hósdagur 2. mars 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
20
POLITIKKUR
HALLUR AV RANA
T
íðin er um at ganga
undan hjá Høgna Hoy
dal, landsstýrismanni
í fiskivinnumálum, í
royndini at fáa semju í lag við
flokkarnar á tingi um eina nýggja
lóg fyri vinnuligan fiskiskap.
Øll veiðiloyvir fara úr gildi 1.
januar 2018, og gevur tað lands
stýrismanninum í fiskivinnu
málum og restina av politisku
skipanini einans 304 dagar at gera
eina semju.
Roynt hevur verið at fing
ið eina breiða semju við Sam
bandsflokkin, men tá landsstýr
ismaður fyrr í vikuni boðaði frá,
at samráðingarnar við andstøðu
flokkin ikki bóru á mál, gjørdist
vegurin til eina semju munandi
smalri.
Landsstýrismaðurin tykist nú
at noyðast at seta sítt álit á minst
møguliga meirilutan á 17 tingmenn
at samtykkja eina av týdningar
mestu nýskipanunum í nýggjari
tíð.
Hvat nú um?
Tað er nærum óhugsandi, at tað ikki
fer eydnast landsstýrismanninum
at fáa okkurt slag av semju við sam
gonguna ella aðrar flokkar um eina
nýggja skipan, tó at hann møguliga
má slaka í nøkrum krøvum. Men
um nú so er, at eingin semja fæst, so
kann tað fáa ógvusligar avleiðingar
fyri vinnuna.
Tað gjørdist greitt í orðaskifti í
løgtinginum í síðstu viku, tá Jac
ob Vestergaard, tingmaður fyri
Fólkaflokkin, setti Høgna Hoydal
ein munnligan fyrispurning um
hvussu §7 c skal skiljast.
Sambært §7 c í lógini um vinnu
ligan fiskiskap kann landsstýr
ismaðurin velja at endurnýggja
veiðiloyvini.
§ 7 c. Hóast ásetingarnar í § 7 b
kann veiðiloyvi verða endurnýggj
að, um loyvishavari framhaldandi
lýkur treytirnar sambært hesi lóg
og treytum, ið settar eru í veiði
loyvið og fiskiloyvið. Landsstýris
maðurin kann áseta nærri reglur
um mannagongd og fyrisiting í
sambandi við endurnýggjan av
veiðiloyvi.
Í fyrispurninginum vildi ting
maðurin hava landsstýrismannin
at upplýsa, um tað var satt, at hann
ikki ætlar at leingja um fiskiloyvini
hjá loyvishavarum, um tað ikki
eydnast at fáa eina semju í lag.
Einki loyvi
Í svarinum vísti Høgni Hoydal á,
at í upprunauppskotinum til fiski
vinnuskipanina varð staðfest, at
loyvini skuldu endurnýggjast av
sær sjálvum, men at løgtingið í
evstu løtu hevði broytt orðingina
til, at loyvini kundu endurnýggjast,
og at landsstýrismaðurin síðan
skal áseta reglar um tað.
Júst tað, at løgtingið harvið gav
landsstýrismanninum møguleika
til sjálvur at taka støðu til, um loyv
ini skulu leingjast, tulkar lands
stýrismaðurin sum, at hann hevur
rættin ikki at gera tað.
– Støðan er altso tann, at verður
eingin lóg samtykt, so verður einki
veiðiloyvi útskrivað av mær, var
greiða svarið frá Høgna Hoydal, ið
legði aftrat.
– Tí eg haldi tað vildi vera púra
skeivt, at bara við at draga tíðina út,
so heldur man at skipanin koyrir
víðari. Vit skulu hava eina nýggja
lóggávu. Vit skulu samtykkja eina
nýggja lóg, ið ásetur hesar reglur
nar. Verður tað ikki verður gjørt,
so verða, sum bæði eg og løgmaður
hava sagt, ikki nøkur veiðiloyvir
eftir 1. januar 2018.
Ósamdur við tulkingini
Harvið hótti landsstýrismaðurin
flokkarnar í løgtingi við, at um
semja ikki fæst um eina nýggja
fiskivinnuskipan, so verður úrslitið
tað, at fiskiflotin verður lagdur 1.
januar 2018.
Jacob Vestergaard fanst at tulk
ingini hjá Høgna Hoydal, og vildi
vera við, at §7 c er til fyri at verja
fiskivinnuna móti eini støðu, har
politiska skipanin ikki megnaði at
semjast um eina nýggja fiskivinnu
skipan.
– Tað er tí at §7 c í lógini um
vinnuligan fiskiskap stendur har.
Annars hevði slett eingin grund til
yvirhøvur at hava §7 c í lógini. Hon
er nevniliga gjørd til, at hevur man
ikki tikið seg saman at gera eina
nýggja lóggávu, so heldur vinnan
fram við fimm ára rullandi loyvum,
segði tingmaðurin, ið helt lítið um
nýggju tulkingina, ið hann ikki
kendi frá sínari tíð sum landsstýr
ismaður.
– Soleiðis hevur tulkingin verið,
men nú hevur landsstýrismaðurin,
og øllum at døma løgmaður eisini,
eina nýggja tulking, sum passar
teimum. Tað verður brúkt til, at alt
steðgar upp á nýggjárinum, segði
Jacob Vestergaard.
Neyvan kemur málið nakrantíð
so langt, at tað verður neyðugt hjá
umsitingini at taka støðu til hvør
tulking av lógini er røtt, men talan
er um greið boð frá landsstýris
manninum.
Við síni tulking av lógini, og
avgerðini ikki at leingja um veiði
loyvini, ger hann nevniliga greitt,
at hann heldur vil leggja høvuðs
vinnuna lamna, enn at verða tikin
til gísla av nøkrum flokki ella ting
limi, ið ynskja at drála málið ella
koma við órímiligum krøvum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum arbeiðir
av øllum alvi at finna eina
semju um eina nýskipan av
fiskivinnuni. Um tað ikki
eydnast næstu mánaðirnar, so
kann tað enda við, at fiskiflotin
verður lagdur 1. januar 2018.
TÍ HEVUR NÝSKIPANIN
SKUND
Støðan er altso tann, at verður eingin lóg samtykt,
so verður einki veiðiloyvi útskrivað av mær
Vit skulu hava
eina nýggja
lóggávu. Vit
skulu samtykkja
eina nýggja
lóg, ið ásetur
hesar reglurnar.
Verður tað ikki
gjørt, so verða,
sum bæði eg og
løgmaður hava
sagt, ikki nøkur
veiðiloyvi eftir 1.
januar 2018.
Høgni Hoydal