mánadagur 27. februar 2017síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
39
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Tunnilsblað
va gjørt Føroyar størri
Prísirnir eru støðugt
lækkaðir síðan byrjan:
Persónbilar:
Upprunaprísur stakir túrar kr. 170. Í dag
kostar tað 100 krónur, svarandi til eina læking
á 41%.
Upprunaprísur hald 85 krónur. Í dag kostar
tað 30 krónur svarandi lækking á 65%.
Stór akfør:
Upprunaprísur stakir túrar trailarar 1.000
krónur. Í dag kostar tað 300 krónur, ein
lækking á 70%.
Upprunaprísurin stakir túrar lastbilar 670
krónur. Í dag kostar tað 300 krónur, ein
lækking á 55%.
Upprunaprísur hald trailarar 600 krónur. Í
dag kostar tað 135, ein lækking á 78%.
Upprunaprísur hald lastbilar 402 krónur. Í
dag kostar tað 135, ein lækking á 66%.
Fakta um Norðoyatunnilin
Ár: Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu 29.
apríl 2006.
Kostnaður: Norðoyatunnilin kostaði 395
milliónir krónur at byggja.
Longd: Norðoyatunnilin er 6,2 km langur. Av
hesum eru 3,1 km undir Leirvíksfirði.
Dýpd: Har tunnilin stingur djúpast, eru 150
metrar upp til sjóvarmálan. Dýpið í sjónum er
í mesta lagi 103 metrar.
Hall: Hallið bæði leirvíksmegin og
klaksvíksmegin er 5,9%
Koyribreytin: Tvær mótkoyrandi breytir
eru í tunlinum, sum er góðar 10 metrar
breiður. Sjálv koyribreytin er 7 metrar breið.
Harafturat eru gjørdir vegakslar, sum eru 1,5
metur hvør.
Steðgipláss: Steðgipláss eru til persónbilar
fyri hvørjar 500 metrar, tað eru 13 steðgipláss í
alt. Til størri akfør eru trý steðgipláss.
Spreinging: Sprongdir eru 410.000
kubikkmetrar av gróti úr Norðoyatunlinum,
og til tess eru nýtt 1.100 tons av spreingievni.
Lekar: 1800 tons av betongi eru nýtt at tetta
lekar við. Mest loyvi leki í slíkum tunlum er
300 litur um minuttin fyri hvønn kilometur, í
Norðoyatunlinum er hetta talið umleið 195.