týsdagur 28. februar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
Fyri ellivtu ferð á rað skipa Fót
bóltssamband Føroya og Lions
Club í Føroyum fyri stórsteypa
dysti í fótbólti, sum er millum før
oyameistararnar og steypavinn
ararnar, sum í ár eru ávikavist
Víkingur og KÍ, ið eisini vóru tey
bæði fremstu í bæði lands- og
steypakappingini í fjør.
Liðini møttust í steypafinaluni
í fjør, sum endaði við javnleiki 1-1
eftir vanliga leiktíð og umdyst, og
tað var ikki fyrr enn eftir níggju
brotsspørk, at KÍ stóð sum vinnari.
Og í landskappingini var Víkingur
eitt stig framman fyri KÍ, tá øll 27
umførini vóru spæld.
Nú verður so alt hetta kókað
niður í stórsteypadystinum, ið er
fyrsti almenni fótbóltsdysturin
kappingarárið 2017, har vit kanska
eisini fáa eina góða ábending um,
hvussu toppurin í mansfótbóltin
um kann koma at síggja út.
Reglurnar eru tær, at somu
treytir eru galdandi fyri stórsteypa
dystin sum fyri vanligar dystir, og
hóast gul kort fella burtur eftir
dystin, verða reyð kort hangandi
til fyrstkomandi dyst.
Stuðla Team Rynkeby
Eitt er, at stórsteypadysturin hevur
áhuga millum teirra, ið fylgja við
føroyskum fótbólti, og ikki minst
hjá teimum, ið halda við liðunum
í hesum dysti, men harumframt er
talan um eitt vælgerandi tiltak.
Lions Club í Føroyum hevur
gjørt av, at ágóðin frá stórsteypa
dystinum hesaferð skal fara til
Team Rynkeby Føroyar, sum er
partur av einum norðurlendskum
súkkluliði, ið síðani 2002 á hvørjum
sumri hevur súkklað stívliga 1.200
kilometrar til París fyri á tann hátt
at savna inn pening til børn við
krabbameini og familjur teirra.
Tilsamans fevnir Team Rynkeby
fevnir um 1.700 súkklarar og 450
hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum,
Danmark,
Svøríki,
Finnlandi,
Noregi og Íslandi, og føroyingar
hava síðani 2014 havt sítt egna lið,
Team Rynkeby Føroyar.
Øll søla av atgongumerkjum
og alt tað, sum annars kemur inn í
sambandi við stórsteypadystin, fer
óskert til endamálið.
Spenningur um steypið
Hetta er fimta árið á rað, at Vík
ingur er annað liðið í stórsteypa
dystinum, og fyri gøtumenninar
og leirvíkingarnar hevur tað nógv
at siga at vinna, tí so fær felagið
Stórsteypið til ognar.
Spælt hevur verið um steypið
síðani 2007, og tað liðið, sum fram
til í fjør megnaði at vinna tað oftast,
fekk tað til ognar. Men undan
ársins dysti er støðan tann, at bæði
Víkingur og EB/Streymur hava
vunnið steypið tríggjar ferðir, so
klárar Víkingur í ár sín fjórða sigur,
er Stórsteypið ogn hjá Víkingi.
Verður tað hinvegin KÍ, sum
vinnur dystin, ið er fyrsti stór
steypadysturin hjá klaksvíkingum,
verða teir sætti partaeigarin í
steypinum.
Sum sagt, hava Víkingur og EB/
Streymur vunnið tríggjar ferðir
í part, og síðani hevur HB vunnið
tvær ferðir, og B36 og NSÍ hava
vunnið hvør sína ferð.
Hvussu leikur fer, fæst at vita
á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan
19, tá Víkingur og KÍ bresta saman
– bæði fyri at vinna heiður og æru,
men eisini fyri at stuðla einum
góðum endamáli.
hilmarjan@sosialurin.fo
STÓRSTEYPADYSTURIN
LEYGARKVØLDIÐ
Víkingur og KÍ
møtast leygarkvøldið
á Tórsvølli í
stórsteypadystinum,
ið er sjálv byrjanin
upp á kappingarárið
2017, samstundis
sum pengar
verða savnaðir til
vælgerandi endamál
2007
B36-HB 1-1 (1-1)
0-1: Rókur av Fløtum Jespersen, 2.
1-1: Fróði Benjaminsen, 15.
Brotssparkskapping:
2-1: Jákup Mikkelsen, B36
2-2: Christian Høgni Jacobsen, HB
3-2: Fróði Benjaminsen, B36
3-3: Jákup á Borg, HB
4-3: Alex José dos Santos, B36
4-3: Páll Mohr Joensen, HB (brendi)
5-4: Mikkjal K. Thomassen, B36
5-4: Rasmus Nolsøe, HB
6-4: Allan Mørkøre, B36
2008
NSÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0)
1-0: Jónhard Frederiksberg, 56.
2-0: Óli Hansen, 66.
3-0: Øssur M. Dalbúð, 76.
4-0: Sjúrður Jacobsen, 80.
2009
EB/Streymur-HB 1-3 (0-1)
0-1: Hans á Lag, 4.
0-2: Páll Mohr Joensen, 47.
1-2: Brian Olsen, 83.
1-3: Rógvi Poulsen, 85.
2010
HB-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen, 10.
1-1: Finnur Justinussen, 54.
2-1: Rógvi Poulsen, 85.
2011
HB-EB/Streymur 0-2 (0-1)
0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29.
0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49.
2012
B36-EB/Streymur 1-2 (1-0)
1-0: Símun Joensen, 10.
1-1: Hans Pauli Samuelsen, 60.
1-2: Arnbjørn T. Hansen, 93.
2013
EB/Streymur-Víkingur 1-0 (1-0)
1-0: Niels Pauli B. Danielsen, 43.
2014
HB-Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Bárður J. Hansen, 26.
1-1: Fróði Benjaminsen, 52.
1-2: Bárður J. Hansen, 78.
2015
B36-Víkingur 3-3 (2-2)
0-1: Sámal Jákup Joensen, 2.
1-1: Odmar Færø, 5.
2-1: Róaldur Jakobsen, 20.
2-2: Sámal Jákup Joensen, 39.
3-2: Høgni Eysturoy, 58.
3-3: Finnur Justinussen, 62.
Brotssparkskapping
0-1: Súni Olsen, Víkingur
1-1: Róaldur Jakobsen, B36
1-2: Hanus Jacobsen, Víkingur
2-2: Benjamin Heinesen, B36
2-3: Sølvi Vatnhamar, Víkingur
2-3: Árni G. Nielsen, B36
2-4: Finnur Justinussen, Víkingur
3-4: Høgni Eysturoy, B36
3-5: Atli Gregersen, Víkingur
2016
B36-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Sølvi Vatnhamar, 66.
Stórsteypadystir