Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 3 ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku byggivinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í byggivinnuni vitjar tú byggi fyri tøkur, timburmeistarar, snikkarar, múrarar, málarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men royndir í byggivinnuni er ein fortreyt fyri at søkja starvið. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mánadagin og týsdagin 27. og 28. mars 2017 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum um okkara heimasíðu: www.wuerth.dk Umsóknarfreist: 20. mars 2017 Starvssetan. Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Byggifrøðingur el. líkn.: Førleikar: • Tú hevur royndir sum handverkari • Góð samstarvsevni,og ikki bangin fyri at taka ábyrgd og sjálvstøðugar avgerðir • Rímuliga góðar telduførleikar; serliga innan tekning og planlegging (Autocad, Revit, MSproject el. líkn.) Arbeiði inniber: • Kunna stýra og leiða arbeiði á einum størri byggiplássi; inkl. samskifti við byggileiðslu, planlegging, góðskustýring, trygd osv. • Tosa við kundar, innheinta prísir, rokna tilboð v.m. • Smávegis projektering og ráðgeving • Annars ymiskar fyrifallandi uppgávur í samstarvi við leiðsluna Skrivstovufólk ½ tíð: • Afturat verandi roknskaparfólki, hava vit brúk fyri skrivstovufólki við grundleggjandi førleikum innan bókhald; lønarútgjalding og vanligt skrivstovuarbeiði annars. • Løn og treytir annars verða avtalaðar millum partarnar Um tit ynskja at vita meira um størvini kunnu tit ringja til Helgi Johannessen, tlf. 218874 Umsókn við tilhoyrandi prógvum kann sendast til: Byggivirkið KBH Sp/f, við Rætt 13, 650 Toftir ella sum teldupostur til: helgi@kbh.fo Í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2017 Byggifrøðingur, byggi - tøkningur e.l. & skrivstovufólk Um Byggivirkið KBH: Byggifyritøka við uml. 30 starvsfólkum, byggifrøðingar, skrivstovufólk, timburmenn, smiðir, lærlingar o.a. Heimstaðurin (verkstaður og skrivstova) er á Toftum, men arbeiðsuppgávurnar eru ymsa staðni runt landi. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men í høvuðsheitum er tað betong-, timbur- og snikkaraarbeiði vit gera sjálvir, men arbeiða ofta sum høvuðsarbeiðstakari í samstarvi við fyritøkur innan hini fakini. WWW.KBH.FO Vegna nógvar og avbjóðandi uppgávur, hava vit brúk fyri kvalifiseraðum starvs fólki, sum eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt. 44 88 74 21 88 74 Bátur til Strandfaraskip Landsins Strandfaraskipum Landsins tørvar ein avloysarabát. SSL hava havt hendan tørvin í mong ár, serliga tí skip okkara regluliga skulu í dokk ella loysa seruppgávur. Haraftrat koma allar tær óvæntaðu støðurnar, ið javnan taka seg upp. Skulu vit røkja lógarásettu flutningsskylduna á nøktandi hátt, má ein avloysarabátur altíð vera tøkur. SSL leiga í løtuni privatar bátar, tá tørvur er á tí, men hendan loysnin er ikki nøktandi, tí tørvur er alt árið á einum avloysarabáti. Tí spyrja vit, um nakar hevur ein tílíkan bát at leiga okkum ella møguliga selja okkum, um játtan verður tøk til endamálið. Tørvur - Okkum tørvar ein bát, sum er um 15 metrar langur og 6,5 metrar breiður - Báturin skal kunna flyta 110 ferðafólk, harav 85 skulu kunna vera innandura - Talan skal vera um ein skjóttgangandi bát, sum tómur kann sigla 28 míl - Báturin skal egna seg væl til útoyggjasigling - Ferðandi skulu kunna vera á tveimum dekshæddum, og høvuðssalongin skal vera niðast - Fremst í salongini skulu vera hentleikar til køk og pláss til tvær koyggjur - Vesi má vera til rørslutarnað - Gott pláss skal vera til viðføri - Báturin skal hava eina ventilatiónsskipan, sum basir fukti í báðum salongum - Stólar og setur skulu vera slitsterk og klædd við leðri ella kunstleðri - Veggir, gólv og loft skulu vera gjørd úr tilfari, sum er lætt at viðlíkahalda Grundleggjandi krøv - Báturin skal vera útgjørdur við tveimum skrúvum til framtøku, einari síðuskrúvu aftan og tveimum bógskrúvum - Høvuðsmotorarnir skulu vera tveir D16 Volvo-motorar - Kølivatnið frá motorunum skal kunna endurnýtast til hita í bátinum - Skrokkurin má vera styrktur soleiðis, at hann er vardur móti stoytum - Dekkið má vera so sterkt, at báturin kann taka farm í smærri nøgdum - Ein krani á 6 metrar, sum kann lyfta eitt tons, skal kunna setast í bátin - Í stýriborð skal vera ein rampa til báðar hæddir, so koyrirstólur kann koma til og frá - Bjargingarútgerð skal vera umborð til 140 fólk Tilboð Vilt tú leiga ella selja okkum ein tílíkan bát ella hava meira at vita, kanst tú ringja 343000 ella skriva ein teldupost til Hilmar Eliasen, stjóra, á he@ssl.fo, ella Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, á jpa@ssl.fo Áhugaði biðjast venda sær til okkum innan fríggjadagin 31. mars kl 12 Starvið sum fyrisitingarstjóri á Fróð­ skapar setri Føroya er leyst at søkja. Fróðskaparsetrið er í stórari menning og tørvurin á eini væl skipaðari fyrisitingar­ og starvsfólkaeind er alsamt vaksandi. Fyrisitingarstjórin er partur av ovastu leiðslu Fróðskaparsetursins og hevur tilvísing til rektaran. Um tú ert væl skipað/ur, hevur evni og hegni at ganga undan og tær dámar at bróta upp úr nýggjum og seta í verk, so frætta vit fegin frá tær. Ábyrgd Fyrisitingarstjórin skal tryggja, at dygdin í fyrisitingini er holl og munagóð í øllum liðum. Ein høvuðsuppgáva er tí at skipa fyri, at reglur og mannagongdir á Fróð skapar setrinum eru greiðar og mál rættaðar, soleiðis at tær stuðla granskingar­ og undirvísingar virk­ seminum. Fyrisitingarstjórin hevur eisini ábyrgd av, at starvsfólkaviðurskifti eru væl skipað. Fróðskaparsetrið strembar eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólka­ menning og trivnaður hava hægstu raðfesting. Sum partur av leiðsluni skal fyrisitingar­ stjórin virka fyri, at Fróð skapar setrið verður ein saman hangandi og væl rikin organisatión, sum gevur starvsfólkum tíðarhóskandi umstøður og tryggjar góða nýtslu av tilfeinginum. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving á master/kandidatstigi, góðar leiðslu før­ leikar og góð evni at arbeiða skipað og sjálvstøðugt. Tú ert málsøkin og hevur tev fyri týdninginum av samskifti. Umframt hollan førleika í føroyskum er neyðugt at duga væl at málbera seg í skrift og talu á enskum og skandinaviskum. Setanargongd Talan er um fast starv, har fyrstu 6 mánaðirnir eru royndartíð. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Fullfíggjað umsókn skal sendast í teldu brævi til sigurdj@setur.fo í seinasta lagi 30. mars 2017. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á telefon 292503 ella í teldubrævi á sigurdj@setur.fo Fyrisitingarstjóri