Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKAVINNA Vilmund Jacobsen Av uppsjóvarfiskasløgun­ um er bara semja millum strandalondini um makrel­ in. Býtið millum londini var klárt og undirskrivað longu hin 19. oktober í fjør. Sambært býtinum mill­ um londini er føroyski part­urin av makrelinum í ár 128.655 tons, sum er sløk 16.000 tons meira enn í fjør. Tað stóra lopið í upp­ sjóvarkvotunum er fyri norðhavssild og svartkjaft, sum semja ikki er um mill­ um londini. Um hálvan januar í ár ásetti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, einsæris tær før­ oysku kvoturnar av hesum fiska­sløgum. Úrslitið er, at føroysk skip í ár sleppa at fiska 476.901 tons av svartkjafti, sum er stívliga 200.000 tons meira enn í fjør. Kvotan av norðhavssild er 125.597 tons, sum er sløk 70.000 tons meira enn í fjør. Hyggja vit eftir føroysku uppsjóvarkvotunum - svart­kjafti, sild og makreli - til­samans, er talan um stív­liga 285.000 tons fleiri í ár enn í fjør. Enn er ikki greitt júst, hvussu hesar kvotur verða lutaðar út, men í ”Løg­ tings­lóg um serstakar treyt­ir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svart­kjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017”, sum varð samtykt stutt fyri jól í fjør, er heimilað fiski­málaráðharranum at selja veiðirættindi til alla økingina. Tað merkir, at lands­ stýris­maðurin kann selja veiðirættin til alla øking­ina – tann partin, sum er størri enn kvotan í 2016 – á upp­ boðssølu, tá tann part­urin fyrst er farin av, sum verð­ ur latin í umbýti við onnur lond. Sum býtisfiskur Í seinastu útgávu av Mið & Magn, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskin­meistarafelag geva út í felag, verður víst á, at landsstýrismaðurin eis­ini kann gera av at brúka ein fitt­an part av øktu upp­ sjóvar­kvotunum til um­ býti við onnur fiskasløg í fremmandum sjógvi. – Um so verður, er spurn­ ingurin, hvussu kvoturnar, sum Føroyar tá fáa í býti, verða lutaðar út. Mett verður ikki, at botn­fiskakvotur í Barents­ havinum, sum fingnar eru til vega gjøgnum vanligu millumlanda­samráðing­ arnar við Noreg og Rusland, fara á uppboðssølu í ár. – Lógin heimilar fiski­ mála­ráðharranum at selja tað, sum fer upp um 27.000 tons av hesum kvot­um á uppboðssølu, tó í mesta lagi 10 prosent. Men, samlaða kvotan í Ba­rents­havinum í ár er bara 28.000 tons, tá smáar kvotur av upsa, flatfiski og øðrum fiskasløgum eisini eru taldar við, veit blaðið - Mið & Magn - at siga í síni seinastu útgávu. SURIMIVIRKIÐ NAKAÐ SEINKAÐ Uppsjóvar­ kvoturnar størri enn nakrantíð Føroyar eiga í ár stívliga 285.000 tons meira av svartkjafti, sild og makreli enn í fjør Vilmund Jacobsen Upprunaliga var ætlanin, at surimivirkið, sum Varðin Pelagic byggir á Tvøroyri, skuldi royndarkoyrast í de­ sember í fjør, og síðan var væntandi, at verulig fram­ leiðsla kundi byrja á virk­ inum stutt eftir árs­skiftið. Tað hevur verið væl meira at gera á Varðanum Pelagic higartil í ár, enn roknað varð við, tá 2016 nærkaðist endanum. Í byrjanini av árinum keypti virkið fleiri lastir av makreli, og seinnu tíðina hava eisini nøkur norsk skip verið á Tvøroyri við lodnu, sum skipini hava fiskað í ís­ lendskum sjógvi. Sum skilst á Varðanum Pelagic, hevur nógva ar­beið­ ið, sum verið hevur higar­til í ár, líka sum seinkað surimi­ virkinum nakað. Men, tað er gongd í, og nú Varðin Pelagic hevur keypt seinastu lastirnar av makreli og lodnu í hesi vertíðini, verð­ur ætlandi meira ferð sett á fyri at koma undir land við surimivirkinum. Í løtuni fáa føroysku svart­kjaftaskipini nógvan svartkjaft vestan fyri Írland, men enn eru maskinurnar á surimivirkinum á Tvøroyri ikki farnar at mala, og tí verður tað ikki hesin svart­ kjafturin, sum verður virk­ aður til surimi. Svartkjaftaskipini landa í Fuglafirði, har hesin fisk­ur kemur væl við í fram­leiðsl­ uni á Havsbrún. Stórt frambrot Surimi­verk­ ætl­an­in á Tvør­oyri verð­ ur – um alt gongur, sum ynski­ligt er – eitt stórt fram­ brot innan virking av svartkjafti. – Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera spent uppá – og sum vit trúgva uppá. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic – Okkara mál er at fram­ leiða matvørur, og vit vilja gera okkara til at virðisøkja tað tilfeingi, sum vit hava í Føroyum. Vit vilja skapa virðis­øking og vøkstur í sam­felagnum – eisini burtur úr svartkjaftinum, sum fæst stóran part av árinum og sum er eitt týdningarmikið tilfeingi. Bogi Jacobsen sigur, at svartkjaftur er væl egnaður til surimi, og tað eru fleiri skip og virkir runt um í heimi, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úr­sliti. – Eisini í Føroyum eru fleiri royndir gjørdar við surimi, bæði á landi og um­borð á skipi. Tøknin á virkinum á Tvøroyri verður av nýggjasta slag. Markn­ aðurin fyri surimi er stórur, og okkara avbjóðing verður at finna og selja okkara fram­leiðslu, sigur stjórin. Íløgan í nýggja surimi­ virkið á Tvøroyri fer at liggja um einar 60-70 miljónir krón­ur. vilmund@sosialurin.fo Í løtuni fáa føroysku svartkjaftaskipini nógvan svartkjaft vestan fyri Írland, men enn eru maskinurnar á surimivirkinum á Tvøroyri ikki farnar at mala