út, um man ikki var nøgdur við tað arbeiði, sum undanfarnu venjarar hava gjørt. Tí var arbeiðið gjørt nóg gott, so var ivaleyst ongin orsøk at skifta út! Vit spyrja bara – hvør er munurin? Hvør er munurin? JEPPA OG HALGIR NÝGGIR A-LANDSLIÐSVENJARAR Tað hevur verið satt stórvask á skránni í Hondbóltssambandinum seinastu vikurnar. Bæði A-landsliðini og U21-landsliðið hjá monnum hava fingið nýggjar venjarar. Jeppe Borch og Halgir Dahl Olesen skulu standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum í hondbólti Mynd: Álvur Haraldsen