Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hans Magnus róði út einsamallur á Norðhavinum við 27 fóts stóra maskinbáti sínum, og hann kann vera takksamur fyri, at eingin var við honum ein várdagin í 2004, sum kundi verið hansara deyð Fanglína bjargaði manni frá at sjólátast H ans Magnus Hansen úr Søldar­ firði plagdi at rógva út frá Eiði, meðan várróðurin var á Norð­ havinum. Fleiri báta ymsastaðni frá í Føroyum róðu eisini út haðani. Eiði liggur høgliga fyri, tað er ikki langt at sigla, til tú ert komin leysur av oyggj­ unum. Hans Magnus hevði ikki radio í bát­ inum, men hann hevði ringt til veður­ støðina tíðliga um morgunin, og tá vóru veðurtíðindini hampiliga góð. – Eg skuldi havt lurtað eftir verður­tíðindunum, tá ið útvarpið kom klokkan 7, tí tá segði hann frá vindi av útnyrðingi, so var eg ikki farin avstað, sigur Hans Magnus Hansen. Men skalt tú rógva út á Norð­ havinum, mást tú váða nakað, annars fært tú sera fáar dagar, tí har viðrar oftast illa. Báturin hjá Hans Magnusi var eitt frambygt dygdarfar, ið Jóan Petur Clementsen heima á Sandi hevði bygt. Fyrri eigarin, Regin Drangberg í Skopun, sigur, at hann var eisini sterkt smíðaður. Óttaleysur loysti hann endarnar og sigldi norður á hav. Tað vóru annars bara nakrir bátar, sum høvdu loyst hendan morgunin Teir flestu lógu. Meðan eg sigldi út var lítil vindur. Eg kastaði umleið seks fjórðingar norður úr Rivtanga, men einki var at fáa. Nú vaks vindurin bara meira av útnyrðingi. Tað var eitt sindur freist­ andi at liggja, tí kyrrindi vóru, og tá kunnu nakrir fiskar vera at fáa. Tí royndi eg at draga tíðina út sum longst. Ein annar bátur úr Søldarfirði lá tætt hjá mær, og eg legð at borði hjá teimum at spyrja, hvussu gekst. Onkur bátur lá eisini longur úti. Men líkindini gjørdust so vánalig, at eg gjørdi av at draga inn og fór at sigla til lands. Tað gekk væl at sigla í fyrstani, men nærri eg kom landi, verri gjørdist sjóvgurin. Nú var eisini vent vestur. Tá verður sera óslætt, serstakliga norðan fyri Risan og Kellingina. Eg tók frá í heilum og ansaði væl eftir brotunum. Men eg sá, at tað gekk spakuliga inneftir. Tað hendir ymiskt løgið og óvæntað, har streymur og stormur stríðast. Har var einki broytt beint tá, men við eitt stakk ein sigalda seg upp undir stýriborð á bátinum. Báturin var kastaður við miklari ferð á bakborð, og bara eftir fáum sekundum fyltist hann við sjógvi. Eg var inni í húsinum, tí mátti eg sum skjótast koma mær út. Bjargingarbelti lógu frammi í skutinum, men tað vóru ikki stundir at fáa fatur í nøkrum av teimum. Eg var sjálvandi bangin fyri, at báturin fór til botns beinanvegin. Men nú hevði eg havt hann uppi á landi eina tíð og skift takið á húsinum. Har hevði verið ein luftventilur heilt frammi á tí gamla takinum, men til alla lukku hevði eg ikki sett hann í aftur nýggja takið. Hevði hann verið tað, so var luftin sloppin út tann vegin, og so var bát­ urin sokkin beinanvegin. Eg skundaði mær at koyra skjóti­ hurðina upp, men fyri at sleppa út, mátti eg undir høvd, tí tá var bar stevnið undan. Men so heppið var tað, at tá ið eg kom út, fleyt fanglínan fyri egunum á mær, so tað var bara at taka í hana. Eg kundi so lesa meg fram og koma mær upp á rútarnar at standa. Men har var sera ringt at halda sær á beinunum, tí tað var ógvuliga óslætt. Eg var alla tíðina tikin av fótum, men tað eydnaðist mær at hála meg uppaftur hvørja ferð. Einki er yvir at dylja, at eg helt mína seinastu løtu vera komna, tí tað var so altíð ein fjórðingur inn í Risan, og tað var ikki ein teinur, nakar kiundi svimja í slíkum veðri og farvatni. So tað sá dapurt út. Men tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst, nú sást ein bátur koma. Hetta var ein Kollafjarðarbátur við tveimum monnum. Teir hvødu sæð okkurt í sjónum, men vóru ikki greiðir yvir, hvat tað var. Nú hevði báturin tvey reyð borð í erva, tí hildu teir tað vera eina boyu, men gjørdu kortini av at sigla til hetta. Teir vóru ikki komnir langt, so sóu teir, hvat var áfatt. Tá ið eg sá, at hjálpin var ávegis, gjørdist eg glaður, tí eg hevði nærum ongar kreftir eftir. Torført er at meta um tíðina í slík­ um føri, men hon fall mær sera long. Sjálvur metti eg, at eg hevði staðið har umleið ein hálvan tíma, men tað hildu hinir kundi ikki bera til, tí til tað hevði eg alt ov ringt fótafesti. Aftaná merkti eg eisini á ørmunum, hvussu nógv hevði staðið á teimum, og at eg hevði ikki hidlið út leingi aftur­at. Báturin kom so nær, sum teir tordu. Teir rættu mær ein haka, men 1 Merkja skeivu gongdina: Fleiri søkja á Fiskivinnuskúlan Ein kommuna í Vágum: Borgarstjórar í Vágum ivasamir Síða 9 Síða 8 Arbeiðskvinnur í Havn: Ongar trupulleik- ar av útlendingum Síða 4 Ítróttur 20-22 Christian møguligur FSF-formaður Nr. 59 • hósdagur • 25. mars 2004 • 78. árgangur • Kr. 12,00 – Eg sá deyðan í eyguni - Eg ivaðist ikki í, at hetta var mín seinasta løta, sigur Hans Magnus Hansen, sum mánadagin í evstu løtu varð bjarg- aður frá at drukna á Norðhavinum Undir ringastu umstøð- um, ið hugsast kunnu, slapp Hans Magnus Hansen úr oljuklæðu- num og tungu trygdar- skónum, meðan hann stóð uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum. – Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. – Luftin, sum sat í húsinum og helt gron- ini á bátinum uppi í vatnskorpuni og fang- línan, eg hevði fingið fatur á, vóru mín bjarg- ing, til hjálpin púra ó- væntað kom. – Ongantíð áður havi eg verið so fegin um at síggja ein bát koma, sum hesaferð, sigur Hans Magnus Hansen. Lesið samrøðuna á síðunum 8-9 Sosialurin 25. mars 2004 Hans Magnus Hansen