hósdagur 2. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
18
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
N
ólsoyingar hava nógv
serlig nólsoyarorð. Orð
sum ikki, mær vitandi,
eru aðrastaðni í land
inum, men eru sprottin úr gerand
isliga bygdarlívinum.
‘Gníst’ er eitt. ‘Gníst’ er nólsoy
arorðið fyri ‘hitt hvíta isolerandi,
sum frystur fiskur ofta er pakkað
ur í’. Ella, tá ið fløskur fyrr komu
til Nólsoyar við Rituni – hetta var í
tíðini, tá ið man enn mátti bíleggja
– vóru tær pakkaðar niður í flam
ingokassar. Av øllum rullinum um
borð, gníggjaðu kassarnir seg upp
at hvør øðrum og ‘gnístu’. Tí eitur
hetta gníst í Nólsoy.
Men, tíbetur, er tað ikki serliga
ofta, at eg havi tað orðið fyri
neyðini (flamingo er ógvuliga
dálkandi, og verður tíbetur ikki
brúkt serliga nógv longur), so tað
orðið er ikki vorðið partur av míni
vanligu talu – enn.
Men eitt annað nólsoyar-orð er,
ið eg nú havi trupult at klára meg
uttan: Lubb. Eg veit ikki heilt um
hetta er serligt nólsoyarorð, ella
um tað bara er hin eina familjan,
ið brúkar orðið – í øllum førum er
ósemja um týdningin av orðinum,
hóast nógv brúkt.
At hava lubb er at hava dilerium
– at vera ovfarakát, at vera sinn
isrørd, at vera frá sær sjálvari…. og
tað eri eg ofta. Serliga verður orðið
brúkt til at lýsa tað støðuna, fólk
fara í, tá ið tey vera 100% bergtikin
av onkrum og brúka alla tíð og
orku uppá hetta eina tingið – eitt
sindur sum at hava eina dillu.
Beint nú havi eg pastalubb.
Í seinastu viku prentaði eg upp
skrift upp á heimagjørda pasta –
eg gleðist so nógv yvir endiliga
at hava funnið fram til eina lætta
uppskrift, sum kann gerast í eini
handavend.
Nú geri eg pasta í langar banar,
og tit kunnu vænta tykkum pasta
í nakrar vikur afturat her á mat
síðunum. Fyrr ella seinni fer
lubbið aftur (summi siga at lubb
er kallkynsorð, men eg haldi tað
vera hvørkikyn – hetta má eg fara
at kanna – umframt upprunan til
orðið), men áðrenn lubbið hvørvur,
fari eg at njóta rúgvur av pasta –
eru tit við?
Í HON-blaðnum sum varð borðið
í øll hús mikudagin, hevði eg seks
ymisk hugskot til, hvussu vit
kunnu gera toskaflak í ovninum
á øðrvísi mátar – Cannelloni við
toski var eitt av hugskotunum.
Onkur spurdi eftir eini beinleiðis
uppskrift (í HON blaðnum var bara
prenta tilfarslistin og ‘hugskotið’),
so hon kemur her.
Cannelloni við toski,
smáttuosti og spinati
Uppskriftin kann broytast út í æs
ir. Eigur tú ikki smáttuost, brúka
so súrróma ella ricotta. Eigur tú
ikki spinat, brúka so grønkál. Vilt
tú hava tað minni feitt, brúka so
tomatsós, heldur enn róma, sum
vætu í fatinum.
Hesaferð gjørdi eg mínar cannel
loni við heimagjørdum pasta, men
tað ber væl til at keypa ein pakka
av feskum lassagnuplátum í staðin
– liðnar turkaðar cannellonirullur
rigga eisini væl.
Til cannelloni við toski og spinat
skalt tú brúka (til tvey svong fólk):
1 portión av pastadeiggi
ella
1 pakka av feskum lassagnuplátum
ella
1 pakka av liðnum cannelloni
200 gr av toski
100 gr av spinati
2 hvítleyksfet
2 rokaðar matskeiðir av smáttuosti
1 nips av salti
1 mozzerellaost
1,5 dl av róma
Set ovnin á 200 hitastig. Hakka
toskin í bitar – bitarnir mugu vera
á stødd við vanligar terningar. Flys
og hakka hvítleyk. Blanda tosk,
hvítleyk, spinat, súrróma og salt
í einum bolla. Fyll lasagnuplát
urnar/cannellonirullurnar við
fylluni, og legg rullurnar í eitt fat.
Stoyt róma útyvir (tað ber eisini til
at búka bechemelsós ella tomatsós,
um tú vilt hava tað minni feitt).
Bara á leið 1/3 av rullunum skal
stinga upp undan rómanum. Petta
mozzarellaostin út yvir. Baka í
ovninum í 20 minuttir. Borðreið
við salati.
Mær dámar eisini væl at nýta
ristaðar hasselnøtir/mandlur
í hunangi til hesar rullurnar –
ein lítil strípa av hesum omaná
rullurnar ger undurverk.
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Døgurði
eftir
30 min.
Um serlig orð og um at hava ‘lubb’
CANNELLONI
SMÁTTUOSTI