Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MARS 2017 2 Á Instagram kanst tú gjøgnum myndir fylgja við í lívinum hjá øllum møguligum spennandi menniskjum og hjá fleiri matstovum, sniðgevum og feløgum - og møguliga eru eisini nakrar myndir úr tínum lívi, sum tú hevur hug at deila? Hvønn mánað viðmæla vit nakrir av teimum føroysku Instagram-brúkarunum: @HELGADJURHUUS FYLGJARAR: 1.062 Ró og vakurleiki eru orðini ið lýsa profilin. Helga tekur myndir av vakurleika í tí gerandisliga. Ein ísur, ein urtapottur og tríggir koppar. Profilurin hjá Helgu kann vera góður fyri allar okkum, ið av og á gloyma at anda og gloyma týdningin av estetikki. Vakurleiki gevur ró. @KOKS_RESTAURANT FYLGJARAR: 12.200 Nú fekk Koks, og harvið Føroyar, sína fyrstu Michelin stjørnu. Ert tú ein av teimum hepnu, ið fekk fatur í einum borði, áðrenn tað bleiv útselt? Júmen, so til lukku. Um ikki, so kanst tú fylgja við og munga á instagram profilinum hjá matstovuni. Tey leggja upp myndir bæði av lidna matinum, men eisini av fínu vøkru rávørunum. @BARBARAIGONGINI FYLGJARAR: 19.900 Svart, svart og meira svart! Fantastiska inspirerandi myndir - serliga fyri okkum sum altíð ganga í svørtum. Droppa ringu samvitskuna og vónina um at gerast meira litrík og sprelsk - dyrka heldur svarta stílin. Tað er ein kunstur at vera áhugverd í svørtum. Barbara dugir. Lat myndirnar av klæðum hennara vísa tær á leið. INSTAGRAM – tal­gildur heimur í myndum