Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017 9 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ tá ið tað er so óslætt, er lættari sagt enn gjørt at koma ov tætt at einum øðrum báti. Tvær ferðir royndu teir at koma mær so nær, at eg kundi røkka hakan­ um, men tað miseydnaðist báðu ferð. Men triðju ferð sigldu teir so nær, at teir bóru við bátin hjá mær. Tá fekk eg fatur í hakanum, fekk slept takið á fanglínuni og var so hálaður yvir í bátin hjá teimum. Men so nær noyddust teir at koma, at masturin á mínum báti breyt okkurt at teirra báti, kortini ikki so illa, at tað forðaði okkum at sigla til lands. Eg var eitt sindur kaldur, tí eg hevið tveitt bæði oljuklæði og stilvar av mær, meðan eg hevði staðið. Bátin hjá mær gjørdu vit einki við. Hann er farin við streyminum vestur undir Mýling og er smildarðu har. Tað einasta, eg veit nakar hevur funnið aftur av honum er ein tilja, sum rak á land í Tjørnuvík. Hans Magnus kom aftur í øll­um góðum uttan at fáa mein av hend­ ing­ini. Tá ið eg spyrji hann, um hann fekk ein skelk, hendan dagin, svarar hann, nei, men eg hugsi alla tíðina um hendan skakandi tilburðin, sum lættliga kundi kostað mær lívið. Eg hava lært meg at liva. Tó er Hans Magnus fegin um, at hann var einsamallur hendan dagin, tí vóru vit tveir, so eri eg heilt vísur í, at bara annar hevði verið bjargaður, sigur hann. Hans Magnus er kortini ikki lagstur uppi av hesi hending, tí hann hevur keypt sær bát aftur. Í skrivandi stund er várróður á norðhavinum og milum bátarnar, sum royna eftir tí blanka gýt­ingartoskinum er eisini Hans Magn­us við nýggja báti sínum. Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir II«, 2007, sum fæst í bókahandlum kring landið. Kollfirðingarnir Christian Christiansen og Jens Joensen bjargaðu Hans Magnusi Hansen. »Carnegies Belønningsfond for Heltemod« heiðraði teimum báðum fyri bjargingina 27 fót stóri maskinbáturin hjá Hans Magnusi var eitt dygdarfar, sum Jóan Petur av Sandi hevði smíðað Uppmøting í tinginum: Tveir tingmenn burtur um dagin Lastbilar í Norðoyggjum: Nýggj avbjóðing hinumegin sí›a 7 sí›a 3 sí›a 4 Teldumaðkur gjørdi kál á kjak.fo Sí›a 11 Nr. 248 • týsdagur • 27. desember 2005 • 79. árgangur • Kr. 13,00 Nýggjárið hjá SvF ikki fyri børn Heiðraðir fyri bjarging á Norðhavinum Sí›a 5 22. mars 2004 bjargaðu kollfirðingarnir, Christian Christiansen og Jens Joen- sen, Hans Magnusi Hansen, sum hjálparleysur stóð uppi á stýrhúsrútinum á sokna báti sínum. Nú hevur »Carnegies Belønningsfond for Heltemod« í Danmark heiðrað teir báðar fyri hesa bjarging við diplomi og 10.000 krónum í part. – Tað var eitt Guds undur, at Hans Magnus varð bjargaður, sigur Christian Christiansen Sosialurin 27. desember 2005