hósdagur 2. mars 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
4
ANNIKA KUNOY IM
E
g havi altíð ein plan, og nú
havi eg ein nýggjan plan,
sigur Johan Dalsgaard,
sum flest okkara kenna
best sum Johan í Kollafirði.
Nýggja ætlan Johans fevnir um
at byggja bóndagarðin Stjernekil
de, sum er frá 1866, um til bústaðir
til ung og til eldri fólk. Bygning
arnir í Stjernekilde eru næstan
3000 fermetrar og økið er heilar
12.777 fermetrar tilsamans. Afturat
nýggju bústøðunum ætlar Johan
at byggja eitt vertshús, sum skal
verða staðið har íbúgvarnir savn
ast.
Hann greiðir frá, at av tí at Stjer
nekilde bert liggur 15 minuttir frá
Syddansk Universitet, so er upp
lagt at gera ta einu longdina av
garðinum um til tíggju lestraríbúð
ir og síðani at byggja fimm íbúðir
ætlaðum eldri fólki í helvtini av
somu longd. Tey eldru fáa útsýnið
út í garðin, har dagliga virksemið
fer fram. Síðani er ætlanin at tey,
sum leiga á Stjernekilde, kunnu
ganga í endan av gongini og yvir í
vertshúsið. Vertshúsið skal verða
kjarnan í nýggju ætlanunum, og
staðið har tey eldru møtast um
dagin og tey ungu um kvøldið,
greiðir hann frá.
Hann samanber visiónina og
framtíðarætlaninar fyri bónda
garðin við ta kensluna hann hevði,
tá hann vitjaði Disneyland, og
munin á at vera innan fyri og uttan
fyri stuttleikagarðin. Stjernekilde
skal vera innanfyri.
– Tað er nokkso stuttligt at fara
frá avvenjing til at eiga eina barr,
flennir Johan. Eg helt fyrr, at eigur
tú eina barr, so kundi tú ganga og
drekka allan dagin, men eg síggi nú,
at um man skal klára at eiga eina
barr, so er man noyddur slett ikki
at drekka, sigur hann. So drekka
ríið geri eg onki við, leggur hann
afturat.
Nógv er hent í lívi hansara sein
asta árið. Johan hevur ikki bert
eina nýggja ætlan, men eina nýggja
dámu eisini. Tað er tó ikki so lang
tíð síðani, at Johan var í svartasta
kolkjallarinum, sum hann kallar
tað.
Brostnir dreymar
– Eg hevði ein dreym, tá eg flutti
úr Føroyum, men eg kom ongantíð
til hann. Tað sum eg geri nú, er tað
SAMRØÐA
Jóhan í Kollafirði:
Fyri einum ári hevði Johan mist alla vón og sá ongar møguleikar fyri framman; hann
var skildur, drukkin, tunglyndur og einsamallur. Í dag situr hann í sama stað, men nú
hevur hann stórar nýggjar framtíðarætlanir fyri Stjernekilde – og eina nýggja dámu.
Framhald
SAKNI HVØRKI
ELLA FØROYAR