Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 10 Kristian Blak: 10 DANJAL AV RANA K ristian Blak hevur verið ein partur av føroyska tónleikapallinum í nak­ að, sum fer at nærkast eini hálvari øld skjótt. Hann kom til Føroya í 1974 at arbeiða sum tónleikalærari á studentaskúlanum í Hoydølum og nokk so tíðliga byrjaði hann at skipa fyri, at næmingar og onnur kundu spæla saman uttan fyri skúlahøpi. Onkur jazzorkestur byrjaðu og Spæli­menninir í Hoydølum vóru skjótt settir á stovn. – Har vóru fleiri dugnaligir tón­ leikarar, so í so máta var eingin trupulleiki at fáa fólk, sigur hann. Føroyar eru nógv broyttar Fyrstu árini hevði hann úr at gera við at undirvísa í vikuni og at spæla við Spælimonnunum í viku­skiftunum. – Vit spældu hvørt vikuskifti, ferðaðust um landið og spældu ymsa staðni. Meg minnist, at Mimir setti kvotu á, at vit einans sluppu at spæla har í mesta lagi 3. hvørja viku. Spælimenninir í Hoydølum vóru væl umtóktir og okkum dámdi væl at spæla, greiðir Kristian Blak frá. Hann minnist aftur á tíðina, at bygdamentanin stóð sterkari tá. – Føroyska samfelagið var annar­ leiðis tá. Samferðslukervið var ikki so gott, tað var longri hjá fólki at ferðast millum bygdir og tí var nógv meiri lív í bygdahúsum og øðrum. Tá skipað var fyri onkrum, so komu nógv í bygdini til tiltakið, bæði børn, ung og eldri, greiðir hann frá. Sum sagt, so var ikki mangul upp á tónleikarar. Sagt var, at einu tíðina vóru ikki færri enn 14 dansibands bara í Vestmanna. Kortini, so vóru tað ómetaliga fáir føroyingar við klassiskari tónleikaútbúgving. Stórur saknur í Perluni Hóast Perlan bleiv rivin fyrst í áttati­árunum, so hendi mangt ann­ að, sum mugu kallast gjøgnumbrot í føroyskum tón­leika­høpi hesi árini, heldur Kristian Blak. Tórs­ havnar Musikk­skúli varð settur á stovn og Norður­landa­húsið bleiv bygt. Hetta fekk tá og hevur enn í dag stóra ávirkan á føroyskan tónleik. – Perlan bleiv rivin niður í 1983 og meðan Norðurlandahúsið, sum bleiv bygt stutt seinni tók nakað av virkseminum, sum var í Perluni, so er sannleikin, at rútmiski tónleikurin ikki hevur fingið umstøður, sum veruliga kunnu stimbrað hann, fyrr enn Reinsaríið lat upp fyri nøkrum árum síðani, sigur Kristian Blak. Samstundis sum musikkskúlin byrjaði og Norðurlandahúsið varð bygt, byrjaðu føroyskir tón­ leikarar og lurtarar at skipa seg í feløg. Klassiska konsertfelagið, Jazzfelagið, Tónleikarafelagið og Komponistafelagið vóru øll sett á stovn um hetta mundi. Onkur teirra eru sera virkin enn í dag, millum annað skipar Komponistafelagið fyri okkurt um 200 konsertum um árið, umframt Summartónum. Kristian Blak heldur, at hetta hevur havt stóran týdning og er kanska ein av høvuðsorsøkunum, at so stórur munur er á tónleikapallinum í Føroyum og Grønlandi. Yrkistónleikararnir eru á veg Í 90’unum byrjar so eitt nýtt ættarlið av tónleikarum at koma fram, við góðari útbúgving, tá fólk sum Johannes Andreasen, Andrea Heindriksdóttir og Sámal Petersen koma aftur til Føroya við konservatoriuútbúgving. – Ein partur av broytingini, og ein broyting, sum enn fer fram í dag, er at tónleikurin broytist frá at vera hobby til at vera eitt starv. Fyrr var tað nakað, tú gjørdi aftan á, at títt borgarliga starv varð lagt á hillina fyri dagin. Fyrst var man timburmaður ella lærari, og so, tá menn fekk frí, kundi man fáast eitt sindur við tónleik. Nú eru alsamt fleiri, sum tora at vera frílansu- tónleikarar, tí her eru sum so eingi fulltíðar tónleikarastørv í Føroyum, sigur Kristian Blak. Í nítiárunum hendi eisini ein stór menning innan popp/rokk- tónleikin, sum vit síggja ávøkstin av enn í dag. Limir í bólkum sum Mold, MC-Hár og Visible Fish mynda føroyska tónleikapallin enn í dag. Fleiri av hesum bólkunum trinu inn á pallin í Rock í Føroyum-útgávunum, sum Karl Anton Klein, sáli, tók stig til at geva út miðskeiðis í nítiárunum. Tá byrjaði eisini Prix Føroyar- kappingarnar sum lyftu bólkar sum Taxi hjá Kim Hansen og øðrum fram. Hvonn og Reinsaríið styrkja um Støðan í dag er ein heilt onnur, enn hon var áðrenn aldarskiftið, sigur Kristian Blak. – Nú hava vit ein heilan hóp av konservatoriuútbúnum tónleik­ arum. Í mun til fólkatalið er tað í veruleikan alt ov nógvir. Umframt teir, sum eru í Føroyum, so hava vit eini 10, sum arbeiða sum orkesturtónleikarar í Danmark. Vit síggja eisini, at fleiri teirra tora at eksperimentera sum solistar og gera tað til sítt starv, heldur enn bara at undirvísa, sigur hann. Eisini innan jazz og fólka­tón­ leikin stendur væl til. – Har eru øgiliga nógv, sum spæla jazz og fólkatónleik og sum nú er, er tað ómetaliga torført at geva øllum spælitíð á Vetrarjazz. Tað var als ikki ein trupulleiki, tá Vetrarjazz fyrstu ferð varð hildið í 2009, greiðir Kristian Blak frá. Partur av æruni heldur hann eigur at fella til Hvonn, sum í mong ár Fyrsta FMA-tiltakið var í 2014. Týr og Byrta fingu tríggjar virðislønir hvør, Greta Svabo Bech og Eivør Pálsdóttir hvør sínar tvær Føroyskur tónleikur hevur upplivað eina risastóra menning seinastu skjótt 50 árini og er nú í fullari ferð á veg út um landoddarnar, heldur Kristian Blak TÓNLEIKURIN ER IKKI LONGUR BARA HOBBY Kristian Blak TEMA Faroese Music Awards Í 2015 setti AVE sín dám á FMA. Bólkurin fekk tvær virðislønir, meðan teir báðir limirnir, Benjamin Rasmussen og Petur Pólson, fingu hvør sína sum einstaklingar eisini. Greta Svabo Bech og Kristina Bærendsen fingu tvær virðislønir hvør