Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR U17-LANDSLIÐIÐ VIÐ DREINGJUM ÚTTIKIÐ NÚ ER MARTIN BERGVOLD HB’ARI Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum í mars mánað skal til úrvalskapping á Kýpros HB hevur fingið tilgongd av Martin Bergvold. Hann hevur í síni tíð spælt við Livorno í Seriu A og við danska stórfelagnum, FCK. Hann er ein av trimum donskum spælarum, ið skulu fáa HB aftur á beint Tróndur Arge – Hetta verður ein øgiliga stór av­ bjóðing. Vit skulu spæla ímóti Kýp­ ros, Írlandi og Slovakia, og tey hava øll rættuliga sterk ung­dóms­lands­ lið. Men vit trúgva veruliga uppá møgu­leikan, og vit fara sjálvandi eft­ir honum, sigur Áki Johansen, lands­liðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í døgunum 11. til 21. mars fer føroyska U17-landsliðið við dreingj­ um at taka lut í Úr­vals­kapp­ing (Elite Round) í Lar­naca á Kýp­ros. Úr­vals­kapp­ing­in er kapp­ing fyri lond, sum hava spælt seg víðari úr inn­leið­andi umfarinum í EM-und­ an­kapp­ing­ini. Føroyski hópurin hevur fyri­ reik­að seg væl, og nú góðar tvær vik­ur undan fráferð, hava venj­ar­ ar­nir, Áki Johansen og Pól F. Jo­ en­sen sett navn á teir 18 spæl­ar­ar­ nar, ið eru úttiknir til kapp­ing­ina á Kýpros. Hópurin: Málverjar Bárður á Reynatrøð, Víkingur Bjarti Vitalis Mørk, HB Verjuleikarar Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE) Fróði Pætursson Rasmussen, B36 Jógvan Petersen, HB Dann Fróðason, 07 Vestur Andrias Edmundsson, B68 Sveinur Lava Olsen, HB Miðvallarar Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur Magnus Holm Jacobsen, B36 Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN) Sølvi Sigvardsen, NSÍ Stefan Radosavljevic, TB Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN) Símun Sólheim, HB Framherjar Tórur Jacobsen, KÍ Steffan A. Løkin, NSÍ Skráin 15. mars: Føroyar - Írland 17. mars: Føroyar - Kýpros 20. mars: Føroyar – Slovakia Tróndur Arge Í gjár kom Martin Bergvold til Før­ oya at skriva undir sáttmála við HB. Verjukendi miðvallarin er helst næst­seinsta kortið hjá HB á hesum sinni. Felgið hevur fingið Daniel “Elly” Pedersen, Sebstian Pingel og nú Martin Bergvold til felagið. Sum skilst, so leigar HB eisini Aleks­andar Stankov úr Viborg. Hann er bólkaður sum áleypari, men sigst spæla meiri sum ein vong­ur – ella tað er ætlanin hjá HB. Royndir úr Seriu A 33 ára gamli miðvallarin hevur eina fortíð í Livorno, sum eitt skifti spældi í italsku Seriu A. Hann spældi 66 dystir fyri felagið frá 2007 til 2010, meðan hann var aftur í fe­lagnum í fjør, men tað bleiv bara til fýra dystir. Hann hevur eisini spælt við FCK í tveimum atløgum. Hann spældi við danska stórfelagnum frá 2002 til 2007, og frá 2010 til 2012. Av øðrum kann nevnast at hann hev­ ur spælt við Vendsyssel FF frá 2015 til 2016. Hann eisini spælt við øllum ung­ dóms­landsliðnum hjá Danmark, men tað er ikki blivin til nakran A-lands­dyst. Hevur verið leingi á veg In.fo skrivaði tað longu 9. januar í ár grein, sum æt “Hesir skulu vinna FM fyri HB”. Tá vóru nøvnini Martin Bergvold, Daniel “Elly” Ped­ er­sen og Brent McGrath. HB hevur nú gjørt sáttmála við fyrst Daniel “Elly” Pedersen og nú Martin Berg­ vold. Sum skilst, so hevur HB eisini ver­ið í samband við Brent McGrath, men tað hevur ongantíð verið nær við. 17. januar ljóðaði fyri vist, at Martin Bergvold fór at skifta til HB. Felagið var í holt við at taka Sebasti­an Pingel inn, eftir at hesin ikki fekk sáttmála við B36. Tvær vikur seinni er Martin Berg­vold á vitjan í Gundadali. Hann sig­ur ikki so nógv, men kannar um­støð­urnar. Høvðuspersónurin sjálv­ur er heldur avvísandi fyri HB og Føroyum, men 7. feburar sig­ur hann við bold.dk, at HB og Før­oy­ar er ein møguleiki, men at hann fram­ vegis leitar eftir felagi aðrastaðni, um­framt at hann sigur seg hava møgu­leikar í Italia. Har tekur hann ikki av, tí hann vil vera tættur at fam­ilj­uni, sum býr í Esbjerg. Nú er greitt, at Martin Bergvold spælir við HB komandi kappingrár. ÍF fingið nýggjan áleypara ÍF boðar í dag frá, at felagið hev­ ur gjørt sáttmála við 27 ára gamla Adeola Runsewe, sum er úr Nigeria. Hann hevur fyrr umboðað fe­løg sum FC Midtjylland, Skive, Vend­ sys­sel, Silkeborg og HB Køge í Dan­ mark, og Trelleborgs FF í Svøríki. trondur@sosialurin.fo Sosialurin visti longu 9. januar, at samband var millum HB og Martin Bergvold. Hann bleiv í gjárskvøldið kunngjørdur sum nýggjur spælari hjá HB Føroyski U17-hópurin við dreingjum, sum í oktober í fjør spældi víðari til Úrvalskappingina (Elite Round) í EM-undankappingini