Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 14 Viskileður og skrelli­ spann eru týdningar­ mestu amboðini – Eg vil bara skriva tað, sum er tað allarbesta eg kann, sum mítt talent røkkur til. Tað næstbesta er ikki gott nokk fyri meg, sigur Sunleif Rasmussen TEMA TEMA Faroese Music Awards DANJAL AV RANA S unleif Rasmussen er í ár tilnevndur tvær FMA- virðislønir fyri Symphony no. 2: The Earth Anew. Hon er skrivað yvir eitt trý ára skeið, frá 2012 til 2015. Hina fyrru, Oceanic Days, skrivaði hann frá 1995 til 1997, men hon varð ikki framførd fyrr enn í 2000. Eitt er at skriva eina yrking ella at gera eitt lag. Men hvussu ber man seg at við at skriva eina symfoni? At arbeiða við yvir 80 ymiskum ljóðførum umframt solistum og kóri krevur sín mann. Hvar byrjar man? – Tað er torført at siga, hvar man byrjar, tá man skal skriva eina symfoni. Eg fái eitt hugskot. Eg hoyri alt verkið fyri mær, men kortini ikki sum nakað ítøkiligt. Eg veit, júst hvussu verkið skal vera frá byrjan. Eg veit ikki um hetta er tað, tey kalla íblástur. Eg veit bara, hvussu tað verkið skal ljóðað og tað fær ikki verið annarleiðis, sigur Sunleif Rasmussen. Skriva á útdeyðum máli Hann fekk nakrar leiðreglur, tá onnur symfoni varð bíløgd. Hon skuldi skrivar til eitt stórt orkestur við soprani, barytoni og manskórið, og teksturin skuldi vera úr Eddakvæðnum. Orsøkin var, at hon skuldi framførast saman við einum verki hjá finska tónaskaldinum Jean Sibelius, sum var skrivað fyri orkestur, sopran, baryton og manskór og sum bygdi á tekstir úr Kalevala. – Ein treyt var, at verkið skuldi syngjast á upprunamálinum, tað vil siga fornnorrønum. Tað voldi mær trupulleikar at byrja við, men so við og við dámdi mær tað betri. Tað var spennandi at gera eitt verk á einum máli, sum eingin tosar longur. Eg mátti so fyrst finna ein hóskandi tekst úr Eddakvæðnum og so finna onrkan, sum kundi siga mær, hvussu rætta úttalan var av orðunum, sigur Sunleif Ras­mus­sen. Hann sigur, at hetta var týdningarmikil partur av arbeið­inum, tí hann nýtir klangin í málinum sum eitt element í stóra verk­inum. – Tískil tørvar mær at vita, hvussu orðini ljóða fyri at hoyra klangin, so eg kann nýta raddirnar sum eitt ljóðføri. Ragnarok er ikki endin At enda valdi Sunleif Rasmussen ein tekst um Yggdrasil, heimstræið. Tað hevur røtur inn í ymisku heimirnar, Ásgarð, Jøtunheim og Helheim, men veksur upp í himmalrúmið. Ovast sita tveir fuglar, ein ørn og ein heykur. Undir trænum liggur ormurin Níðhøggur og etur av rótunum. Millum Níð­ høgg og fuglarnar í krúnuni rennur íkornið Ratatoskur og ber slatur. Sunleif Rasmussen sigur, at fyrsti satsurin er um træið, sum lýsir tilveru menniskja. Kórið syngur um træið, meðan sopranurin og barytonurin, sum í hesum satsinum ímynda tey bæðu upprunamenniskjuni Emblu og Ask. Fyri at lýsa, at hetta er byrjanin, so nýta tey ikki orð, men syngja bara ljóð. Annar satsur er myrkari. Hann byrjar við at siga frá, at fyrr var einki. Nógv av innihaldinum er um týning, um Helheim og um Níðhøgg, sum liggur og etur av lívinum, roynir at oyða