Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSUSÍÐAN C-vitamin týdningarmikil fyri heilan Vilmund Jacobsen Flestu av okkum vita, at C-vita­ minir skulu vera góðar fyri immun­ verjuna, tá vit hava krím. Men, vita­ minin hevur nógvar aðrar leiklutir í likaminum. Tað seinasta er, at C-vitaminir hava ávirkan á okkara heila og tankagongd. Visti tú, at C-vitamin er týdn­ ingarmikil fyri tíni evni at hugsa og føla – at vitaminin er góð fyri hýrin og evnini at hugsavna teg? C-vitaminin hjálpir heilanum at fremja sítt sálarliga virksemi, sum eitt nú fevnir um vilja, kenslur, hug­flog og skilvísa – ella logiska – tanka­gongd. Hava fleiri uppgávur Áður hevur C-vitamin ikki verið sett í samband við ávirkan á heil­ an. Og tó – júst skyrbjóg ella sjúka av C-vitamintroti – hevur nerva­ sjúkufrøðilig sjúkueyðkenni. Nøkur av sjúkueyðkennunum til byrjanina av skyrbjóg eru troytt­leiki, skiftandi sinnalag og tung­lyndi, sum júst hava við heilan og tess virkni at gera. Men, longu áðrenn sjúkueyð­kenni eru um skyrbjóg, hava C-vita­minir ávirk­an á heilan og so­leiðis á okkara evni at hug­savna okkum og minn­ast. C-vitaminir hava fleiri uppgávur í heil­an­um. Okkara blóðæðrar brúka kolla­gen, og eitt nú eru C-vitaminir neyð­ ugar fyri, at kropp­urin kann fram­leiða kolla­ gen, sum er høvuðs­evnið í bindi­vevnaðinum í blóðæðrunum í heilan­um. Tað er eisini kollagen, sum vit við árunum koma at mangla í húð­ini, so vit gerast rukkut, og tí er ein eykavinningur við nýtslu av C-vitaminum eisini betri og vakrari húð Haraftrat eru C-vita­ minir eitt týdningarmikið bótarevnið, sum verjir móti oyðileggingum av okk­ara kyknum, eisini heila­kyknum. ­ Fært tú nógmikið? Heilsugóður og fjølbroytt­ur kostur við góðum C-vitamin­ keldum sum frukt­um og grønmeti er góður fyri likamið. Um neyðugt, kunnu fólk taka ískoyti av vitaminum, serliga um tú ert roykjari ella hevur trupult við at eta 600 gram av fruktum og grønmeti um dagin. Royking »stjelur« nevniliga burtur av C-vita­minunum, og tí kann tað vera skilagott at taka tilskot. Tekur tú tilskot, skalt tú tryggja tær, at hetta er sýru­neu­tralt, tí tað er betri fyri magan. Bio-C-vitamin hjá Pharma Nord er eitt gott boð, tá hesar hava heili 750 mg av C-vita­ minum, og saktans kunnu brúkast av bæði kvinnum við barn og kvinn­um, sum geva bróst. Kelda: Aktuel Naturvidenskab (nr. 4, 2016). Vilmund Jacobsen Menniskju og marsvín minna sjálvsagt slett ikki um hvørt annað. Kortini hava vit eitt í felag við marsvínini: Hvørki menniskju ella marsvín kunnu í sær sjálvum gera C-vitaminir. Danskir granskarar hava gjørt royndir við ungum marsvínum, sum við vilja ongar C-vitaminir fingu í samanlagt tveir mánaðir. Hjá menniskjum svara tveir mánaðir í lívinum hjá einum mar­ svíni til tíðarskeiðið frá barni, til eitt menniskja er hálvvaksið. Granskarar staðfestu, at mar­ svínini orsakað av vitamintroti høvdu verri við at minnast og at finna vegin út úr einari villiniborg ella labyrint. Flestu súgdjór framleiða C-vita­ minir í likaminum, men nøkur gera tað ikki, eitt nú marsvín - og menn­ iskju gera tað sum nevnt heldur ikki. Tískil er neyðugt at fáa C-vita­ minir inn við matinum. Tí kunnu úr­slit frá gransking í troti av C-vita­ minum hjá marsvíni flytast yvir á menniskju. Tá granskingarverkætlanir verða gjørdar innan føðslu, verða menniskju og grísar ofta saman­ borin, men ikki í hesum føri, tí grísar framleiða heili 10 gram av C-vitaminum um samdøgnið Kelda: www.helse.dk Forvitnisligar royndir við marsvínum C-vitaminin hjálpir heilanum at fremja virksemi, sum eitt nú fevnir um vilja, kenslur, hugflog og skilvísa – ella logiska – tankagongd Flestu súgdjór framleiða C-vitaminir í likaminum, men nøkur gera tað ikki, eitt nú marsvín - og menniskju gera tað heldur ikki C-vitaminin hjálpir heilanum at fremja virksemi, sum eitt nú fevnir um vilja, kenslur, hugflog og skilvísa - ella logiska - tankagongd Bio-C-vitamin hjá Pharma Nord er eitt gott boð, halda tey á Aktuel Naturvidenskab