Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 A t fara tíðliga upp er nakað, ið ofta gongur út yvir úrslitini og avrikini hjá nógvum tann­áringum runt skúlarnar í land­ inum. Men kanningar vísa nú, at sovi­morgnar kunnu hava góð úrslit, og geva betri faklig avrik. Fyri nøkrum vikum síðani kundi SVT Nyheter bera tíðindi um, hvussu avrikini í skúlunum vóru ávirkað av, at næmingar møta ov seint um morgnarnar. Tann­ áringar hava ilt við at orka upp um morgnarnar, og hóast tað, kemur tað sjáldan fyri, at teir møta seinni enn klokkan 8.30. Ein av skúlunum, sum hevur tik­ið hetta til eftirtektar, er Smeds­ hags­skolen, sum broytti skúla­byrj­ anina til klokkan 9.00 um morg­ unin. Og nú, næstan 10 ár seinni, sær skúlin stóra broyting til tað betra: »At færri næmingar møta ov seint og at tað nú eru frísk eygu, sum møta okkum á gongini. Vit síggja eina størri hugsavning og betri faklig avrik. Nærveran er jú nógv størri nú, og tað er ein treyt fyri at ogna sær vitan«, sigur Lolitha Nilsson, rektari á Smeds­ hags­skolen. Seinna byrjanin um morgunin hevur víst seg at vera sera vælum­ tókt millum næmingarnir, ið nú halda seg hava fingið eitt meira róligt arbeiðsumhvørvi, orsakað av eyka tímanum um morgunin. »Eg kenni meg frískari, og ar­ beiði betur í skúlanum«, sigur Ibra­ him. »Tað er so deiligt at sova leingi. Tú fært tíð at vakna og eta morg­ un­mat, so tú ert klárur til skúlan«, leggur floksfelagin Seghen Tes­fa­ lem afturat. Men at tað at fara tíðliga upp, ikki hóskar væl saman við lestrar­ orkuni hjá tannáringum, er ikki nakað nýtt. Longu í 2013 lut­tóku 9000 næmingar í ein­ari gransk­ ingar­verkætlan við lærda háskúlan í Minnesota, og verkætlanin vísti, at bæði lestrarúrslit og huglagið vaks, tá skúlin byrjaði og at tað lækkaði 50 minuttir seinni. Hetta er bara eitt av mongum granskingarúrslitum og argu­ment­ um, ið stuðla vísindaligu fram­set­ ingini, um at sovimorgnar geva góð úrslit. »Tað snýr seg ikki um, at næm­ ingarnir eru dovnir, tað er har­ afturímóti lívfrøðiligt. Tá tú kem­ ur í kynbúningaraldurin, økist hormon­flutningurin nógv og heilin veksur enn, og tað krevur nógva orku. Lívfrøðiliga urið verður á ein hátt stillað av nýggjum og verður forskotið ein tíma ella tveir, og tað kann gera tað torført at koma upp um morgnarnar«, sigur Torbjörn Åker­stedt, svøvngranskari á Karo­ linska Instituttinum. Hóast hetta, eru fáir skúlar, ið byrja seinni enn klokkan 8.30. Hjá Skolverket (svenska undir­vísingar­ ráðið) siga tey, at tað er upp til hvønn einstakan skúlastjóra at avgera, nær skúlabyrjan er um morgunin, so leingi tíðarætlanin verður hildin. Kelda: www.svt.se/nyheter SPURNINGAR OG SVAR Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og danskt Nem-ID, tá ið mann skal lesa uttan fyri Føroyar?. Lestur í Danmark: Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum mann flytir til, og boða frá flyt­ingini til kommununa. 1a. Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID beinanvegin, um mann ikki hevur tað. 1b. Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær mann tað so skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og síðani kann mann fáa Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um gjøgnum »minSU«. Lestur uttanlands: 2. Um mann skal lesa uttan fyri Danmark og hevur danskt CPR.nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folke­registeret í Danmark, kann Nem-ID útflýggjast fyri 200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann er. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan frá­ferð úr Føroyum gjøgnum Ríkis-umboðið. Tað kanst tú søkja um á hesum leinkinum: https://service.nemid.nu/dk-da/bestil_nemid/bestil_for_ udenlandsdanskere/index.html?execution=e2s1 3. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja SU-styrelsen um góðkenning av út­búgvingini og uppptøku á út­búgv­ingini, sum mann skal hava góð­kenda. Síðani skal mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírs­umsókn og upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum og eitt »Tro og love«-oyðublað skulu sendast saman við umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr. Fyri at fáa dansk Nem-ID noyðist stu­dent­urin at møta persónliga hjá Borgerservice í eini danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini við so sum CPR.nr. og pass. Við Nem-ID kann mann samskifta við SU ígjøgnum »minSU«. Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírs­umsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID. Minst til at seta teg í sam-band við SKAT í Danmark og fyri­ bils­skráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark. Vinarliga Holger IELTS royndir í Føroyum Komandi royndin verður leygardagin 13. mai. Tú teknar teg á https://ielts. britishcouncil.org/edu Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Móðir tannáringar avrika meira við sovimorgni »At færri næmingar møta ov seint og at tað nú eru frísk eygu, sum møta okkum á gongini. Vit síggja eina størri hugsavning og betri faklig avrik. Nærveran er jú nógv størri nú, og tað er ein treyt fyri at ogna sær vitan« LOLITHA NILSSON