Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Hergerð og Jákup 75 ár Tað eru stórir føðingardagar í Kráar­gøtu í Gerðum í Klaksvík í hes­um døgum. Hjúnini Hergerð og Jákup Ziskason fylla 75 ár. Føð­ ingardagurin hjá Jákupi var mána­ dagin 27. februar, og Hergerð verður 75 fríggjadagin 3. mars. Hóast tey eru heilt javngomul, so gingu tey ikki í sama árgangi í skúlanum. Har var Hergerð eitt ár frammanfyri Jákup. Kanska mundi tað vera, tí hon var elst í tøttum systkinaflokki, meðan hann var yngstur í stórum systkinaskara. Hergerð er dóttir Lenu, sum var úr Oyndarfirði, og Palla Rasmussen. Foreldrini giftust inn hjá ommuni og abbanum, Mariannu og Christiani í Grótinum. Hergerð (1942), Marjun (1943) og Christian Martin (1947) vóru fødd, áðrenn húsini hjá Lenu og Palla omanfyri vegin á Selheyggi vóru liðug. Eftir at tey vóru flutt niðan, komu Gunvør (1950), Frígerð (1953) og Páll (1958). Marjun býr í Onglandi, Gunvør býr í Leirvík, og hini búgva í Klaksvík. Jákup er sonur Jóhonnu, sum var dóttir Lisu og Lamba Jóhan, og Ziska Jacobsen, Ziska á Fløttinum, sum var sonur Oyra Kristoffur og Malenu, sum var úr Niðristovu úti á Oyri. Jóhanna og Ziska búsettust á Gerðareiði. Børnini hjá teimum vóru Anna (1923), Margit (1925), Pou­ lina (1927), Johan (1929), Hjørdis (1932), Elinborg (1935), Hergerð (1937), Benrosa (1940) og Jákup (1942). Hjørdis og Elinborg búsettust niðri, Anna úti á Oyri og hini í heimbygdini. Eftir á lívi eru Hjørdis, Hergerð og Jákup. Kjølbro var ógvuliga stórt í Klaks­vík, tá ið tey bæði Hergerð og Jákup vuksu til. Tey arbeiddu bæði á høvuðsskrivstovuni hjá Kjølbro á Gørðum, áðrenn tey fóru til Dan­ markar. Hergerð tænti eitt skifti í Keypmannahavn, og Jákup lærdi til hotelkokk á Hotel Grand. Tey bæði giftust í 1965 og høvdu harvið gullbrúdleyp fyri tveimum árum síðani. Tá ið tey komu aftur til Klaks­ víkar, búsettust tey í nýbygdum hús­ um á Fornagørðum. Í veghæddini var kjøthandil, Hergerð og Jákup búðu í miðhæddini, og í erva búðu Jonelisa og Christian Martin. Umframt at hava kjøthandil gjørdu tey mat til brúdleyp, føðingar­ dagar og aðrar veitslur. Jákup var reiðari á Borðoyarnesi, sum hann og verfaðirin og svágurin áttu í felag­ num Boreas, og seinni var hann reiðari á Ziska á Fløttinum, sum hann átti einsamallur. Hergerð passaði børnini, umframt at hon tók sær av skrivstovuni. Miðskeiðis í áttati árunum var hon í høv­uðsstaðnum og tók hægri handils­skúla prógv. Seinni bygdu tey í Gerðum. Tey góvust at handla, meðan tað nógva av hinum virkseminum helt fram. Miðstøðin var í kjallaranum í set­ húsunum, og tað er ein stór rúgva av veitslum og hátíðarhaldum – bæði stórum og smáum – sum tey hava matgjørt til og havt ábyrgdina av við borðreiðing og tænastum í Klaksvík og so nógva aðra staðni. Tað er ikki so langt síðani, at tey góvust við hesum. Jákup undirvísti í nógv ár í kokkaskúlanum á Klaksvíkar sjómansskúla. Tey bæði hava altíð verið áhuga í samfelagsviðurskiftum og tí, sum gongur fyri seg í heimbygdini, sum tey eru ógvuliga góð við. Familjan og vinaskarin eru stór, og eitt nú hevur Jákup verið virkin í Rotary, og so hevur hann spent frá á trøðni millum Garðarnar, ið hann tók eftir pápan, og har hann hevur nakrar seyðir. Valskeiðið 1977-1980 umboðaði Jákup fólkaflokkin í býráðnum. Hergerð og Jákup eiga fýra børn: Palli, Hanna, Lena og Fríðin. Lena býr í høvuðsstaðnum, og hini búgva øll í heimstaðnum. Barnabørnini eru tíggju, og