Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 11 EIVØR ER DROTNINGIN DANJAL AV RANA E ingin føroyskur tónleikari er í nær námind av at hava fingið so nógvar virðislønir sum Eivør Páls­dóttir. Hesi trý árini, sum FMA hevur verið, hevur hon fingið virðisløn á hvørjum ári og hevur til­samans ognað sær sjey FMA- virðislønir. Í 2014 fekk hon tvær virðislønir. Lítla skrímsl varð kosin ársins fløga, meðan Lurta Nú fekk heið­ urin sum ársins lag. Í 2015 fekk hon einans ta einu virðislønina. Tað var sjón­banda­ lagið til sangin Rain, ið varð kosin til ársins sjónbandalag. Hon var tó eisini soloist á útgávuni, sum varð kosin ársins útgáva ella konsert í opna bólkinum. Tað var konsertin Høvdingar Hittast, sum Gavin Bryars fekk virðisløn fyri. 2016 gjørdist heilt stóra árið hjá Eivør í FMA-høpi. Í fjør fekk Eivør fýra virðislønir. Hon gjørdist Ársins songkvinna og Ársins einstaklingur, samstundis sum Slør varð kosin ársins útgáva. Eivør fekk eisini FMA-virðislønina fyri ársins húsi fyri systirfløgurnar Slør og Bridges. Tær átta FMA-virðislønirnar hjá Eivør leggjast afturat teimum átta Planet Awards-virðislønunum, hon fekk frá 2005 til 2012. Eivør hevur møguleikan at økja um talið á virðislønum undir ársins FMA, tí hon er tilnevnd til fýra virðislønir. Í opna bólkinum er hon tilnevnd sum ársins sangari, umframt at útgávan At the Heart of a Selkie er tilnevnd sum ársins útgáva ella konsert og Ársins kompositión. Harumframt er sjónbandalagið Í tokuni tilnevnt sum Ársins sjónbandalag. DANJAL@SOSIALURIN.FO hevur givið jazztónleikarum møgu­leikan at spæla har hvørt týs­kvøld. – Tað er líka týdningarmikið at sleppa at framføra sum at venja og við týsdagsjazzinum hevur Hvonn givið teimum ein pall. Nú er Reinsaríið eisini komið afturat, og hevur tað gjørt stóran mun fyri okkum øll. Tað hevur verið stórur saknur í Perluni, síðani hon varð tikin niður. Vit óttaðust, at tað fór at vera trupult at skia fyri nokk av tiltøkum í Reinsarínum, men tað hevur ikki víst seg at vera ein trupulleiki, sigur Kristian Blak. Nú skulu vit út í heim Kristian Blak sigur, at hann hev­ ur merkt eina stóra menning í føroyska tónleikaheiminum, síðani Yggdrasil byrjaði í 1981. Hann greiðir frá, at fyrstu tíð­ina var neyðugt, at biða út­lendskar tónleikarar hjálpa sær, tí at fáir føroyingar høvdu neyð­uga før­ leikan innan ymisku tón­leika­ greinirnar. – Seinastu árini hevur tó verið stór menning í førleikunum hjá føroyskum tónleikarum, og nú er eingin trupulleiki at finna munagóðar føroyskar avloysarar, um onkrum berst frá at spæla til eina konsert ella á eini útgávu, sigur Kristian Blak. Altjóða hanga Føroyar væl við og meðan eingin ivi er um, at Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og í ávísan mun Týr er millum flaggskipini, so eru onnur spennandi nøvn eisini á veg. Í ár er tað Konni Kass, sum hevur gjørt um seg millum annað í Týsklandi og Kristian Blak er eisini spentur upp á eina konsert, sum Eivør Pálsdóttir fer at hava í London í mars. – Vit skipa fyri eini smakkiroynd saman við føroysku sendistovuni í London. Tá fáa fólk høvi at hoyra Eivør, og í mai verður so útgáva hennara, Slør, slept á enska og altjóða marknaðin. Vit gleða okk­um, tí vit síggja longu nú, at sølu­tølini hjá Eivør eru heilt hampulig í millum annað USA. Hetta kann hava samband við, at hon ger tónleik til sendirøðina Last Kingdom, og nú vóna vit, at enn fleiri fara at fáa eyguni upp fyri songkvinnuni úr Gøtu, sigur Kristian Blak. DANJAL@SOSIALURIN.FO