Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú samgongan hevur sett sær fyri at menna og ný­ skipa land­búnaðin, hev­ur Høgni Hoy­dal, lands­stýr­is­ mað­ur í bún­að­ar­málum, sett sær fýra ítøki­lig mál fyri, sum skulu verða rokkin um nøk­ur heilt fá ár. Á búnaðarráðstevnuni í Klaksvík leygardagin, stað­ festi hann, at arbeiðið er far­ ið í gongd at greina, hvørji við­ur­skifti skulu broyt­ast, og hvørj­ar lógir skulu broyt­ ast fyri at røkka mál­in­um. Tað fyrsta málið er at vit skulu verða sjálvsveitandi við land­bún­að­arvørum. Annað málið er, at fara undir land­bún­aðar­roynd­ir, um­framt at menna gransk­ ing og at stovna út­búgv­ing­ ar á land­bún­að­ar­øk­inum. Í triðja lagi skulu vit hava eina fullfíggjaða lend­is­ætl­ an í Før­oy­um við yvirliti yv­ir alla landbúnaðarjørð. Har­um­framt skulu vit hava eina ætlan fyri at velta upp úr nýggjum og samstundis skal brúks­skylda leggjast á land­bún­að­arjørðina. Og fjórða málið er, at út­ vega fígging til øll hini mál­ ini, sigur Høgni Hoydal. Fýra arbeiðsbólkar ­Landsstýrismaðurin sigur, at fyri at røkka málunum, hev­ur hann nú sett fýra arb­eiðs­bólkar at arbeiða við hvør sín­um øki. Tað eru fýra, fimm, seks fólk í hvørj­um arb­eiðsbólki og arb­eiðs­setn­ing­urin hjá teim­um er at koma við ítøki­lig­um upp­skot­um um, hvussu mál­ini kunnu røkk­ ast. Tað eru umboð fyri vinn­ una, fyrisitingina, ser­frøð­ ina og áhugabólkar, sum manna arb­eiðsbólkarnar og arb­eið­ið skal vera liðugt í summ­ar. Og so skjótt arb­eiðs­bólk­ ar­nir eru lidnir, verða neyð­ ugu lóg­ar­broytingarnar, og til­tøk­ini annars, sett í verk. – Eg ætli mær at seta øll segl fyri fyri at røkka enda­ mál­in­um, sigur Høgni Hoy­ dal. Í hinari greinini her á síð­ un­um verða tey fýra málini út­grein­að. Tey fýra málini hjá Høgna Hoydal LANDBÚNAÐUR – Eg eri til reiðar at seta øll segl til fyri fyri at røkka málunum, sigur Høgni Hoydal. KOLLVELTING Høgni Hoydal, fremst á myndini, var á land­bún­að­ar­ ráðstevnu í Klaksvík leygardagin, har hann greiddi frá, hvussu hann ætlar at nýskipa landbúnaðin í Føroyum og á summum økjum er talan um eina kollvelting Vil hava brúks- skyldu á jørð Høgni Hoydal heldur, at í hes­um sambandi verður tað eis­ini neyðugt at skráseta alla búnaðarjørð, og at fáa yv­ir­lit yvir jørð, sum vit kunnu velta upp úr nýggjum, og samstundis fáa eitt yvirlit yv­ir bø, sum er farin aftur í haga, men sum kann fáast til slátt­ur­ jørð aftur. Í eini slíkari lendisætlan, verð­ur eis­ini ásett, hvar vit skulu velta grøn­meti, og hvussu jørð­in kring landið ann­ars skal skip­ast, og, hvat hon skal brúk­ast til. Og harafturat skal brúks­skylda vera á jørðini, so at land­bún­að­ar­jørð, sum ann­ars ikki verður brúkt, skal vera til taks hjá bónd­ um. ­–  Tann jørð, sum er brúki­lig til landbúnað skal eisini gagn­nýt­ast til land­ bún­að, held­ur hann. Búnaðargrunnurin broytast Og fjórða fortreytin er, at út­vega fígging til øll hini mál­ini, sigur Høgni Hoydal. – Lykilin til at menna land­búnaðin er sjálvsagt, at vit eisini fáa fígging til at fremja tey mál, vit seta okk­ um, sigur Høgni Hoydal. Í hesum sambandi sig­ ur hann, at enda­mál­ið við Bún­að­ar­grunn­in­um skal broyt­ast, so at hann ikki bara verður ein láni­ stovn­ur, men eisini verð­ ur ein fram­taks­grunn­ur og ein vakstr­ar­grunn­ur. Sam­stund­is skal land­bún­ að­ar­studn­ing­ur brúk­ast mið­víst til at velta upp úr nýggj­um, so at vit fáa meiri bø at sláa, samstundis sum at hann skal stuðla gransk­ ing á økinum. Hinvegin leggur Høgni Hoy­dal dent á, at í sam­ bandi við at vit nýskipa land­bún­að­in, er tað av­ gerð­andi, at vit ikki gera okk­um inn á ta gomlu ment­an­ina, at fólk hava jørð til frítíðarítriv og at vit ikki gera okkum inn á tað siðsøguliga, at nógv fólk fáa atgongd til at fáa jørð til frí­tíð­ar­ítriv. –  Vit skulu ikki beina fyri gaml­ari, føroyskari bygda­ment­an og tí skal eis­ ini leggj­ast upp fyri slík­um við­urskift­um, leggur lands­ stýr­is­mað­ur­in dent á. Fyri at røkka mál­ unum, hevur hann nú sett fýra arbeiðsbólkar