týsdagur 28. februar 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MARS 2017
14.30
GONGUTÚR ÚT Í GRØV
Um tú hevur hug at síggja meir av
Klaksvíkini, so er ein gongutúrur út í
Grøv, gjøgnum gamla veg, at viðmæla.
Túrurin er eftir sløttum og nemmur at
ganga. Viðarlundin úti í Grøv er sera
vøkur og verður nógv vitjað – har eru
áir, brúgvar, trø og annar vøkstur. Har
eru eisini gamlar toftir, sum helst eru
frá víkingatíðini.
Í 1906 varð Føroya fyrsti svimjihylur
bygdur úti í Grøv, og hann er har
enn, hóast onki vatn er í honum nú.
Har standa tó borð og beinkir, og
til ber at seta seg har, ella á ein av
mongu beinkjunum úti í Grøv at njóta
náttúruna.
19.00
ROYKSTOVAN
Svevur tú her norðuri, ella hevur
nakrar tímar afturat? Eitt tað mest
lokala tú kanst royna í Klaksvík,
er ein vitjan í lokalu pubbini
Roykstovan. Her er ofta fótbóltur á
skýggjanum, og hvørt fríggjakvøld
er vælumtókta pub-quizzin. Hetta
er onki fancy-dancy, men ein tú
fært eina lokala bjór og eina ordiliga
klaksvíksuppliving. Í Roykstovuni ber
eisini til at keypa mat og tey gera ein
genialan ostabúrgara – akkurát fyri!
15.30
GAMLA SEGLHÚSIÐ
Gamla Seglhúsið er karmur um
listaframsýningar, og hevur ein
nýggja sýning hvønn mánað. Tú
sært á heimasíðu og á facebook síðu
teirra hvør sýnir fram. Hetta er eina
vitjan vert – og er eisini ókeypis.
16.30
BAÐILANDIÐ Í SVIMJIHØLLINI
Fólk streyma úr norðoyggjum og eysturoynni til
Klaksvíkar at svimja. Baðilandið er serliga væl
umtókt. Svimjihøllin í Klaksvík var eisini tann
fyrsta av sínum slagi í landinum, tá hon
lat upp í 1974. Hevur tú børn við, so er
baðilandið altíð eitt garenterað hitt
– men tað er altso eisini lekkurt
og avslappandi hjá okkum
vaksnu.
Hygg líka á heimasíðuna
svim.fo áðrenn tú fert, tí
onkuntið havi eg brent meg,
tá svimjikappingar hava
verið.
HEIÐAVEGUR 56 · TLF: 448125 · 600 SALTANGARÁ · HANDILIN@DIANA.FO · WWW.DIANA.FO
Lekkra
ISAGER tógvið
fæst hjá okkum
diana.handilin