týsdagur 28. februar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samgongan útsett
at leggja uppskot
um nýskipanina fram
Drúgvu samráðingarnar við Sambandsflokkin bóru ikki á mál,
so nú fer samgongan at leggja sítt egna uppskot fram
Árni Gregersen
Bæði løgmaður og landsstýr
ismaðurin við fiskivinnu
málum, Høgni Hoydal hava
fleiri ferðir sagt, at áðrenn
seinastu freist at leggja lóg
aruppskot fram í hesi ting
setuni, so fór eitt uppskot
um nýskipan av fiskivinnuni
at vera lagt fram.
Men so verður ikki.
Stutt eftir døgverða í gjár,
boðaði landsstýrismaðurin
frá, at uppskotið ikki fór
at verða lagt fram áðrenn
freistin fór.
Tá var ikki eydnast at
gera eina semju við Sam
bandsflokkin.
– Men samgongan hevur
sítt egna uppskot, segði
landsstýrismaðurin
eftir
stuttan samgonufund í høl
um í tinghúsunum.
– Vit kundu lagt tað fram,
men tað hevur ikki verið til
hoyringar og av tí at hetta er
ein nýskipan, so má vinnan
fáa tíð at viðgera uppskotið.
So mánadagin verður tað
sent til hoyringar, sigur
Høgni Hoydal, landsstýris
maður.
Ov lítið at vita
Vinnan fegnast um, at hon
fær meira at vita um, hvat
nýskipanin gongur út uppá.
Annfinn Olsen, formaður
í Føroya Reiðarafelag, sigur,
at felagið onki hevur fingið
at vita, síðani seinasta fund
in, sum var 31.januar.
Formaðurin í Reiðarafe
lagnum sigur eisini, at teir
fegnir sóu, at ein breið semja
verður gjørd um fiskivinn
una, tí sum teir ofta hava
sagt, so er tað ein avgerandi
fortreyt, at vinnan hevur
tryggar karmar at arbeiða
undir.
Á einum pallborðsfundi
í Klaksvík herfyri, har tað
vóru umboð fyri vinnuna,
sum mannaðu pallborðið,
var sagt fleiri ferðir, at ein
høvuðstreyt hjá vinnuni er
ein breið semja við tryggum
kørmum.
Uppboðssøla
Stóri spurningurin í samráð
ingunum um fiskivinnuný
skipanina hevur alla tíðina
verið,
hvussu
rættindini
skulu latast vinnuni.
Samgongan hevur alla
tíðina sagt seg vilja fara frá
tí, sum hon kallar politiskari
útluting til einamarknaðar
skipan.
Við øðrum orðum er ætl
anin, at fiskivinnurættindi
skulu seljast um eina upp
boðssølu. Í teimum drúgvu
samráðingunum, sum hava
verið við Sambandsflokkin,
er tað altíð hendan spurning
in, sum vent verður aftur til.
Í fiskivinnuni verður tos
að um søgulig rættindi – ella
grandfathering – sum tað eis
ini verður nevnt.
Hetta er tað sama sum, at
tey sum hava verið í vinn
uni og síðani níti-árini, tá
ið galdandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap kom í gildi,
framhaldandi skulu varð
veita hesi rættindi.
Hinumegin er sjálvandi
spourningurin um atkomu
ligheit hjá øðrum. Altso hvør
skal fáa møguleikan at fáa
lut í tilfeinginum, sum í lóg
ini eitur fólksins ogn.
Í samráðingunum hesar
seinastu dagarnar hava hesir
spurningar verið viðgjørdir
millum samgonguna og Sam
bandsflokkin, men tað er ikki
eydnast at finna eina semju.
Sambandsflokkurin hev
ur víst seg sinnaðan at ganga
við til at nøkur prosent skulu
seljast um uppboðssøluna,
meðan samgongan vil hava
munandi meir.
Smálutirnir í samráðing
unum hava annars verið
hildnir í samráðingartoymin
um, men tað eru ymiskt, sum
partarnir eru samdir um.
Millum annað tað, at fisk
urin skal virðisøkjast mest
møguligt í Føroyum og at vit
skulu veiða burðardygt.
Egið uppskot
Høgni Hoydal, landsstýris
maður, segði í gjár, at sam
gongan hevur sítt egna upp
skot. Hann hevur eisini sagt,
at umsitingin í fiskimála
ráðnum hevur arbeitt við
at tilevna eitt lógaruppskot,
samstundis sum samráðing
arnar hava verið við Sam
bandsflokkin.
Tað er hetta uppskotið,
sum nú verður sent til vinn
una til hoyringar. Uppskotið
verður alment í næstu viku.
Tað verður tó ikki lagt
fram í Løgtinginum fyrr enn
seinni. Til tess krevjast 17
undirskriftir, sum samgong
an sjálv hevur.
Helst leggur Sambands
flokkurin eisini sítt egna
uppskot fram, tí tað hevur
samgongan lovað at levera
undirskriftir til, fæst ongin
semja millum Sambands
flokkin og samgonguna.
POLITIKKUR
Høgni Hoydal boðaði í gjár frá, at hann onki uppskot um
nýskipan av fiskivinnuni leggur fram nú.
Annfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at tryggir
karmar hava avgerandi týdning fyri vinnuna.
Vinnan bíðar enn og hon kennir heldur ikki uppskotið, sum verður alment mánadagin.