hósdagur 2. mars 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
17
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í
hesari greinarøð leita vit aftur
til gomul bløð og finna fram
ymiskt áhugavert tilfar
Heimsins
fyrsta
ráðfrúa
skrivaði
fyrstu
tíðar
greinina
Heimsins fyrsti
kvinnuligi
stjórnarlimur
skrivar tíðargrein
í fystu útgávuni
av Sosialinum
Í fyrstu útgávu av Sosial
inum er ein tíðargrein um
Karl Marx. Høvundur er
Nina Bang, sum var ráðfrúa í
undirvísingarmálum í stjórn
ini hjá Thorvald Stauning
frá 1924-26. Hon er fyrsti
kvinnuligi stjórnarlimur í
heiminum, sum hevur sitið
í eini demokratiskari stjórn.
Ninga Bang varð fødd
1866 í Keypmannahvn. Hon
doyði í 1928.
Hon var politikari, ráðfrúa
í undirvísingarmálum fyri
Javnaðarflokkin, søgu
frøðingur, sosialistur og
marxistur.
Nina Bang var fødd í
einum konservativum um
hvørvi. Foreldrini vóru
»stabshornblæser, krigsråd
Heinrich August David
Ellinger« og Charlotte
Ida Friedericke Preuss.
Nina Bang giftist í 1895
við Gustav Bang, sum var
politikari og sat í leiðsluni í
Javnaðarflokkinum til hann
doyði í 1915. Hon var systir
konservativa politikaran H.
O. G. Ellinger, men tey vóru
á ongan hátt samd politiskt.
Nina Bang fekk áhuga
fyri politikki og fór at
skriva í Social-Demokraten.
í 1913-1918 umboðaði hon
Javnaðarflokkin í býráðnum
í Keypmannahavn.
Nina Bang verður um
rødd í bókini »Det 20. år
hundrede – De 100 mest
betydningsulde personer i
Danmark«.
Fingu gamla prentmaskinu úr Danmark
Tá
fyrstu
javnaðarfeløgini
vórðu stovnað í Føroyum í 1925,
Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag og
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag,
fór tey at tosa um at stovna eitt
floksblað.
Frammanundan vóru bert
tvey bløð, Dimmalætting og
Tingakrossur, sum bæði høvdu
egnar pertsmiðjur.
Tá var ikki vanligt, at fleiri
politisk bløð høvdu somu
prentsmiðju, og hugsaðu javnaðar
menn sum so, at um teir skuldu
fáa teirra politisku sjónarmið út
til fólki, so noyddust tey at útvega
sær eina prenstmiðju og fara undir
blaðútgávu.
Undangongumenn í hesum
vóru Mourentius Viðstein og Petur
M. Dam, sum saman við øðrum
fóru undir fyrireikingarna til hetta
tiltak.
Við stuðuli frá danska Social
demokratiska flokkinum fingu
teir í lag, at tann gamla pressan á
Frederikshavns Socialdemokrat,
varð sett upp í Losjuni í Havn, har
flokkurin hevði leigað sær innivist.
Anton Nicelsen, blaðstjóri á
Frederikshavns Soialdemokrat,
kom á vári í 1927 til Føroyar og við
sær hevði han ein montør, sum
setti pressuna upp, Blaðstjórin
legði fyrstu bløðini til rættis saman
við Mourentius Viðstein, ið fekk
starvið sum blaðstjóri á nýggja
floksblaðnum, Føroya Social-
Demokrat. Fyrst eintakið kom 24.
mai í 1927.
Við prentsmiðjuni fingu tveir
mans arbeiði í fyrstuni. Tað vóru
Bethuel Z. Jensen, prentari og
Carl Karbech Mouritsen, prentara
lærlingur.
Prentaður ymsastaðni
– men mest á egnari
prentsmiðju
Fyrsta prentsmiðjan hjá Sosialinum var í Losjuni á Tinghúsvegnum í Havn.
Sosialurin og Nema eiga í dag einastu blaðprentsmiðju í landinum
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrstu eintøkini av Sosialinum
vórðu prentað í Losjuni í Havn. Tá
blaðið varð stovnað í 1927, keypti
blaðið eina gamla prentmaskinu
frá
Frederikshavn
Social-
Demokrat.
