hósdagur 2. mars 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
19
Pasta - til
1 svangan
føroying
ella 2
italienarar
Møguliga hevur tú
hug at royna at gera
heimagjørdar lasagnu
plátur til tínar cannelloni?
Í seinastu viku skrivaði
eg um, hvussu eg gjørdi
heimagjørda pasta.
Hendan uppskriftin
verður endurprentað her.
At gera pasta heima er
nógv skjótari enn eg hevði
ímyndað mær – og nógv
lættari.
Kunsturin er at rulla
pastadeiggið nóg tunt –
hevur tú eina pastamask
inu, so er hetta eingin
trupulleiki. Rullar tú við
hond, so skalt tú bara
syrgja fyri, at deiggið ikki
er ov fast. Er deiggið leyst
og mjúkt (koyr eina eyka
skeið av vatni í), so er lætt
at rulla tað pappírstunt.
4 eggjablommur
1 tsk av olivenolju
100 gram av hveitimjøli
Hugsa um at keypa gott
mjøl, tað ger mun! Mær
dámar væl hveitimjølið
frá Änglemark.
1-3 msk av vatni
Rør eggjablommur, olju og
mjøl saman – um deiggið er
ov fast, kanst tú koyra eitt
sindur av vatni í (hetta er
serliga týdningarmikið,
um tú rullar deiggið við
køkurullu). Alt eftir
hvussu nógv væta er í
mjølinum (og rúminum),
mást tú koyra meira
ella minni av vatni í. Elt
deiggið í uml. 5 minuttir,
tá eigur tað at vera
mjúkt og elastiskt. Við
pastamaskinu ella við
køkurullu rullar tú deiggið
út – deiggið skal vera
pappírstunt, og ljós skal
síggjast ígjøgnum tað.
Koyr nógv mjøl á borðið,
um tú rullar við hond – so
kleprar tað ikki. Sker í
fýrakantar – á leið 8 x 12
cm. Nú er klárt at brúka
lassagnupláturnar at rulla
tínar egnu cannelloni.
VIÐ TOSKI
& SPINATI
Sí
HON-blaðið
eftir fleiri
hugskotum
um øðrvísi
toskafat –
HON-blaðið
varð borið í
øll hús í
Føroyum
mikudagin