Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MARS 2017 12 Annika Kunoy Im 07.50 SELFIE VIÐ HÚKIN Tá tú kemur til Klaksvíkar verður tú møtt av nógv umrødda, stóra húkinum í rundkoyringini. Húkurin umboðar fiskiskapin og fiskivinnuna, sum er høvuðsvinnan í Klaksvík, men varð nógv umrøddur í miðlunum, tá hann var settur upp. Klaksvíksingar fingu tá boð úr Havnini um at taka húkin niður, tí hann økti um ferðsluvandan. Hvussu so er og ikki, so stendur stóra Klaksvíkssúmbolið har enn, og er í øllumførum vert eina selfie. So parkera bilin, og tak eina ironsika (ella ikki) selfie við húkinum. #húkurin 08.00 ENSKUR MORGUNMATUR Í JACQSON Okay, áðrenn vit ordiliga fara at uppliva Klaksvíkina, so steðga vit í Jacqson. Her borðreiða tey nevniliga við enskum morgunmati frá kl. 08.00 gerandisdagar. Onki er opið enn, og vit hava allan dagin frammanfyri okkum. Jacqson er mitt í býnum, og er kaffihús um dagin, men barr/ lounge um kvøldarnar . Vit seta okkum her at fáa okkum ein morgunmatarbita og ein kaffimunn, áðrenn farið verður víðari. 09.00 TÚR NIÐAN Á HÁLS OG MØGULIGA KLAKK Nú eru kaloriurnar komnar inn, og so skulu tær eisini brennast aftur, so vit fara ein gongutúr. Túrurin niðan á Háls er frálíkur, tí hann er lættur at ganga – og til ber eisini at koyra, um tú ynskir tað – og komin niðan á, sært tú alt úr erva. Tað er heilt víst, at útsýnið yvir alla Klaksvíkina og stóru hábornu fjøllini er eitt tað vakrasta í landinum. Gongur tú síðani eitt sindur longur niðaná og vesturum, so sært tú eisini yvir til Leirvíkar og Fuglafjarðar og oman í Føgrulíð, har Føroya fyrsti háskúli varð bygdur í 1900. Eisini er nevningsvert, at har uppi á Hálsinum er eitt stað, sum kallast á Vaktini, sum menn fyrr stóðu á varðhaldi á og ansaðu eftir sjórænaraskipum. Um veðrið er gott, so møtir tú altíð nógvum fólki á veg niðan á Háls. Minst til myndina! #Klaksvík #uppiáhálsi 11.00 BINDA, BINDA, BINDA Dámar tær at hava okkurt lekkurt á stokkunum? So ert tú á ein hátt komin í shoppingmekka. Bindibúðirnar í Klaksvík eru tíggjar í tali, og eru kendar fyri at vera millum tær bestu í landinum. Sjálv eri eg ikki tann, sum fær mest av stokkunum, men eg tosi ofta við fólk, sum koma til Klaksvíkar bara fyri at keypa tógv. So okkurt má vera um tað. Har er nógv í at velja, og góð ráðgeving, um tær tørvar tað. So nøkur noður mugu í øllum førum í innkeypsposan, áðrenn túrurin í Klaksvík er liðugur. 12.00 FROKOST Í FRÍÐA Eftur langan gongutúrur og shopping er upplagt at hvíla beinini eina løtu í kaffihúsinum Fríða. Eg elski hesa lítlu hugnaligu kaffistovuna, tí hóast hon er heimlig so er góðskan sera góð og fokus er á føroyska vøru. Her fært tú eina lættari máltíð, um tú hevur hug til tað, men kanst eisini keypa okkurt sum ordiliga mettar. Og so fær men verðins lekkrastu heimabakaðu køkur her og ein cappuccino í heimsklassa – eg yvirdrívi ikki. 13.30 LEIKALUND Leikalund hevur verið eitt sindur deytt seinastu árini, og man hevur ikki ordiliga vitað nær man møguliga kom á stongdar dyr. Nú tykist lív vera komið í húsið aftur, og tað er frálíkt, tí húsið er jú søguligt. Her finnur tú serføroyska vøru, sniðgivin av føroyskum sniðgevum, føroyskar bøkur og fløgur. Handilin er í gomlu handilshølunum hjá kongliga einahandilinum úti í Klaksvík. Tað er í sama húsi sum Norðoya Fornminnissavn og Spaniastova eru í. Tað er ein uppliving í sjálvum sær at vitja handilin, og ynskir tú eina serføroyska vøru, so finnur tú hana her. Eisini er starvsfólkið sera fyrikomandi, og tú fært ein kaffimunn og eitt gott prát, um tú ert fresh. Ein dagur í KLAKSVÍK HEVUR TÚ BERT EIN DAG Í KLAKSVÍK, OG VEITST IKKI HVAT TÚ SKAL BRÚKA HANN TIL? KOM SO VIÐ MÆR, OG SO FARA VIT Á ÁHUGAVERDA OG HENDINGARÍKA FERÐ Í NÆST­ STØRSTA BÝNUM Í FØROYUM, NEVNILIGA KLAKSVÍK! P.S. Hetta er ein dag mitt í viku. Um eg hevði ein leygardag í Klaksvík, so hevði eg býtt um uppá morgunmat og frokost. Eg hevði byrjað morgunmatin í Kaffihúsinum Fríða, sum hevur ekstremt lekkra brunch buffet leygarmorgun, og etið frokostin í Jacqson- møguliga ein Jacqson burgara. Tá má hædd eisini verða tikin fyri møguligum broytingum í upplatingartíðunum í svimjihøllini, tógvhandlunum og matstovunum.