Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Føroyar skulu vera tann grøni miðdepilin í Norð­ur­at­ lants­havi. Tað staðfesti Høgni Hoy­ dal, landsstýrismaður í bún­ að­armálum, á land­bún­að­ ar­ráð­stevnu í Klaksvík um viku­skifti. Hann heldur, at tað, sum annars eyð­kenn­ur okk­ara tíð, er, at heim­ur­in er merkt­ ur av dálk­ing og at nátt­úru­ til­feing­ið verður eyðrænt. – Men at vit skulu verða tann grøni mið­dep­il­in, merk­ ir, at vit skulu ganga und­an at virð­is­økja okkara egna til­feingi og vit skulu ganga und­an í til­feing­is­røkt, orku­ fram­leiðslu og umhvørvis­ vernd, sum heild, legði lands­ stýr­is­maðurin afturat. Ein sterk støða Og nettupp í hesum mál­setn­ ing­in­um fer landbúnaðurin at hava eina sterka støðu, sig­ur Høgni Hoydal. Men fyrsta treytin er, at vit seta okkum greið mál fyri land­búnaðin og at vit síðani eis­ini taka tey neyðugu stig­ ini, ið krevjast, skal land­bún­ að­urin mennast. Málsetningurin hjá Høgna Hoydal er ikki bara, at vi skulu hava politiskt full­ veldi í Føroyum. – Vit skulu eisini hava mat­vøru­full­veldi, heldur Høgni Hoy­dal. Men skal tað málið røkk­ ast, má landbúnaðurin ný­ skip­ast. Men fortreytin fyri tí, er, at hann skal verða bæði fíggj­ar­liga, sosi­alt, um­hvørv­ is­liga og ment­an­ar­liga burð­ ar­dyggur. –  Á hesum grundarlagi skal landbúnaðurin verða eitt týð­andi íkast til sam­ fe­lags­bú­skapin, um­framt at hann verður eitt týð­andi íkast til lokal­sam­fe­løg­i­ni og til trivn­að­in kring land­ið. Hann skal eisini verða eitt týð­andi íkast hjá bónd­un­um, umframt at hann skal verða eitt týðandi íkast hjá ferða­ vinn­uni og mat­vøru­vinnuni. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at nøkur stig eru tikið eru tik­in fyri at røkka málinum. Í hes­um sambandi er pen­ ing­ur játtaður til stuðla upp­und­ir at vit fáa ullina til høld­ar og til at seta gongd á fram­leiðsl­una av grønmeti. Peningur er eisini settur av til at styrkja støðuna hjá før­oyskum húsdjórum og til at bara ridluskriða. Og Bún­ að­arstovan er í ferð við at menna eina skip­an at skrá­ seta alla land­bún­að­ar­jørð í Før­oy­um. Men Høgni Hoydal sigur, at skulu vit gerast sjálv­veit­ andi við land­bún­að­arvørum, verð­ur eisini neyðugt, at vit seta okkum nøkur ítøkilig mál á økinum. Og fyribils hevur hann sett sær fýra høvuðsmál upp fyri landbúnaðin, sum skulu verða rokkin um nøkur heilt frá ár. Sjálvsveitandi Fyrsta málið er at vit verða sjálvs­veit­andi við land­bún­ að­ar­vør­um. Og tað, hann hugsar um í hesum er, at um fimm ár skulu vit hava einar tríggj­ ar ella fýra miðstøðir í Før­ oy­um, sum dyrka munandi meiri grønmeti, enn vit gera ídag. –  Vit eiga eisini at seta okk­urt greið mál fyri, hvussu nógv epli vit skulu velta, og vit skulu seta okkum greið mál fyri framleiðsluni av mjólk og mjólkarúrdráttum. – Fyri seyðakjøt er tað ein mál­setningur at fáa prísin á før­oyskum seyðakjøti, upp, og um trý fýra ár skulu vit gagn­nýta allar tarvs­kálv­ar­ nar. Sum støðan er nú, verða næst­an 400 tarvskálvar fyri­ beind­ir um ár­ið, og teir verða burt­ur­beind­ir, beint sum teir eru kálvaðir, tí sum um­støð­ urnar eru nú, fæst ikki løn­ andi rakstur í at seta teir við. Men ein meting sigur, at brúka vit ímillum tvær og fýra milliónir til endamálið, ber til at venda gongdini og at fáa gagnnýtt allar kálv­ar­ ar­nar, heldur enn at lata teir fara fyri skeytið. Hann heldur eisini, at eitt, tað er neyðugt at gera í hes­um sambandi, er at fáa seyða­talið niður. – Eg veit, at tað er eitt viðkvæmt mál, men enda­ mál­ið er ikki at vit skulu fáa færri lomb, men vit fara at fáa líka nógv lomb, kanska fleiri og vektin fer at verða betri. Høgni Hoydal heldur, at tað er ikki veruleikafjart mál, at vit seta okkum sum mál, at um tíggju ár skulu vit vit sjálv­bjargin við seyðakjøti, og næstan sjálvbjargin við neyta­kjøti. Og hann heldur eisini, at tað er heldur ikki veru­leika­ fjart at seta sær sum mál, at um fimm ár skulu vit sjálvi velta 70 prosent av teim­um eplum, vit eta, og vit skulu sjálvi framleiða meiri helvt­ ina av neytakjøtinum, vit eta og framleiðslan av seyðakjøti skal vera vaksin ein triðing. Bø at sláa og jørð at velta Høgni Hoydal sigur, at annað mál­ið er, at menna gransking og útbúgvingar, tí tað er av­ ger­andi fyri at vit kunnu verða sjálvsveitandi. Eitt, hann hugsar sær í hes­um sambandi, er, at um tveir ár skulu vit hava eina land­búnaðarútbúgving í Før­oy­um, ella hon kann skip­ast sum eitt samstarv ímill­um Búnaðarstovuna og Fróð­skap­ar­setrið, og kanska onn­ur landbúnaðarskúlar aðra­staðni. Í triðja lagi skulu vit hava eina ætlan fyri, hvat lendið ymsa­staðni í Føroyum skal brúk­ast til og vit skulu velta upp úr nýggjum, tí ein for­ treyt fyri at vit kunnu verða sjálvs­veitandi, er, at at vit fáa meiri veltan bø at sláa. –  Um nøkur heilt fá ár skulu vit hava nokk av bøi í Før­oy­um at sláa til at sjálvi hava alt tað grasið, vit hava brúk fyri, og sleppa undan at inn­flyta hoyggj. VIT SKULU VERA EIN GRØNUR MIÐDEPIL LANDBÚNAÐUR Landbúnaðurin fær ein stóran leiklut fyri at røkka endamálinum um at gera Føroyar til tann grøna miðdepilin í Norðuratlantshavi Vit skulu eisini hava matvørufullveldi Vit skulu ikki beina fyri gamlari, føroyskari bygdamentan