týsdagur 28. februar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2017
4
Tjóðhild Patursson
– Eg havi mist hugin at keypa fast-made
klæði, sigur Randi Samsonsen. Randi
er tekstildesignari við stórari vitan un
tekstil og klæðnaídnaðin – bæði tær ljótu
síðurnar, og teir vøkru lítlu spírarnar, ið
byrja at blóma.
Klæði gerast bíligari og bíligari,
og vit keypa fleiri og fleiri. Vit blaka
klæðini burtur, tá ið tey enn hava 70% av
livitíðini eftir, og endunýtsluhandlarnir
verða yvirfloymdir av klæðum.
Baksíðan av madaljuni er ikki vøkur.
Klæðnaídnaðurin er hin næstmest
dálkandi ídnaðurin í heimunum.
Afturat stóru dálkingini eru vánaligu
arbeiðskorini við til at gera júst
hendan ídnaðin til ein av teimum mest
útskeldaðu ídnaðunum. Tað kann virka
tyngjandi og óyvirskoðiligt at fáa eyguni
upp fyri baksíðuni av klæðnaídnaðinum.
Tí hvussu skulu vit nú keypa klæði?
Skulu vit øll steðga við at pynta okkum?
Og øll ganga í leysum grá-grønum kjólum
gjørdum úr hampi ella notum?
IKKI PANIKKA, UPPLÝS
TEG OG KEYP MINNI
– Fólk mugu ikki fara í panikk, men
heldur hugsa, at hetta er ein prosess,
sigur Randi Samsonsen. Skiftið frá
umhvørvisdálkalkandi til burðardygt
kann ikki henda yvir nátt, men hendir
so líðandi. Tað, vit kunnu gera her og
nú, er at keypa minni, keypa klæði, ið
halda betur (bæði í stíli og styrki) og at
royna at stuðla teimum sniðgevunum
og framleiðarunum, ið royna at ganga
nýggjar og meira burðardyggar vegir.
– Eg havi lært meg sjálva at ikki vera
impulskeypari. Oftast hvørvur trongdin
at keypa aftur eftir eini løtu, sigur Randi
Samsonsen. – Eg plagi at siga, at um havi
gloymt teg aftur eftir fimm tímum, so
skuldi tað ikki vera vit bæði.
Vitanin um stóru dálkingina av
klæðnaídnaðinum hevur gjørt, at Randi
hevur mist hugin at keypa sokallað »fast-
food« klæðir, og ístaðin hugsar »hevði
dóttir mín kunna arvaå hetta?«. Tí tað
er ikki einans framleiðslan av klæðum,
sum er dálkandi, men eisini stóra
burturkastið, sum stendst av vánaligu
góðskuni, umframt at vit koyra klæðini
burtur, tá tey bara hava tænt 70% av síni
livitíð.
TRUPULEIKIN VIÐ ENDURNÝSTLU
– Vit hava eina fatan av, at vit hjálpa
teimum neyðstøddu við at lata klæði
til endunýtslustøð sum t.d. Reyða
Kross, men hendan fatan er ov einføld,
sigur Randi Samsonsen. Randi greiðir
frá, at endunýstluhandlarnir eru um
at drukna í klæðum. Reyði Krossur
í Havn fær hvørja viku 150 sekkir av
klæðum, sum allir skulu sorterast av
teimum sjálvbodnu starvsfólkunum.
Ein brotpartur av klæðunum verður
síðan seldur sum endurnýtsluklæði her
hjá okkum. Men størsti parturin verður
sendur av landinum – Reyði Krossur í
Føroyum sendir eina bingju, fulla av
klæðum, av landinum hvønn mánað.
Tað kostar at senda heilar bingjur við
klæðum av landinum, og hetta eru
pengar, sum møguliga vóru brúktir betur
aðrastaðni í hjálpararbeiðnum.
At marknaðir aðrastaðni í heimin
um vera yvirfloymdir av endurnýtslu
klæðum, hevur summastaðni havt
katastrofalar fylgir fyri lokalu tekstil- og
klædnaframleiðsluna – summastaðni
liggur lokala framleiðslan púra lamin, tí
at fólk ikki longur hava fyri neyðini at
keypa sær klæðr.
