týsdagur 28. februar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MARS 2017
Fast fashion vs Slow fashion
Brot úr røðu hjá Else Skjold:
»Modebranchen har fået
tøjforstoppelse, ja den
har ondt i maven har
den. Og forandringerne
skaber disse år dybe
kløfter man kan falde
ned i, hvor man slår
sig meget hårdt.
Men det skaber
også løfter om nye
landskaber vi skal
vinde sammen.
Som vi skal skabe
sammen.
Det er der,
designerne
kommer ind i
billedet, og det er derfor vi skal tale om
tøjets værdi.
Vi skal skabe en bevægelse der siger:
stop spild af tøj.
… Hvem er det for eksempel som har
bestemt at i skal lave minimum fire
kollektioner per år? Det svarer jo til
at Rihanna udgiver en plade hver 3.
måned? Jamen, det er da sygt i roen.
Det ville ingen forlange. Men det
forlanger vi af designerne. Skruen er
løs, og den har ingen ende«.
HENDAN MENTANIN VIÐ AT KEYPA NÝTT OG
TVEITA BURTUR, MENTANIN AV AT HANDLAR
HAVA ÚTSØLU FLEIRI FERÐIR UM ÁRIÐ, OG
AT NÝGGJAR KOLLEKTIÓNIR KOMA TIL STÓRU
HANDILSKETURNAR HVØRJA VIKU, HEVUR NÚ
FINGIÐ SUMMAR SNIÐGEVAR AT GERA
BART. ELSE SKJOLD, ADJUNKTUR Á
DESIGNSKÚLANUM Í KOLDING, HEITTI
HERFYRI Í RØÐU Á AT STEÐGA FAST
FASHION MENTANINI, OG Í STAÐIN
LEGGJA SEG EFTIR SLOW FASHION. HON
HELDUR AT FAST FASHION MENTANIN
VAR VIÐ AT DREPA KREATIVITETIN OG
ARBEIÐSHUGIN HJÁ SNIÐGEVUNUM
Bindiklubba
spælið – ið ger
teg varuga við
títt klæðna
forbrúk – og er
stuttligt sam
stundis
Eg kenni eina kula konu, sum er í
einum kulum bindiklubba (eg fari
ikki at nevna nøvn, tí eitt sindur
av privatlívi mugu tey rundan um
meg hava, hóast at eg stjali teirra
góðu hugskot til skrivingina her í
Miðlahúsinum). Kulu konurnar í kula
bindiklubbanum kjakast millum annað
um tráð, tekstil og umhvørvisárin av
klædnaframleiðslu.
Til jólaborðhaldið hjá teimum í fjør
høvdu tær kulu bindiklubbakonurnar
funnið upp á eitt spæl. Vikuna undan
jólaborðhaldinum skuldu tær allar
telja upp klæðini hjá sær og skriva
nøgdirnar á ein lepa. T.d. soleiðis:
Buksur: ____
Blusur: ____
Skógvapør: ____
Jakkar/frakkar: ____
Niðurdeilar: ____
Kjólar: ____
Taskur: ____
Samanlagt: ____
Til jólaborðið skuldi so gitast, hvør ið
átti hvønn seðil.
Spælið ger teg greiða yvir, hvussu
nógv klæðir tú eigur, og kanska
kemur tú fram á okkurt, tú ikki
hevur brúkt í langa tíð?
Flestu kvinnur eiga NÓGV fleiri
klæðir enn tær halda. Áðrenn tú
fert í gongd við at telja, kanst tú
skriva tær gitingarnar niður á eitt
pappír.
Fleiri og fleiri fólk gerast varug við umhvørvistrupuleikarnir,
ið standast av klædnaídnaðinum. Sum eitt mótrák til yvir
forbrúkið, eru summi, ið royna at minka sína nýstlu niður í
næstan einki.
»30 klædnapløgg« ella
»30 piece wardrobe«
eitur ein tanki, ið
nógv hava roynt
og royna at
liva eftir. Alt í
alt, hevur tú
einans loyvi at
hava 30 pløgg
í skápinum.
Hóast hetta
møguliga ikki
ljóðar so lítið, er
tað nógv minni enn
tað, ið flestu fólk vanliga hava í sínum klædnaskápi.
Googla »30 piece wardrobe« og fá inspiratión til at minka um
klædnaforbrúkið.
OBS!: Ver varin, at minka um klædnagoymsluna hjá tær kann
hava positivar ávirkanir:
✔ Tú ansar betur eftir tí, ið tú eigir
✔ Tú brúkar ikki so nógva tíð upp á at rudda klæði
✔ Flestu fólk siga, at tey hugsa seg betur um, áðrenn tey
keypa, og gera færri feilkeyp. Ístaðin hava tey ráð til at
keypa dýrari klæði, ið halda betur (men minst til at dýr
klæði ikki altíð er garanti fyri kvaliteti!)
✔ Summi fólk siga, at tey gjørdust lættari í sinni, tá tey ikki
longur hava eitt yvirfylt klæðnaskáp.
30 klæðnapløgg
í skápinum
So nógvan pening
brúka vit upp á klæði:
Sjálvsagt eru tað – sum so ofta
– donsku hagtølini, ið her verða
prentað. Men tølini eru allarhelst ikki
heilt við síðuna av fyri føroyingar.
Í miðal keypa danskar kvinnur og
danskir menn árliga klæði fyri
ávikavist 5.680 kr og 3.660 kr.