Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 23 1) Hetta krevur eina ”prekvalifikatión” av teimum sum hava loyvi at keypa á einum keypsskála. Sambært verandi skipan skal allur handil við loyvum góðkennast av fiskimálaráðnum (sum kannar eftir, um keyparin uppfyllur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap). 2) Tað er av stórum týdningi, at keyparin veit, tá hann keypir, hvussu tilfeingisrentan verður roknað.   Keypsskáli Fyri at fremja gjøgnumskygni fer handil við fiskiloyvum um keyps­ skála. Hetta er galdandi bæði fyri nýggj rættindi frá landinum og fiski­loyvir, ið eru latin landinum aft­ur, og handil við galdandi fiski­ loyv­um. Søla umvegis keypsskálan, har land­ið er formelli umsitarin av skip­anini: -- Parturin av fiskiloyvunum sum er omanfyri søguligu rættindini.  -- Nýggj fiskirættindi. -- Fiskiloyvi hjá teimum sum gev­ ast ella ynskja at selja part av ella øll síni fiskirættindi. Endamálið við at selja fiski­rætt­ind­ ini um keypsskála er: -- Gjøgnumskygni fyri handil við fiski­rætt­indum. -- Øðrvísi marknaðargrundað út­ lut­an og handil við fiski­rætt­ ind­um ístaðin fyri umsetiligar kvot­ur. -- Landið umsitur keyp og sølu av fiski­rætt­indum.  Áramál fyri fiskiloyvir Fyri at skapa neyðugan tryggleika hjá vinnuni at gera íløgur í skip og at leggja framleiðslu, sølu og markn­að­arføring tilrættis, skulu fiski­loyvini galda fyri 12 ár í senn og skulu kunna leingjast.    Útróðrarbátar, frítíðarfiskiskapur/ ferðavinna Fyri at varðveita ein fjølbroyttan flota og fyri at gera reglur og møgu­leikar fyri útróðrarbátar, frí­tíð­ar- og ferðavinnu fiskiskapi, verð­ur skotið upp at lata ávís øki og fiskirættindi til hendan partin av veiðiflotanum.   Kapping og útlendskur kapitalur Fyri at forða ov stórari miðsavnan og fyri at elva til spjaðing av virk­ sem­inum kring landið, verður ásett, at ongin einstakur ella eitt einstakt felag beinleiðis ella óbeinleiðis kann hava um hendi meira enn 30% av MLV fyri hvørt einstakt  fiskaslag. Lands­stýr­is­ mað­urin kann veita undantøk.  Tá avmarkingar í prosentpart­ in­um av MLV verða settar, eigur hetta verða gjørt við fyrilit fyri, at fiskivinnan kann verða skipað í størri og smærri eindir. Í uppisjóvarvinnuni kunnu eind­irnar vera størri, meðan t.d. í botn­fiskaveiðuni við Føroyar kunnu eindirnar hava ymsar stødd­ir. Útlendskur ognarskapur kann ong­antíð fara uppum 1/3 soleiðis sum verandi skipan ásetur.3 Landing í Føroyum Meginreglan er, at allur fiskur verð­ur landaður í Føroyum, sum er veiddur úr fiskidøgum/kvotum. Lands­stýrismaðurin fær heimild til at geva undantak frá hesu reglu, um hon sjónliga hevur óhepnar av­ leið­ingar. Ávísur partur av veiðuni skal selj­ast um uppboðssølu. Sum frálíður skulu eisini garnar og av­skurður v.m. skal førast til lands og vera grundarlag fyri víðari virð­is­øking.    Tilfeingisrenta og gjald Fyri at rokna tilfeingisrentuna út verð­ur støði tikið í seinast kendu rokns­kapunum fyri viðkomandi veiði­bólk, og mett verður síðan um veiðinøgd, fiskaprís og høv­uðs­út­ reiðslu­postarnar fyri komandi ár, og á henda hátt roknað út, hvat tilfeingisgjaldið skal vera. Til­feing­isgjaldið skal gjaldast leyp­andi sum eitt kilogjald fyri eink­ulta fiskaslagið ella sum ein pro­sentpartur av søluvirðinum. Tá gjald­ið verður ásett verður fyrilit tik­ið til m.a. sveiggj í vinnuni og onn­ur viðkomandi atlit. Skipanin er at líkna við sam­tíð­ ar­skatt. Gjaldið kann regulerast gjøgn­um árið, um fortreytirnar broyt­ast avgerandi, og uppgjørt verð­ur, tá árið er liðugt. Fyri at fáa roknskapartølini frá veið­uni so neyv og álítandi sum til­ ber, skal virksemið skipast í smá­ parta- ella partafelagið og bert fevna um veiðu og framleiðslu.  Verða fiskiloyvir seld perma­ nent, skal vinningurin av hesum skattast sum vanlig inntøka. Sjómannafrádrátturin skal vera kapp­ingarførur við skipanirnar í granna­londunum.   Gransking, menning, søla og marknaðarføring Gransking og menning innan veiðu og matvøruframleiðslu eru av­gerandi fyri kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni og fyri at skapa mest møguligan virð­is­ vøkstur.  Neyðugt er at stuðla søluarbeiði og marknaðarføring, har tað al­ menna og vinnan samskipa átøk, og landið annars gongur undan tá ræður um at gera altjóða hand­ils­ av­talur.