Bethuel Jensen, sum var
prentari á Sosialinum, keypti
prentmaskinuna og bygdi sær
prentsmiðu í J. Brocksgøtu í 1931,
og næstu árini varð Sosialurin
prentaður á prenstmiðju hansara.
Í 1943 verður Sosialurin
prentaður á prentsmiðjuni hjá
Arnold Øster, sum prentar blaðið
fram til 1954.
Tá byrjar eitt nýtt tíðarskeið
hjá Sosialinum. Tá hevur Poul
Karbech Mouritsen, vanliga nevnd
ur Karbech, keypt prentsmiðjuna
á Heygsbreyt, sum fyrr hevði
prentað Tingakross og Dagblaðið.
Í 1964 keypir Javnaðarflokkurin
prentsmiðjuna frá Karbech, og
har verður blaðið prentað fram til
1977, tá blaðið keypir eini sethús í
Sjúrðargøtu 9. Tá verður farið frá
blýggjprenti til off-set prent.
Dimmalætting hevði tá eina
rotatiónspressu, og avtalað varð
við Dimmalætting um at prenta
Sosialin.
Royndirnar at broyta Sosialin
til eitt tíðindablað í sjeytiárunum
settu eisini krøv um, at blaðið
kom út fleiri enn tvær ferðir um
vikuna. Roynt varð at fáa avtalu
við Dimmalætting um at prenta
Sosialin tríggjar ferðir um vikuna.
Men tað bar ikki til, vóru boðini
frá Dimmalætting –ið sum einasta
blað kom út tríggjar ferðir um
vikuna.
Á Sosialinum var hetta fatað
sum kappingaravlaðing, og tí var
farið undir fyrireikingarnar at
keypa Sosialinum eina rotatións
prentsmiðju.
Tosað varð við bankarnar,
men har var eingin vilji. Hetta
var ein ómøgulig uppgáva, sum
bankarnir ikki vildu fíggja. Tí varð
farið uttanlands eftir fígging, og 6.
mars í 1982 kom fyrsti Sosialur út
av nýggju prentsmiðjuni í nýggju
blaðhúsunum á Argjum.
Sosialurin kom nú út tríggjar
ferðir um vikuna, og næstu árini
vaks sølan av bløðum.
Í 1990 varð gjørt av at geva
Sosialin út fimm ferðir um vikuna.
Í áttatiárunum vóru tríggjar
rotatiónspressur í Føroyum.
Umfram
Dimmalætting
og
Sosialin, so hevði Dagblaðið eisini
sína egnu rotatiónspressu og
harafturat hevði 14. September ein
gamla arkprentmaskinu.
Helst var tað politiska aggið,
sum gjørdi, at bløðini ikki
kundu semjast um eina felags
prentsmiðju, tí ein einsamøll
rotatiónspressa kundi sum einki
prenta alt, sum prentast kundi av
bløðum í Føroyum.
Men í 2000 samdust Sosialurin
og Dimmalætting um at leggja
prentsmiðjurnar saman í eitt felag,
P/F Prentmiðstøðina. Maskinurnar
hjá Sosialinum vórðu fluttar niðan
á prentsmiðjuna hjá Dimmalætting
– sum hevði høli, ið vóru bygd til
endamálið.
Samstarvið millum Sosialin og
Dimmalætting um prentsmiðjuna
gekk væl. Men tá Dimmalætting
kom í fíggjarligt óføri í 2010,
yvirtók P/F Nema partapeningin
í Dimmalætting, og síðani hevur
ognarparturin hjá Dimmalætting
í Prentmiðstøðini ligið hjá P/F
Nema.
Í dag eiga Nema og Sosialurin
Prentmiðstøðina – sum er einasta
rotatiónsprenstmiðja í landinum.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt.
Her var Sosialurin prentaður
frá 1954 til 1977.
Jarlevur Hilduberg prentari á
Sosialinum frá 1982-1998
Modernaða prentsmiðjan hjá Prentmiðstøðini