Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 15 15 HALLUR AV RANA T á Posta fyrr í vikuni boðaði frá, at almenna partafelagið frá 1. apríl fer at hækka kostnaðin fyri útberingina av dagbløðum við millum 34 til 50 prosent, alt eftir hvussu nógvar síður bløðini eru, var tað sum ringasta marran hjá dagbløðunum gjørdist veruleiki. Eftir í fleiri ár at hava bíða eftir politiski myndugleikanum, ið seinastu tríggjar tingseturnar hevur viðgjørt trý ymisk lógar­ uppskot frá tveimum ymiskum mentamálaráðharrum um stuðul til privatar fjølmiðlar, tykist Posta nú nevniliga at svølgja allan møgu­ligan stuðul við hækkaðum gjøldum, áðrenn lógin yvirhøvur er samtykt. Tað er ein støðan, ið fleiri miðlar og politikarar hava ávarað um, harímillum Georg L. Petersen, blaðstjóri í Dimmalætting. Í samrøðu við Vágaportalin 15. apríl 2016 segði blaðstjórin í Dimmalætting, at hann ikki stuðlaði táverandi uppskotinum um útberingarstuðul, tí hann stúrdi fyri hvat Posta fór at gera. – Eg stúri fyri, at Posta so við og við fer at justera sínar prísir fyri útberingina, og so er onki vunnið, segði Georg L. Petersen við Vágaportalin. Hóast nýggja uppskotið ikki veitir nakran útberingarstuðul, so er dagsins støða meinlík tí, ið blaðstjórin á Dimmulætting ávaraði um fyri einum ári síð­an. Møguligi stuðulin frá Menta­ málaráðnum til privatar miðlarnar tykist brádliga at bøta lítið um støðuna hjá privatum fjølmiðlum, tí stuðulin endar kortini aftur hjá tí almenna. Vilja hava landsstýris­ mannin á banan Eisini Felagið Miðlafólk hevur í hoyringunum til miðlastuðulin ført fram sjónarmiðið, at stuðulin munar lítið, um hann einans endar til at rinda eykaútreiðslur, men má heldur brúkast at styrkja um tað journalistiska arbeiðið. Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum, vísir á, at felagið ikki hevur innlit í fíggjartølunum hjá Posta, og vita tí ikki um grundarlag er fyri eini príshækking, men vísir á, at tað tykist løgið, at príshækk­ ingin kemur júst nú. – Tað er merkisvert, at ein so stóra príshækking kemur júst nú, tá politiska orðaskiftið bendir greitt á, at miðlastuðulin verð­ur veruleiki, sigur Jón Brian Hvidt­ feldt. Við tí fyrivarni, at felagið ikki hevur innlit í útrokningarnar hjá Posta fyri broytta kostnaðin, so heitir felagið tískil á landsstýris­ mannin í vinnumálum at tryggja, at Posta ikki misnýtir sína støðu á marknaðinum. – Vit biðja myndugleikarnar tryggja, at Posta ikki misnýtir sína monopolstøðu móti miðlunum, ið hava fingið eitt politiskt lyfti um stuðul, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Fráboðanin hjá landsstýris­ manninum um, at hann ikki ætlar at blanda seg í málið, men heitir á miðlarnar um at kæra til Kappingaeftirlitið, heldur for­ maðurin fyri Føroysk Miðlafólk lítið um. – Tað er ov bíligt at landsstýris­ manninum at biðja fjølmiðlarnar kæra til Kappingareftirlitið. Man má kunna hava eina meining og senda nøkur signalir út til tey almennu partafeløg, ið man hevur. Tað er hóast alt lands­stýris­ maðurin, ið velur nevndini í Posta, vísir Jón Brian Hvidtfeldt á. Koma ikki aftur Formaðurin í Føroysk Miðlafólk leggur dent á, at føroyska sam­ felagið má gera sær greitt, at um bløðini detta niðurfyri, so eru útlitini ikki góð fyri, at tey nakrantíð koma aftur. – Bløðini er ein gomul siðvenja, men sum samfelag má man gera sær greitt, at tað er einki, ið bendir á, at bløðini koma aftur, um tey fyrst eru farin, sigur Jón Brian Hvidt­feldt. Jón Brian Hvidtfeldt vísir á, at í politiska orðaskiftinum er vorðið greitt, at føroyskir politik­arar ynskja eitt fjølbroytt miðlalandslag, so spurningurin er, um politiska skipanin kann góðtaka framferðarháttin hjá Posta. – Eitt fjølbroytt miðlalandslag merkir, at man hevur fleiri bløð, ið koma út fleiri ferð. So kann man spyrja, um politiski myndug­ leikin kann standa modell til ein almennan stovn, sum við spjaldrinum alment partafelag og nøkrum handilsligum sjónar­ miðum, leggur steinar oman á byrðu hjá føroysku bløðunum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. HALLUR@SOSIALURIN.FO MIÐLASTUÐULIN – Vit biðja myndugleikarnar tryggja, at Posta ikki misnýtir sína monopolstøðu móti miðlunum, ið hava fingið eitt politiskt lyfti um stuðul, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum Føroysk Miðlafólk Eitt fjølbroytt miðlalandslag merkir, at man hevur fleiri bløð, ið koma út fleiri ferð. So kann man spyrja, um politiski myndugleikin kann standa modell til ein almennan stovn, sum við spjaldrinum alment partafelag og nøkrum handilsligum sjónarmiðum, leggur steinar oman á byrðu hjá føroysku bløðunum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum Føroysk Miðlafólk MARRAN GJØRDIST VERULEIKI