eitt er komið í næsta ættar­ liðnum. Føðingardagarnar halda Hergerð og Jákup saman við familjuni. J Prógv Bjartur Bernhardson Thom­ sen, Hoyvík, hevur í januar 2017 tikið kandidatprógv í »Idræt og sundhed« við Syddansk Universitet. Føðingardagur Fríggjadagin 10. mars held­ur Halla Poulsen 40 ára føðingar­ dag í Lonini í Fuglafirði frá kl. 18.00. Hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur 8. mars verður Ida Nielsen 90 ár. Dagurin verður hildin 11. mars í Starvsmannafelagshúsinum kl. 18.00. Tey, ið vilja gleðast saman við mær, verða biðin at siga frá áðrenn 1. mars á tlf. 283406. Brúdleyp Leygardagin 11.3.17. verða Marit Hansen og Eddie Magnussen vígd í Havnar kirkju. Vígslan verður kl. 12.30. Opið hús verður heima á Argjum frá kl. 19.00. Við sama høvi halda vit eisini 40 ára føðingardagin hjá Marit. Vælkomin Marit og Eddie Vit skulu giftast Leygardagin 15. apríl kl. 14.00 giftast í Tvøroyrar kirkju Osla Jacobsen og Poul Hammer. Veitslan verður hildin í VB- húsinum kl. 19.00. Tey ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðin at siga frá á tlf. 293025 (Osla) ella 224915 Poul áðrenn 27. mars Við sama høvi, halda vit eisini 50 ára føðingardag hjá Oslu. Vælkomin Brúdleyp Sunnudagin 9.7.2017 kl. 13 verða Bodil Ahlman Jensen og Steyni Andreassen vígd í Hørdum Kirkju. Brúdleypið verður hildið í Sned­ sted­høllini, Øster Allé 10, 7752 Snedsted, frá kl. 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, verða biðin um at melda til á mailadr.: bodilogsteynibryllup9juli17@ gmail.com ella privat boð á facebook seinast 01.05.2017. Vælkomin. Bodil og Steyni Krúndiamantbrúdleyp Hanna og Sámal Rasmussen hava krúndiamantbrúdleyp 4. mars. Dagurin verður hildin hjá dóttrini. Tey, sum ynskja at heilsa upp á krún­diamant­ brúðar­parið, eru vælkomin á Norður­hædd 34, Saltangará, mill­um 14.00–17.00 hendan dagin. Brúdleyp 3. juni kl. 12.00 giftast vit í Fuglafjarða kirkju. Opið hús í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl.18.00-00.00. Tey, ið ynskja at heilsa upp á brúðarparið verða biðin um at siga okkum frá innan 14. mai á tlf 580314 Eilin ella 237472 Andreas. Silvurbrúdleyp Nú verður skjótt 25 ár síðani, vit søgdu ja við hvønn annan, og tað ynskja vit at feira saman við familju, vinum og kenningum. Veitslan verður leygardagin 8. Apríl 2017 kl. 19 í hølunum hjá Dansifrøi. Boða frá luttøku á messenger, teldupost dan.jona. olsen@gmail.com ella 210804 áðrenn Grækarismessu 12. mars 2017. Jóna og Dan 80 ára føðingardagur 7. mars verður Eyðbjørg Jacobsen Søldarfjørður 80 ár. Dagurin verður hildin, leygardagin 4. mars í Elim í Søldarfirði frá kl. 17.00 til 21.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúpleyp Leygardagin 04.03.2017 giftast Ragnhild í Skorini, Eiði og Ásmundur úr Hvalvík, Klaksvík. Vígslan verður í Mizpa á Eiði kl 13.00. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.00. Brúðarhús verður á Vágsheygsgøtu 11, Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin." Vinarliga Ragnhild og Ásmundur Brúdleyp Leygardagin 8. apríl 2017 giftast Torkil Nielsen, Skopun, og Martha Frede­riksberg, Strendur. Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 12.30. Eftir vígsluna verður móttøka og ábit í kafeteria í Kelduni frá kl. 13.30-16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað hevði glett okkum at sæð teg har. Veitsl­ an verður á Hotel Runavík kl. 19.00 fyri innbodnum. Vinarliga Torkil & Martha