Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 22 Tíðargrein Bjarni Djurholm fyrrv. landsstýris- og løgtingsmaður – íkast til nýggja fiskivinnuskipan Revolutión ella evolutión...? V iðgerðin av fiski­vinnu­ re­forminum er sjónliga far­in av sporinum. Spurn­ing­ur­in er, sum so oft­ani – alt ella einki. Tí líkist pol­it­iska viðgerðin í landsstýrinum ein­um ástøðiligum politiskum roynd­ar­túri við høvuðsvinnuni.   Uppboðssølan er knúturin. Skip­an, sum eingin sakligur ser­ kunn­leiki mælir til – uttan onkr­ir politiskt befongdir funda­mental­ istar, sum síggja upp­boðs­søluna sum byrjanin til sam­fe­lags­bú­skap­ ar­liga kollvelting. At tað almenna selur nýggjar kvot­ur kann vera gongd leið – treyt­að av, at loyvini eru galdandi langt áramál. Eisini má tað vera ein sjálvfylgja, at verandi aktørar hava rætt at halda fram við sínum virk­semi. Politiska mantraið um nýggjar akt­ørar eru fuglar á tekjuni. Fíggj­ ar­ligi veruleikin er ein annar. Fyri at reka fiskivinnuna krevst nógvur kapi­talur við váðafúsari fígging, um­framt at raksturin er treytaður av fólki við dyggum kunnleika til vinn­una. Ætlaða uppboðssølan fer óivað at hava við sær størri miðsavnan í vinn­uni, har vit lættliga enda í ein­ um keyparamonopoli, sum verður tvørt­urímóti teimum stavnhaldum flestu hava fyri vinnuna. Verður politiska ætlanin hjá landsstýrinum veruleiki, eru vit ávegis poltitiskari út­lut­ing­ar­skip­ an, har úrslitið kann gerast ein avmarkandi mobilitetur í vinn­ uni – eitt fámannaveldi, átt av út­lendskum íleggjarum umvegis strá­manna­virksemi og so sum frá­ líð­ur verður eitt skrædl fyri sam­ fe­lag­ið. Ynskja vit kollvelting ella úr­ reiv­ing (evolutión)? Fyri undirritaða er úrreivingin sjálv­sagda leiðin, og tí eigur boð­ skap­urin at vera (lýstur niðanfyri):   Nýggjur fiskivinnupolitikkur – har vinnan sjálv leggur síni viðurskifti til rættis... Fiskivinnan og virking - saman við ali­vinnuni, er okkara høvuðsvinna. Vinn­urnar báðar eru okkara einasti vøru­útflutningur. Týðandi vinnur í land­inum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna. Fyri at skapa samfelagnum økt­ar inn­tøkur, verður fiski­vinnu­ poli­tikk­urin dagførdur og skipanir gerast á økinum, sum geva vinnuni góð­ar og støðugar karmar, og sum eru avgerandi fyri úrtøkuna. Verandi karmar eru ov av­mark­ að­ir og ótryggir umframt, at vinn­ an í ov stóran mun verður stýrd pol­it­iskt. Dagføringin av fiski­vinnu­poli­ tikk­inum og skipanunum á øk­in­ um skal fremjast í samstarvi mill­ um tað almenna og vinnuna, eins og gjørt varð fyri alivinnuna við sera góðum úrsliti.  Ásannandi henda veruleika, verð­ur skotin upp dagførdur fiski­ vinnu­politikkur: Hugsjónin Hugsjónin fyri føroysku fiski­vinn­ una er, at hon er búskaparliga, um­ h­vørvisliga og lívfrøðiliga burð­ar­ dygg og skapar mest møguliga virð­is­øking og menning í Føroyum.   Málsetningur Málið er at gera lóggávuna, reglu­ verk­ið og eftirlitið í samsvari við hug­sjón­ina fyri føroysku fiski­vinn­ una.  