mánadagur 27. februar 2017síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
38
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Tunnilsblað
Undirsjóvartunlarnir ha
Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum
eru eini 87 prosent av føroyingum
knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur
verið eitt stórt framstig fyri føroyska
samfelagið sum heild – vinnuliga,
mentanarliga og ikki minst fólksliga
Á
hvørjum ári síðani undirsjóvar
tunlarnir lótu upp, hevur verið
skipað fyri tunnilsdøgum, har
tað var ókeypis at koyra ígjøgnum.
Upprunaliga høvdu hesir dagar
størri týdning – partvís tí, at nýfikni
og forvitni fekk fólk koma, nú høvið
beyðst ókeypis, tí í mun til í dag var
kostaði tað munandi meira at koyra
ígjøgnum tunlarnar.
Norðoyatunnilin varð alment tikin í
nýtslu tann 29. apríl 2006.
Fyrsta skotið varð latið av leirvíks
megin seinnapartin tann 18. desember
í 2003. Á Borðoynni varð byrjað tann
19. apríl 2004, men eins og við Vága
tunlinum høvdu røddir verið frammi
langt áðrenn tað, sum vildu knýta
Norðoyggjar fast í Eysturoynna.
Tankin um fast samband um Leir
víksfjørð búnaðist í seinnu helvt av
áttatiárunum, og í 1987 gjørdi Lands
verkfrøðingurin eina heildarætlan fyri,
hvar undirsjóvartunlar kundu verða
gjørdir, og árið eftir vóru seismiskar
kanningar gjørdar í Leirvíksfirði.
Kreppan í nítiárunum bremsaðu
eisini hesum ætlanum, men fimtan ár
seinni varð sjøtul settur á. Partafelagið
Norðoyatunnilin varð stovnað í 2001,
og Løgtingið samtykti sonevndu an
legslógina fyri Norðoyatunnilin í mars
2002.
Royndirnar
við
Vágatunlinum
komu væl við, og arbeiðið gekst væl,
hóast nógv var at tetta. Hinvegin var
jarðfrøðiliga tilfarið gott í Klaksvíks
fláini, sum einans gongur gjøgnum
hendan partin av landinum, og grótið
kundi brúkast aftur til at leggja til veg
í tunlinum og annað.
25. juni 2005 varð tunnilin skotin
ígjøgnum, og tað var m.a. hátíðarhildið
við samkomu í sjálvum tunlinum. Eis
ini Norðoyatunnilin varð liðugur fyri
tíðina, og tríggjar mánaðir fyrr enn
tíðarætlanin segði, sluppu fólk og bilar
at koyra ígjøgnum 6 kilometrar langa
tunnilin.