Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 7 HUGLEIÐING Festarin í Fámara: ella hvussu tær koma, men tær hava verið afturvendandi alt mítt lív, greiðir hann frá. Eisini hesum fekk Johan hjálp við, tá hann setti seg í samband við borg­ara­tænastuna. Lækni Johans setti sær sum mál, at Johan skuldi ikki verða tunglyntur aftur, og royndi ymiskt, sum í byrjanini ikki hjálpti. Síðani varð hann sendur til psyki­atara síðsta summar, og har fekk hann eydnubollar, sum hjálptu við tað sama. – Ein tíma eftir at eg fekk ta tablettina hevði eg ongar trup­ul­ leik­ar, og tað er tann minsta tabl­ ett­in eg havi sæð, flennir hann. – Tað er ikki víst, at hetta er loysn­in hjá øllum, men hetta var loysn­in hjá mær. Um ein tablett er tað, sum hjálpir mær, so havi eg óivað altíð havt tørv á henni. Har er okkurt í, sum eg havi tørv á fyri at verða eg sjálvur, leggur hann afturat. – Nú skilji eg orðatakið, sum sig­ ur, at tú ikki kanst forða fugl­un­ um at flúgva yvir høvd­in­um, men tú kanst forða teimum í at bygga reið­ur. Eg tók eina avgerð um, at tann angist, sum fylgdi við tung­ lyndinum ikki skuldi sleppa at seta búgv, sigur hann. Eg sakni ikki Føroyar Johan í Kollafirði er ikki Johan í Kollafirði longur, hann er heldur ikki Johan í Fámara. – Tað er synd at siga, men eg sakni hvørki Fámara ella Før­oy­ ar, sigur hann. Eg hitni ikki um hjartað, tá eg síggi mynd av fjøll­ un­um, leggur hann afturat. Hann sigur, at hann minnist aft­ur á tíðina, áðrenn hann fór úr Fámara, og at hann hugsaði tá, at Fámara bert stendur uppi, tí hann vildi tað tá. Hann var fjált­ ur­stungin við tankan um, at hann ein dagin møguliga ikki fór at tíma meir. Soleiðis var tað eisini tann sorgardagin hann segði, at nú var nokk. Síðani hevur Johan sæð mynd­ir av Fámara og hvussu tað er for­fallið. – Tað prógvar fyri mær, at eg var rask­ur, tí tað var pent og reint tá eg var har. Tað er ikki nemt at halda pent og reint, men tað kláraði eg. Nú hyggi eg ikki at myndum meir, sig­ur hann. Áðrenn Stjernekilde hevði Jo­ han eina áskoðan, sum minnur um ta hjá indianarum; vit liva á jørðini , eru um hana, ansa eftir henni, men vit eiga hana ikki. – Tí kom tað óvart á meg, hvussu ov­ur­honds glaður eg varð, tá eg fekk skeyt­ið upp á bóndagarðin her í Dan­mark. Nú kann ongin koma og sparka meg út, sigur Jo­ han. Kat og Johan hava ætlanir um at vitja í Føroyum á ólavsøku, soleiðis at hann kann vísa henni føroyskt gesta­blídni, sigur hann. Steðgurin í Før­oy­um verður tó bert eina góða viku, greiðir hann frá. – Eg tori ikki at vera í eini støðu, sum eg ikki sleppi burturúr. Eg ræð­ist at enda har eg var síðsta ár, tí eri eg serliga varin, sigur hann til end­ans.  ANNIKA@SOS.FO Jens Heri Jacobsen er festari í Fám­ara. Hann tók yvir festið, tá Jó­han Dalsgaard flutti út. Húsið er nú so skirvisligt, at tað stendur til at falla. Sjálvur sigur Jens Heri, at hann ongantíð hevur dult, at hann ikki er áhugaður í húsunum, men bara í jørðini og seyðinum. – Eg havi ongan áhuga í ella ætl­an­ir fyri húsið, og fáist bert við tað, sum hevur við jørðina og seyð­in at gera, sigur hann. Fámara fær ikki frið Hóast Jens Heri sjálvur einans hev­ur áhuga í jørðini, so hevur hann gjørt onkrar smávegis neyð­ ug­ar ábøtur, men hevur havt stór­ ar trupulleikar við fóki, sum gera seg inn á húsnini. – Um nakað verður gjørt, so verð­ur tað tikið niður og fær ikki frið at standa. Plátur og annað, sum eg seti upp, verður skrætt frá og brotið. Okkurt er sjálvsagt far­ið av vindi og veðri, men fólk hev­ur brotið inn í hvørt einasta vind­eygað á Fámara, sigur hann. Jens Heri Jacobsen hevur fleiri ferðir meldað herverkið til løg­regl­ una, men uttan úrslit. – Tað fær ikki frið, men verður knús­að sundur, tí ongin er í hús­ un­um. Tað er í høvuðsgrundin til, at eg onki geri við húsini, sigur hann. Hann hevur eisini roynt at lat­ ið dyrnar standa opnar, soleiðis at tey, sum fara í húsini kunnu gera tað uttan at bróta nakað. – Eg lat dyrnar standa opnar frá húsinum inn í fjósið, men tey sum fremja herverkið tímdu ikki út aftur tann vegin, men ístað­in fyri varð ein pláta traðka nið­ur, og brotið varð út gjøgnum út­húrð­ina, sigur hann. Tað er syrgiligt at síggja – Tað er stór synd, at tað er so for­ fallið, men eg vóni at fólk skilja mína støðu eisini. Eg tími ikki at brúka pengar uppá tað, tá tað blívur við at verða knúsað sund­ ur. Mín áhugi hevur altíð verið seyð­urin, og tað havi eg ikki hildið loyni­ligt, sigur hann. Er áhugaður í at selja Jens Heri Jacobsen hevur fingið fleiri fyrispurningar um húsini, og fleiri eru áhugaði í at keypa. – Eg havi ikki kannað, um eg havi loyvi at selja, men tað er ein møgu­leiki, sum eg hevði verið áhug­að­ur í, um eg fekk eina góða av­talu, og tað ikki órógvaði arb­eiði hjá mær, tí tað pínur meg at síggja hvussu tað sær út nú, sigur hann. Eg hevði ein dreym, tá eg flutti úr Føroyum, men eg kom ongantíð til hann. Tað sum eg geri nú, er tað sum eg droymdi um, tá eg kom til Dan­markar. Eg eri faktiskt við byrj­an­ina TAÐ PÍNIR MEG AT SÍGGJA HVUSSU TAÐ SÆR ÚT