Lóggávan skal vera einføld, veita vinnuni tryggar karmar og skip­að soleiðis, at arbeiðsmegi og kapi­ tal­ur flyta yvir í mest produktivu part­arnar av høvuðsvinnuni. Tað er avgerandi neyðugt fyri fiski­vinnuna, at hon fær tryggar karm­ar at virka undir. Annars er vandi fyri, at íløguhugurin innan før­oysku fiskivinnuna heilt dettur burt­ur. Karmarnir Karmarnir fyri nýggju fiski­vinnu­ skip­anina skulu vera smidligir og støð­ug­ir og fevna um: - Fiskiloyvir (fiskidagar/kvotur) verða latin sum prosentpartur av MLV fyri einstøku fiskasløgini. - Fiskiloyvir verða sum út­gangs­ støði latin grundað á søguligu rætt­indi. - Nýggj rættindi og fiskiloyvir, ið eru latin landinum aftur, verða seld um keypsskála. - Loyvt skal vera at selja og keypa/umbýta verandi fiski­ loyv­ir. Allur handil (t.e. keyp/ søla) av fiskiloyvum skal fara um keypsskála.1 Umbýti av fiski­ loyv­um kann fara fram millum mill­um reiðarí, soleiðis sum í ver­ andi skipan. - Fiskiloyvini eru galdandi fyri 12 ár í senn og kunnu end­ur­nýggj­ ast. - Ávís øki og fiskirættindi verða latin útróðrarbátum, frí­tíð­ar­ fiski­skapi/ferðavinnu.  - Fiskiloyvini skulu ikki savnast á ov fá­um hond­um og skulu øll, sum hava fiski­loyvi um hendi, vera heima­hoyr­andi í Føroyum. - Allur veiddur fiskur – og sum frá­ líð­ur eisini garnar og av­skurð­ur v.m. – av fiskidøgum/kvotum verð­ur landaður í Føroyum, og skal ein ávísur partur bjóðast út um uppboðssølu. - Í samband við fiskiloyvi skal loyv­is­havarin rinda til­feing­is­ gjald, ásett úr tilfeingisrentuni, sum verður goldið yvir 12 ár sam­ bært settum treytum, tá loyvi verð­ur útskrivað.2 - Dentur verður lagdur á mat­ vøru­gransking og –menning um­ framt at menna sølu og markn­ að­ar­føring.   MLV Grundað á havrannsóknir og gransk­ing ger Havstovan á hvørj­ um ári uppskot til MLV fyri ein­ støku fiskastovnarnar.  Somuleiðis ger Havstovan í sam­starvi við vinnuna um­sit­ing­ar­ ætlanir fyri einstøku fiskasløgini.  Skipað verður ráð fyri Hav­ stov­una, mannað av vinnuni á sjónum og Havstovuni. Lands­ stýr­is­maðurin setir formannin fyri ráð­ið. Ráðið skal árliga gera tilmæli um áseting av MLV.   Fiskiloyvir Fiskiloyvir verða latin sum ein pro­sentpartur av ásetta MLV fyri hvørt fiskaslagið, og gevur hvørt fiskiloyvi rætt at fiska eitt ávíst tonsatal hvørt ár. Fyri at av­ marka/forða fyri útblaking, verða regl­ur gjørdar um, at alt skal før­ ast til lands og hvussu virð­ið av óheimilaðari veiðu verð­ur býtt. Út­blaking skal vera strang­liga bann­að og brot á hesa reglu við­ før­ir miss av fiskiloyvi/fiski­døg­um. Fyri útróður og fiskiskap av botn­fiski á landleiðini verða fiski­ loyv­ir latin sum eitt ávíst dagatal/ tonsa­tal fyri hvørt ár. Fiskidagaskipanin elvir ikki til út­blak­ing. Hinvegin eru vansar við henni so sum, at tað er trupult áseta samlaða veiðu­trýstið, at illa ber til at stýra veiði­trýst­ inum á einstøku fiska­sløg­ unum, at handil/umbýti við fiskidøgum ikki hóskar saman við handil/ um­býting av kvotum, og tí eigur at verða umhugsað at fara til kvotaskipan, tó ikki fyri út­ róðr­arflotan. Verður kvotaskipan vald og fyri at tryggja samsvar millum veiðu og kvotur og sleppast kann undan út­blaking, verða m.a. hesi átøkini gjørd: At ein avmarkaður partur av kvot­ uni fyri eitt fiskaslag kann flyt­ ast til annað fiskaslag. At avmarkaður partur av av veið­ uni kann landast uttan um kvota­skipanina og seljast á upp­ boðs­sølu, har peningurin fer til gransk­ing. Fyri ávís fiskasløg kann ávíst % av veið­uni flytast til árið eftir og drag­ast frá kvotuni í tí árinum. Fiskur undir ávísa stødd kann verða taldur við minni ella hálv­ ari vekt. Søgulig rættindi Verandi aktørar halda fram grund­ að á søguligu rættindi seinastu 15 árini. Hesir fáa útskrivað nýggj loyvir galdandi í 12 ár. Fiskirættindi, sum koma aft­ur­ at í pelagisku vinnuni og í sam­ráði við triðjalond, verða seld í keyps­ skál­anum.