hósdagur 2. mars 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
21
Tíðargrein
Ólavur Ellefsen
formaður,
Javnstøðunevndin
Eginkvotur til foreldrini
L
jóðar ørt, ha? Men tó ikki
so fjart frá veruleikanum
kortini. Tí soleiðis virkar
okkara lóg um barsils
skipan í praksis.
Á pappírinum tykist hon at
verja tørvin hjá barninum á báðum
foreldrunum. Men í veruleikanum
heldur hon rimmarfast um gomlu
leiklutirnar hjá kynunum og dømir
mammu inni og babba úti. Lógin
um Barsilsskipan er snøgt sagt
ótíðarhóskandi, hon ger mismun
á kynunum, og børnini eru fyri
vanbýti.
Mammurnar fáa alt
Í dag eru 4 vikur av barnsburðarfar
loyvinum markaðar til pápan,
meðan 14 vikur eru markaðar til
mammuna. 4 vikur til annað kynið
og 14 til hitt.
Haraftrat hava foreldrini til
samans 26 vikur, sum tey kunnu
býta millum sín, sum teimum
lystir. Men í praksis er hendan
felagskvotan ein mammukvota,
tí so at siga ongir menn fáa
burtur av henni, vísa hagtøl hjá
Barsilsskipanini. Tær fáu ferðirnar,
menn brúka av felagskvotuni, er tá
mamman er lesandi og tískil ikki
sjálv fær brúkt vikurnar.
Í 2016 var parturin hjá monnum
av samlaða barnsburðarfarloyv
inum bara 7%. Hetta merkir sam
stundis, at kvinnurnar taka 93% av
farloyvinum.
Veruleikin í dag er 4 vikur til
pápan og 40 vikur til mammuna.
Ein spurningur um vilja
Soleiðis eiga tølini ikki at síggja
út, um vit veruliga vilja javnstøðu
og tryggja børnum rætt til bæði
foreldrini. Hetta snýr seg um vilja.
Nøkur av grannalondunum
hava víst í verki, hvat tað er at vilja
javnstøðu. Í Íslandi taka páparnir
29% av barnsburðarfarloyvinum,
í Svøríki 25% og í Noregi 21%.
Felags fyri londini er, at tey hava
tryggjað pápunum ein ávísan part
av barnsburðarfarloyvinum.
Ísland er fremst við 13 vikum
til pápan, 13 til mammuna og 13
vikum sum felagskvotu. Landið
liggur í dag á odda í altjóða javn
støðuhagtølum. World Eco
nomic Forum hevur í fleiri ár
sett Ísland fremst í árligu javn
støðufrágreiðingini, World Gender
Gap Report. M.a. hevur Ísland
minkað um lønarmunin millum
kynini.
Júmen, vit blanda
okkum longu
Uppáhaldini at tað er politiskt
inntriv í frælsið hjá familjunum
at seta í verk pápakvotur, halda
ikki. Barsilsskipanin er jú eitt
politiskt inntriv. Við at stova eina
barsilsskipan hava politikararnir
blandað seg upp í familjulívið. Við
at geva mammunum eina kvotu
upp á 14 vikur hava politikararnir
blandað seg upp í familjulívið – og
hava samstundis sagt, at tað fyrst
og fremst er kvinnan, sum eigur at
taka sær av børnunum.
Vilja okkara politikarar veruliga
javnstøðu og tryggja barninum
bæði foreldrini, eiga teir at brúka
tey politisku amboðini, sum skulu
til fyri at røkka málinum.
Frægast hevði verið, um hvørt
foreldrið hevði fingið eins nógvar
vikur sjálvt at ráða yvir. Sum
foreldur eigur tú sjálvur ella sjálv
at ráða fyri, um og nær tú vil brúka
vikurnar – uttan at vera bangin fyri
at »stjala« vikur frá makanum.
Um vit samstundis tryggja
mammum rætt og umstøður at
geva mjólk á arbeiðsplássinum eftir
norskari fyrimynd, kann barnið
fáa bróstamjólk fyrstu 26 vikurnar,
sum heimsheilsustovnurin WHO
mælir til.
Hámarkið upp á 25.000 kr
um mánaðin fyri endurgjald frá
Barsilsskipanini eigur eisini at
vera endurskoðað. Loftið ger, at
serliga menninir halda seg aftur
at taka barnsburðarfarloyvi, tí
teir tjena sum oftast væl meira enn
kvinnurnar.
Meira konservativ í dag
Professarin í búskaparfrøði, Nina
Smith, sigur í frágreiðingini “Det
kønsopdelte arbejdsmarked”, at í
Danmark hevur vælferðarstaturin
verið við til at skumpa kvinnurnar
til hús aftur.
Barnsburðarfarloyvið er longt,
men tað eru serliga kvinnurnar,
sum taka farloyvið. Hetta gevur
teimum ungu ta fatan, at mamma
eigur at vera heima, meðan babba
arbeiðir úti. Eftir hennara tykki eru
tey ungu í dag meira konservativ
viðvíkjandi kynsleiklutum enn fyri
30-40 árum síðan.
Loysnin er at tryggja kynunum
eins langt barnsburðarfarloyvi.
Hon vísir eisini á metingina hjá
danska búskaparráðnum frá 2010,
sum vísti, at bruttotjóðarúrtøkan
hevði verið 11% hægri, um kvinn
ur vóru líka virknar á arbeiðs
marknaðinum sum menn. Í Før
oyum svarar hetta til umleið 1,8
milliard krónur um árið ella ein
Skálafjarðartunnil hvørt ár.
Vinn-vinn
Býta vit barnsburðarfarloyvið
javnt millum kynini, fara øll at
vinna. Bæði barnið, pápin og
mamman.
Barnið og pápin kunnu fáa tætt
samband beinanvegin frá føðing.
Við tað at pápin nú eisini gerst
primerur umsorganarpersónur hjá
barninum, kann hann ikki setast
til viks sum foreldur, um hann og
mamman fara hvør til sítt. Í dag
eru tað sum oftast mammurnar,
sum fáa foreldrarættin, mest tí
mamman hevur verið mest um
barnið.
Arbeiðsgevarar fara í størri
mun at eggjast til at seta kvinnur
í starv, tí nú eru tær ikki ótryggari
arbeiðsmegi enn menninir.
Javnt barnsburðarfarloyvi
skapar eisini størri virðing millum
mammuna og pápan fyri, hvat
ið krevst fyri at fáa eitt heim at
virka við børnum og praktiskum
skyldum. Júst virðing og forstáilsi
er gott grundarlag undir einum
parlagi.
Og allartýdningarmest: Barnið
fær lógartryggjaðan rætt til bæði
síni foreldur frá byrjan.
Broytið lógina
So vælsignaðu løgtingsfólk: Broyt
ið barsilsskipanina og flytið hana
fram til 2017. Gevið pápunum somu
rættindi sum mammunum. Og
børnunum atgongd til bæði babba
og mammu.
Latið foreldrini fáa eginkvotur.
Og ikki fyrigykla tykkum, at ein
felagskvota skapar javnstøðu. Tað
ger hon bara á pappírinum.
Tíðargrein
Ímynda tær eina lóg, sum ásetur, at børn bara sleppa at síggja pápa
sín 7% av tíðini. Restin skal tað vera saman við mammuni