ARBEIÐSVIÐURSKIFTI
– Vit hava barst SO nógv fyri okkara
fakfelagsviðurskiftum, sigur Randi
Samsonsen, og vísir á vánaligu arbeiðs
korini hjá nógvum fólki, ið arbeiða við
at gera okkara klæði. Vit kunnu gera
mun, og kunnu velja at siga og hugsa »eg
havi virðing fyri tær har í miðeysti og
Asia«. Flestu klædnamerkini á okkara
leiðum arbeiða einans við design og
søluprosessini – tekstilframleiðslan og
sjálv seymingin er flutt av landinum.
Hetta er bíligari. Tá ið ein partur av
framleiðsluni fer fram langt uttan fyri
landamørkini, kann vera lætt at venda
blinda eygað til arbeiðsumstøður og
umhvørvisárin av framleiðsluni. Við
at velja klædnamerki, ið seta krøv til
arbeiðsumstøðurnar, og aktivt arbeiða
við at betra um hesar arbeiðsumstøður,
kanst tú vera við til at gera mun.
KEYP FRÁ TEIMUM SMÁU
HELDUR ENN TEIMUM STÓRU
Men hvussu kunnu vit so gera fyri at
tryggja okkum at tey, ið gera okkara
klæði, hava góð arbeiðskor? Og hvussu
kunnu vit tryggja okkum, at atlit verður
tikið til at framleiða burðardyggar
vørur? Tað er sjálvsagt ógvuliga trupult
at tryggja sær. Ein møguleiki, er at keypa
nógv minni og soleiðis gera minni skaða,
og at kunna teg um trupulleikarnar av
klædnaídnaðinum ger teg betur føra fyri
at velja við skili.
Randi Samsonsen nevnir eisini, at vit
afturat tí kunnu royna at keypa frá fólki,
vit hava álit á. Hetta er lættari at gera,
um tú keypir frá smáum sniðgevum
og skræddarum, ið tú persónliga kanst
hitta og hyggja í eyguni. Tær stóru
fyritøkurnar gerast skjótt andlitsleysar,
og tað er lættari hjá teimum at fjala
síni andlit, og at missa tamarhaldið á
framleiðsluni. Keypir tú frá føroysku
sniðgevunum eru tey menniskju,
sum tú sært og møguliga hittir í
Keypssamtøkuni. Hevur tú spurningar
til framleiðsluna, kanst tú altíð spyrja.
Við at spyrja um framleiðsluna, vísir tú
samstundis sniðgevanum týdningin av
at fylgja við í øllum liðum í framleiðsluni,
og at tryggja bæði arbeiðsfólk og
umhvørvi.
Mist hugin at keypa fast-
food klæði
Filmshugskot
Tað finnast nógvir góðir og upp
lýsandi filmar um klæðnaídnaðin.
Ein teirra er The True Cost,
sum millum annað lýsir stóru
gøluna í Bangladesh, tá ið ein
framleiðslubygningur í 2013 fall
saman og 1129 fólk doyðu. Eigararnir
av bygninginum vóru væl vitandi
um vandan. Filmurin finnst á
Netflix.
1. Passa klæðini, áðrenn tú keypir.
2. Keyp klæði av góðum toyi, tað er slitsterkari, heldur tí longri og mann sparir
pengar og dálking.
3. Keyp klæði, tær veruliga dámar at síggja teg sjálva í.
4. Keyp klæði, ið gera teg glaða ikki bert eitt leygarkvøld, men eisini mikumorgun á
veg til arbeiðis.
5. Klæði eru hópframleidd út frá nøkrum standardmátum. Lær teg handarbeiði, so
tú sjálv kanst laga klæðini til tín kropp og stíl.
Randi Samsonsen
Mynd: Lorena Sendic Silvera
VISTI TÚ …
… at klæðnaídnaðurin er hin næstmest
dálkandi í heiminum?
Fimm ráð frá stílistinum Katrini í Geil
Soleiðis keypir tú klæðir ið halda