hósdagur 2. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
16
Allir politiskir flokkar høvdu tørv á einum málgagni, tí varð Sosialurin stovnaður
við tí endamáli at vinna nýstovnaða Janaðarflokkinum politiska undirtøku
EIRIKUR LINDENSKOV
T
ann 24. mai í ár verða
liðin 90 á síðani, at
Sosialurin kom út
á fyrsta sinni, og er
blaðið – sum einasta føroyska
blað, komið út uttan slit síðani øll
hesi 90 árini.
90 ára dagurin fer at merkja
blaðið næstu mánaðirnar, har vit
fara at prenta ymiskt burtur úr
gomlum bløðum.
Tað var tann nýstovnaði
arbeiðaraflokkurin í Føroyum,
Føroya Javnaðarflokkur, sum
stovnaði Sosialin, sum tá æt
»Føroya Social-Demokrat«. Heit
ið varð kent úr Danmark, har
arbeiðararøslan hevði fleiri bløð,
sum bóru heitið »Social-Demo
kraten« – ofta í talu stytt til
»Socialen«.
Fyrstu 18 árini hevði blaðið
danskt ávirkaða heitið, »Føroya
Socialdemokrat«, við c og við
ongari –ur-ending. Men 7. apríl í
1945 verður navnið »føroyskað«
til »Føroya Sosial-Demokratur«.
Manna millum varð blaðið bara
kallað »Sosialurin«, og tí valdu
tey 2. apríl í 1955 at broyta navnið
tilsvarandi, og síðani hevur blaðið
itið »Sosialurin«.
Tá blaðið flutti í nýggju blað
húsini á Argjum í 1982 varð
roynt at gera blaðið meira til
eitt tíðindablað heldur enn eitt
politiskt blað. Tá fekk navnið for
skoytið »Tíðindablaðið Sosialurin«.
Men í oktober í 2000 varð farið
aftur til navnið »Sosialurin«.
Talið av bløðum í Føroyum fylgdi
talinum av politiskum flokkum.
Áðrenn Javnaðarflokkurin varð
stovnaður vóru bara tveir flokkar
á tingi, Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin. Teir høvdu
hvør sítt blað, Dimmalætting og
Tingakross, sum virkaðu sum
teirra málgøgn.
Tey, ið stovnaðu Javnaðar
flokkin ætlaðu sær so avgjørt at
vinna sær nóg mikið av atkvøðum
á valinum í 1928 soleiðis, at flokk
urin kundi koma á ting. Tí var tað
eitt krav, at flokkurin hevði sítt
egna blað, sítt egna málgagn. Tí
varð Sosialurin settur á stovn.
Næstu flokkarnir, sum vinna
sær sæti á tingi, Fólkaflokkurin
(Vinnuflokkurin) í 1936 og Tjóð
veldi í 1950 hava eisini stovnað
síni egnu bløð til tess at fáa
boðaskapin út kring landið, ávika
vist Dagblaðið, sum kom á fyrsta
sinni í 1935, og 14. September, sum
kom á fyrsta sinni í 1947.
Bløðini eru øll hesi árini
politiskt heft at sínum flokki, og
tað sæst aftur í skrivingini. Tað er
ikki fyrr enn útvarpið kemur í 1957,
at føroyingar fáa tíðindi, sum eru
óheft av politiskum áhugamálum.
Gamaní hava verið onnur bløð
eisini, sum ikki hava havt til
knýti til politisku flokkarnar.
Men floksbløðini vóru bulurin í
føroyska fjølmiðlaheiminum –
áðrenn Útvarpið kom.
Politisku flokkarnir sótu
framvegis á bløðunum heilt
fram til aldarskiftið. Dimma
lætting var tó ikki ogn hjá Sam
bandsflokkinum.
Men
eig
ararnir stuðulaðu fult og fast
Sambandsflokkinum, og Dimma
lætting var líka trúgv ímóti sínum
flokki, sum floksbløðini vóru
ímóti teirra flokkum.
Longu í sjeytárunum royndi
Sosialurin at flyta seg til at vera
eitt tíðindablað. Politiska tilknýtið
var tó eyðsýnt. Men sum tíðin
leið, gjørdist floksbandið strævið
– bæði fyri Javnaðarflokkin
sum eigara og fyri óheftni hjá
blaðnum. Dimmalætting loysti
seg eisini spakuliga frá Sambands
flokkinum, men Dagblaðið og 14.
September fóru bæði á húsagang,
eins og Tingakrossur.
Í 2006 seldi Javnaðarflokkurin
blaðið til nýstovnaða P/F Miðla
felagið, sum leiðsla og starvsfólk
á Sosialinum høvdu stovnað til
endamálið.
P/F Miðlafelagið eigur allan
partapeningin í Sosialinum.
Einasta endamál hjá Miðlafelag
num er at eiga Sosialin, og tað
hevur ikki onnur handilslig
áhugamál.
Sosialurin 90 ár:
Komin út í 90 ár
uttan steðg
Fyrsta eintakið av Sosialinum kom út 24. mai í 1927
FØÐINGARDAGUR