hósdagur 2. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
3. mars 2017
Tann 24. mai kann Sosialurin hátíð
arhalda, at 90 ár eru liðin, síðani
fyrsta blaðið kom á gøtuna
Nógv vatn er runnið í ánni, síðani fólk úr
arbeiðararørsluni í Havn og á Tvøroyri tóku
stig til at stovna eitt blað, sum kundu fáa
boðskapin hjá teimum, sum tvey ár framm
an undan høvdu stovnað Javnaðarflokkin,
bornan kring landið.
Tað vóru tveir flokkar á tingi í 1927. Sam
bandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Teir
høvdu báðir síni málgøgn – Dimmalætting
og Tingakross.
Petur M. Dam, Mourentius Viðstein og
hini, sum stovnað høvdu nýggja flokkin,
vistu fullvæl, at uttan blað so var eingin
flokkur.
Á sama hátt var tað átta ár seinni, tá Dag
blaðið kom á fyrsta sinni í 1935 og 14. Sep
tember í 1947. Uttan bløðini, so høvdu heldur
ikki Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
sæð dagsins ljós.
Týdningurin av bløðunum er alsamt
broyttur. Og hóast partapolitikkurin fyllir
nógv í gomlu bløðunum, so eru bløðini ein
sera góð søgukelda. Samtíðarsøga er ikki
so nógv skrivað – men í bløðunum er nógv
skrivað, sum lýsir dagsins viðurskifti upp
gjøgnum farnu øld – og líka aftur til fyrsta
blaðið, Færingetidende hjá Niels Winther í
1852.
Tá Útvarp Føroya verður sett á stovn í
1957 broytist tíðindameldurin, og vit kunnu
siga, at ikki fyrr enn tá fáa føroyingar óheft
an tíðindaflutning.
Bløðini mennast eisini, og fleiri bløð
royna at flyta seg úr støðuni sum politiskur
boðberi til tíðindabera.
Nýggja tíðin setti onnur krøv – og sum
vit nærkaðust endanum á farnu øld, hvurvu
fleiri av floksbløðunum, meðan Dimma
lætting og Sosialurin royndu at flyta seg
frá politiska bandinum at blíva tíðindabløð
burturav.
Tíðin við fjølmiðlum í Føroyum røkkur
aftur til sama ár, sum Løgtingið varð end
urstovnað í 1852. Hetta sigur nakað um
týdningin, sum fjølmiðlar hava sum partur
av fólkaræðinum.
Nýggjar tíðir broyta tørvin – og fjølmiðl
arnir flyta seg millum ymsu miðlapallirnar.
Fram til 24. mai fara vit
at taka ymsar bitar úr
bløðunum, sum vit
hava givið út sein
astu níti árini.
Tá spakin í gjár varð settur í fyri bygging
av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði, hildu
vinkonurnar, Annie Toftegaard og Karin
Rygshamar, røðu. Tær báðar ganga í 6. flokki við
Fuglafjarðar skúla.
- Vit vóna, at tann nýggi skúlin verður
barnavinarligur, litríkur - og at øll fara at trívast
væl og fáa góð minnir í skúlanum. Okkum
dámar væl at ganga í skúla, og vit fegnast um,
at skúlaverkætlanin nú verður veruleiki, søgdu
tær báðar millum annað.
- Vit ynskja, at tit skunda tykkum at byggja
skúlan, tí nú hava vit
bíðað so leingi. Góðan
arbeiðshug - tit, sum
fara at byggja, løgdu
tær báðar aftrat.
Borið tíðindi kring landið í níti ár
Skundið tykkum
at byggja skúlan
Annie og Karin
Les eisini blaðið
á telefonini
Revolutión ella
evolutíðon...?
Bjarni Djurholm
síða 22-23
Heimsins fyrsta
ráðfrúa skrivaði í
fyrsta Sosialinum
síða 16-17
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
– at fyrsta blað í
Føroyum, Færinge
tidende, kom út í
1852?
Posta skal aftur vera al
mennur stovnur, heldur
landsstýriskvinna
Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa, er ikki
fegin um, at ætlaði miðlastuðulin til før
oysku bløðini skal fella í fóðrið hjá partafel
agnum Posta.
– Eg kann illa góðtaka, at monopolfyritøk
an Posta fer avstað við miðlastuðlinum og
fari at taka málið upp í landsstýrinum, sigur
Rigmor Dam.
Hon sigur, at her má finnast ein loysn, tí
hetta verður óiva banin hjá føroysku avísu
num.
– Og tað er avgjørt ikki í tráð við sam
gonguskjalið, har vit lovaðu at styrkja priv
atu miðlarnar fyri at tryggja fjølbroytni. Vit
skulu hava aðrar miðlar, sum kunnu standa
upp ímóti Kringvarpinum. Alt gott um
Kringvarpið, men tey skulu hava kapping og
mótspæl frá privatum miðlum, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vísir á, at uppgávan
hjá Posta er at bera post út í hvønn krók í
landinum.
– Og tað skal kosta tað sama, um tað er
ein pakki til Hattavíkar ella til eitt pláss í
miðstaðarøkinum. Posta er ein partur av
almenna undirstøðukervinum í landinum,
sum hevur veitingarskyldu til alt landið.
Hon er bangin fyri, at príshækkingin hjá
Posta kann føra til, at onkur annar fer at
bera bløð og lýsingar út í miðstaðarøkinum,
og at útjaðarin verður við sviðusoð.
Rigmor Dam heldur, at tað var skeivt at
gera Posta til eitt partafelag, og tí heldur hon,
at partafelagið Posta skal avtakast og Posta
gerast aftur til ein almennan stovn.
Vil gera Posta aftur
til almennan stovn
Tað kemur sera illa við hjá bløðunum, at Posta hækkar galdið fyri útbering