Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 6 sum eg droymdi um, tá eg kom til Dan­markar. Eg eri faktiskt við byrj­ an­ina nú, sigur Johan frá. Vit kenna øll Johan í Kollafirði, og síð­ani Johan og Rakul – parið á Fám­ara, sum flutti til Danmarkar at byggja sær nýggja tilveru á bónda­garðinum Stjernekilde, tá dreym­ur­in um Fámara brast. Nú eru Rak­ul og Johan skild, og Johan trú­lov­að­ur 25 ára gomlu donsku Kat White­house. Tað er saman við Kat, at nýggja ætlanin fyri Stjerne­ kilde skal førast út í lívið. Upprunaliga ætlanin við Stjer­ ne­kilde, tá Johan og Rakul keyptu garð­in, var at lata garðin upp fyri teim­um, sum av ymiskum orsøkum tørv­aðu eitt friðskjól, burtur frá trup­ul­leikum tey stríddust við í Før­oy­um. – Ætlaninar um at garðurin skal verða eitt beinleiðis sosialt átak, sum hjálpir ávísum persónum, eru slept­ar. Nú snýr tað seg um eitt til­ boð, sum ger tað deiligari at búgva her, sigur hann. Stóra rokilsi síðsta ár Tað er ongin loyna, at almenni per­ són­ur­in Johan í Kollafirði longi hev­ur livað í einum aldudali. – Alt mítt lív havi eg drukkið og síð­ani lagt av, drukkið og síðani lagt av, sigur hann. – Síðsta ár var eitt stórt rokilsi av mær. Eg drakk illa og var de­prim­ er­að­ur av hundunum til. Eg endaði við at skriva til borgaratænastuna, og visti eg tá tað, sum eg veit nú, so hevði eg gjørt tað nógv fyrr. Í Dan­mark byrjar hjálpin eftir av­ rús­ing­ina, meðan hon í Føroyum end­ar har, sigur Johan. Hann greiðir frá, at tvær ferðir um vikuna hevur hann samrøður við tey frá borgaratænastuni, og hend­an hjálpin er minst eitt ár. Síð­ani verða framstigini eftirmett, so­leið­is at røtt hjálp kann veitast. – Ein alkoholikari, sum júst er vorð­in avrúsaður, veit ikki, hvussu hann skal uppføra seg. Eg kundi gott ver­ið edrúur og sitið her og goymt meg. Nú havi eg tó ikki tíð at drekka, sjálvt um eg hevði havt hug, sigur Johan. Síðsta ár hevði hann tó tíð til fløsk­una og minnist afturá, at hann sat í sama stóli, sum hann situr í nú, men tá sá hann ongar møguleikar framm­an fyri sær. Hetta svart­ skygni, drykkjuskapurin og aft­ur­ vend­andi tunglyndi gingu hond í hond. Johan og Kat Hesa tíðina meðan hann var drukk­ in og einsamallur, skrivaði hann eini boð til Kat. Tey skriva saman í eina tíð og verða par, áðrenn tey møtast aftur. Tey valdu so at møt­ast aftur á sama hátt, sum tey møtt­ust fyrstu ferð. Johan fór eftir henni á einum ávísum bussskýli, í ávís­um arbeiðsklæðum, tók í hond­ ina á henni og segði, hvussu hann eit­ur. – Vit eftirgjørdu løtuna, tá vit hitt­ust fyri fyrstu ferð. Vit gjørdu av, at tað skuldi vera fyri einum ári síð­ani. Tað var ævintýrligt, sigur hann. – Eg havi akkurát sagt Kat søg­ una um kópakonuna. Eg veit ikki, hví tað er rætt, at vit læra føroysk børn, at tað er í lagi at ganga við ein­um lykli um hálsin og steingja kon­una inni í køkinum. Tað eru vit altso uppæld til at gera. Nú havi eg tó eina ketu um hálsin, og har er ong­in lykil í, sigur hann um nýggja for­hold­ið. – Onki er sjálvsagt longur, alt er úrslit av, at eg havi skikkað mær fyri­mynd­arliga og havi ein fyri­ mynd­ar­ligan sambúgva. Johan tosar um trúlovaðu sína Kat White­house, hvørs familja ikki skil­ir avgerðina um, at hon hevur fing­ið sær Johan. – Men fyri meg er Kat tann rætta dám­an. Tað er torført at greiða frá, hvussu eg veit tað, men tað geri eg, greiðir hann frá. Eg og hon er akkurát líka, men bara umvent: Eg fari upp á pallar, meðan hon fer nið­ur­av, og eg eri útvendur meðan hon er innhugsin, sigur hann. Fekk hjálp fyri tunglyndi – Eg havi afturvendandi de­pressi­ ón­ir. Eg dugi ikki at spáa um, nær SAMRØÐA Framhald