tað. Tað er í hesum partinum, at barytonurin hevur sína stóru solo. Í triðja partinum er íkornið Ratatoskur evnið. – Hetta er slatursatsurin. Her eru ikki so nógv skillig orð, men bara onkur nøvn á djórum og annað. Tónleikurin hevur onga ávísa kós, tí soleiðis síggi eg slaturin. Hann hevur einki skap, onga kós, er bara murr og at enda, so er ein fjøður vorðin til fimm høsn. Fjórði satsurin er so enda­brest­ urin – Ragnarok. – Hann er aggressivur, kraft­ fullur og oyðileggjandi. Tónleikurin hevur alla tíðina hug at detta niður í dýpið. Men úr tí reisist ein mildur, blíður og vakur sangur – ein endurskapan. Jørðin kemur upp og alt skapast av nýggjum. Byrji við fyrstu takt Alt hetta melur so í høvdinum á Sunleifi Rasmussen á onkran hátt, tá hann setist at arbeiða við tilfarinum. – Eg havi eina skabelón við teimum fýra satsunum, og henni ætli eg ikki at víkja frá. So er eftir hjá mær at finna út av, hvat tilfar skal nýtast, sigur hann. Hann byrjar við einum ein­ faldum hugskotið, sum so spaku­ liga mennist gjøgnum verkið. Tilfarið í øðrum satsi skal á onkran hátt minna um fyrsta sats, takast víðari í triðja satsi og so skulu allir træðrirnir samlast í fjórða satsi. – Men tá alt kemur til alt, so byrji eg við byrjanini, við takt eitt. Eg leggi eitt fræ í jørðina, og so veksir eitt træ úr tí, sigur hann. Sunleif Rasmussen setist við klaveri og so skrivar hann tónleikin fyrst. Melodiin, harmoniirnar og rúmuna. Tá tað er gjørt, fer hann so í gongd við at skrivað verkið fyri symfoniorkestur, tað sum nevnist at intrumentera. – At útseta tónleikin til sym­ foni­orkestrið, at instru­mentera, er at leggja lit á ljóðmyndina, plagi eg at siga. Eg veit ikki, hvussu mínir starvsfelagar gera, men soleiðis er mín tilgongd. Eg havi eina greiða fatan av, hvussu hetta skal ljóða, hvør klangurin skal vera, men eg fari ikki beinanvegin at hyggja at, hvat ljóðføri skal spæla hvat, sigur hann. Viskileður og skrellispann – Tað er ein kreativ, skapandi til­gongd, men tað er eisini eitt handverk, sum ein má duga. Tú mást kenna til ymisku ljóðførini, vita hvussu tey ljóða, hvat tey kunnu spæla, og hvat tey kunnu gera, greiðir hann frá. Tað er ikki altíð, at tað gongur eftir ætlan. Onkuntíð kemur tað fyri, at tað, sum hann hevur skrivað, má blakast burtur. – Tú mást tora at spyrja teg sjálvan, um tað, tú hevur gjørt er satt, um tað er rætt. Onkuntíð havi eg skrivað í eina viku, áðrenn eg skilji, at eg eri farin av leið. So má alt í skrell. Viskileður og skrellispann eru míni týdningarmestu amboð. Eg vil bara skriva tað, sum er tað allarbesta eg kann, sum mítt talent røkkur til. Tað næstbesta er ikki gott nokk fyri meg, sigur Sunleif Rasmussen. Symphony no. 2: The Earth Anew hevur fingið góð ummæli, men sjálvur sigur Sunleif Ras­ mussen, at týdningarmiklari enn hvat ummælarar halda, eru tær afturmeldingar, hann fær frá vanligum lurtarum. – At fólk hoyra og lurta eftir mínum tónleiki, at tey verða rørd og finna okkurt, sum tey ikki hava upplivað fyrr, tað er tað virðismesta fyri meg, sigur Sunleif Rasmussen. Sunleif Rasmussen: