hósdagur 2. mars 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
12
TEMA
Sunleif Rasmussen:
DANJAL AV RANA
H
ann hevur vunnið tvær
FMA-virðislønir og er
aftur í ár tilnevndur,
hesa ferð fyri ársins
útgávu/konsert og ársins kom
positión í opna bólkinum, fyri
verkið Symphony no. 2: The Earth
Anew. Hetta er, sum heitið sipar til,
at onnur symfoni hansara. Hina
fyrru, Symphony no. 1: Ocenanic
Days, skrivaði hann í 1997, so
hendan seinna hevur verið leingi
á veg.
Uppvaksin á Sandi var tað ikki
nógv, sum talaði fyri, at Sunleif
Rasmussen skuldi gerast eitt av
stóru tónlistaskøldunum í Før
oyum.
– Tað lá ongantíð í kortunum,
at eg skuldi gerast tónaskald. Tað
var meiri sannlíkt, at eg skuldi
gerast skipari ella bóndi. Eg var
eisini nakrar túrar undir Íslandi á
ísfiskaskapið við snellu, tá eg var
15 ár, men tað bleiv við tað, sigur
Sunleif Rasmussen.
– Mær dámdi eisini væl bónda
lívið á garðinum saman við abb
anum, at fáast við seyð og neyt.
Eg var nógv saman við abba, tá eg
var yngri, sigur hann.
Sum smádrongar flest plagdi
Sunleif Rasmussen at egna og
forvann sær soleiðis nakað av
peningi. Fyri pengarnar keypti
hann sær ein gittara, sum hann
lærdi seg at spæla upp á og sum
12 ára gamal bleiv hann spurdur
um at spæla við einum bólki í
Sandoynni.
– Vit spældu popptónleik av
ymiskum slag, The Beatles, the
Shadows og annað, sum hevði
verið frammi tá í nøkur ár og
satt at siga, so bleiv eg bitin av
tónleikinum, sigur hann.
Á fólkaháskúla í Norra
Mamma Sunleif kom í samband
við onkran, sum kendi til ein
fólkaháskúla í Noregi, har tón
leikur var ein stórur partur av
undirvísingini. Eftir loknan fólka
skúla fór Sunleif Rasmussen tí til
Noregs á fólkaháskúla í 1979.
– Har fekk eg so mína fyrstu
skipaðu undirvísing í klaverspæli,
í nótalæru og tónleikaástøði,
millum annað. Tað var ein fitt
ungarsk lærarinna, men hon var
rættiliga strong, minnist hann
aftur á.
Sunleif Rasmussen sigur, at
hetta var eitt sera gevandi ár.
– Alt snúði seg um tónleik og
bara tónleik, frá eg vaknaði um
morgunin, til eg legði meg um
kvøldið. Vit spældu fyri tað mesta
klassiskt og jazz og tað gav mær
sera nógv, sigur hann.
Eftir uppihaldið í Noreg liggur
leiðin heim aftur til Føroya, og
Sunleif Rasmussen fer á HF í
Hoydølum. Kristian Blak var tón
leikalærari og eggjaði ungu tón
leikararnar til at spæla saman.
– Vit spældu nógv jazz, millum
annað niðri í Perluni, inntil hon
varð tikin niður, sigur hann.
Eftir lokna útbúgving fór hann
í starv sum lærari í Hoydølum, tí
Kristian Blak fór í farloyvi eina tíð.
Hesi árini kom hann spakuliga í
samband við kórverðina.
– Ólavur Jøkladal flutti heim
mitt í áttatiárunum og eg hevði
nøkur kórverk liggjandi, sum
eg hevði skrivað. Nýstovnaða
Tórshavnar Kamarkór framførdi
so verkini. Kórsangurin fylti nógv
í føroyska samfelagnum í seksti-,
sjeyti- og áttatiárunum. Eg sang
við Havnarkórinum og fekk tá
íblástur til at skrivað hesi verkini,
men gjørdi lítið meiri við tað.
Vinurin Ingálvur
Í 1986 skrivar Sunleif Rasmus
sen sítt fyrsta verk fyri symfoni
orkestur.
– Havið, æt tað verkið. Eg hevði
onkur vill hugskot longu tá. Eg
ynskti millum annað, at lagið
skuldi enda við, at øll, sum ikki
máttu sita, skuldu ganga og mala
um hvønn annan til endans, meðan
tey spældu eitt lítið lag. Teir eldru
tónleikararnir vóru tó ikki fegnir
um hetta og mótmæltu. Ingálvur
av Reyni sat og teknaði okkum
og í eini pausu fór hann yvir og
tosaði við onkrar av teimum eldru.
Eg veit ikki hvat hann segði, men
næstu ferð vit vandu, gingu allir
teir eldru tónleikararnir eisini. “Eg
veit, hvussu tað er at bróta upp úr
nýggjum,” segði Ingálvur til mín,
tá eg spurdi, hvat hann hevði sagt
við tær. Vit gjørdust væl og hann
gav mær nógv góð ráð víðari á
leiðini, sigur Sunleif Rasmussen.
Hetta verkið, Havið, finst tó
ikki longur.
– Tað var av handahógvi merkt,
so eg havi tikið tað aftur. Onkur
brot liva tó víðari í øðrum verkum,
sigur Sunleif Rasmussen.
Í 1989 byrjaði sandingurin so á
konservatoriinum í 1989 og bleiv
liðugur í 1995. Hann skrivaðu nógv
hesi árini, bæði undir útbúgving
og beint eftir at hann var liðugur
at lesa. Fyrstu symfoniina, Oceanic
Days, byrjaði hann upp á í 1995.
– Tað var stjórin í Norðurlanda
húsinum, Peter Turtschaninoff,
sum bílegði symfoniina. Tíverri
fekk hann ongantíð fíggingina til
at framføra verkið. Hann handaði
tó uppgávuna víðari til nýggja
stjóran, Helgu Hjørvar, sum tók
yvir eftir hann, og í 2000 setti
hon verkið á beinini saman við
íslendska symfoniorkestrinum,
undir leiðslu av Bernharði Wilkin
son, greiðir Sunleif Rasmussen frá.
Úr at gera
Í 2002 fekk hann Virðisløn norður
landaráðsins fyri Symphony No. 1:
Oceanic Days og fekk hann nú úr at
gera. Tað hevur sum so altíð malið
runt líka síðani hann gjørdist
liðugur á konservatoriinum, men
virðislønin fekk veruliga ferð á og
hann hevur havt úr at gera síðani
tá.
– Eg havi spakuliga skapt mær
eitt navn síðani fyrst í 90’unum
bæði her í Evropa og í USA. Fólk
kenna til míni verk og vita, hvussu
eg skrivi, og um tey ynskja eitt
verk, so seta tey seg í samband
við forlagið hjá mær. Tey siga
so, hvat slag av bólki talan er um
og samansetingina, og so fáa tey
eitt prísuppskot. Eg havi fríar
teymar og sum so vita tey tí ikki
nágreiniliga, hvat tey fáa. Men
sum sagt, tey kenna til tónleikin,
so tey hava eina ávísa fatan av,
hvat tey kunnu vænta sær, greiðir
Sunleif Rasmussen frá.
– Hetta er eisini orsøkin til, at eg
ikki havi skrivað aðru symfoniina
fyrr enn nú. Eg havi so nógv at
gera, at eg støðugt má takka nei
til tilboð og ei heldur óttist fyri
at vísa áheitanum frá mær, sigur
hann.
– Longu tá eg byrjaði at skriva
fyrstu symfoniina, hevði eg eina
ætlan um at eg skuldi skriva
fýra symfoniir, eina fyri hvørt av
teimum fýra elementunum. Tann
fyrsta varð so um havið, tann
næsta um jørðina. Tann triðja
verður um luftina, og verður hon
ein orgulsymfoni. Orgulið er jú
stóra luftljóðføri. So verður tann
fjórða um eldin, sigur Sunleif
Rasmussen, sum væntar, at triðja
symfoniin í fyrsta lagi verður liðug
í 2021.
–Tað lá ongantíð í kortunum, at eg skuldi gerast tónaskald. Tað var meiri
sannlíkt, at eg skuldi gerast skipari ella bóndi, sigur Sunleif Rasmussen
HAVI ALTÍÐ HAVT
VILL HUGSKOT
TEMA Faroese Music Awards
Sunleif Rasmussen