hósdagur 2. mars 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
24
POLITIKKUR
Framvegis gongur politiska skipanin í fleiri bólkum, tá ið tað snýr seg
um at gera eina nýskipan fyri fiskivinnuna at galda frá 1. januar
ÓSEMJA UM AT BÝ
STEÐGAÐI FISKIV
ÁRNI GREGERSEN
P
olitiska skpanin sum
heild kann hartast fyri,
at hon ikki av álvara
fyrr enn í fjør fór undir
foraarbeiðið til nýggja lóg um
vinnuligan fiskiskap.
Loyvini og rættindini, sum
hava verið galdandi síðani lógin
um vinnuligan fiskiskap fekk
gildi í níti-árunum, var søgd upp
í 2007 at fara úr gildi á midnátt 31.
desember í ár.
Poliskt vóru flokkarnir samdir
um at gera hesa uppsøgnina, men
ongin av flokkunum hevði tá – ella
árini sum komu aftaná – gjørt sær
eina greiða mynd av, hvussu tey
ætlaðu at skipa fiskivinnuna, tá ið
gamla lógin fór úr gildi.
Tá ið núsitandi samgonga kom
til var beinanvegin avrátt, at seta
eina nevnd at gera fyrireikingar
arbeiðið til eina lógarbroyting.
Eisini ein rættuliga greið
ábending um, at flokkarnir heldur
ikki tá, fyri einum góðum ári síð
ani, vistu hvat teir ætlaðu.
Sitandi samgonga fór til val uppá,
at tey virðini í havtilfeinginum, sum
verða nevnd “fólksins ogn”, skulu
býtast øðrvísi enn higartil.
Samgongan var eisini í sam
gonguskjalinum samd um, at
onnur enn tey, sum í dag hava
rættindi at troyta “fólksins ogn”
eiga at sleppa framat.
Nýggjar og stórar kvotur
Samgongan hevur tí arbeitt
nógv við einari skipan, sum
kann tryggja at onnur enn tey,
sum higartil hava havt rættindi
at fiska, eisini skulu fáa tann
møguleikan.
Umboðini fyri núsitandi
samgongu hava gjøgnum árini
funnist hvassliga at tí, sum tey
hava nevnt politiska útluting av
fiskirættindum.
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum, Høgni Hoydal
hevur lagt serliga stóran dent á
júst hendan spurningin og tí var
tað ein stórur partur av uppgávuni
hjá nýskipanarbólkinum at mæla
til eina aðra skipan.
Júst hesin spurningurin er
eisini gáttin millum Sambands
flokkin og samgonguna, nú hesir
partar seinastu vikurnar, royndu
at koma til eina felags semju um
fiskivinnuna.
Sambandsflokkurin
vildi
ganga við til, at ein partur av
rættindunum verður sledur yvir
eina almenna uppboðssølu, men
samgongan vildi hava at at so at
siga alt fór tann vegin.
Sjálvt um samráðingar hava
verið um nógv annað, so hevur
hetta við marknaðaratgongd til
rættindini alla tíðina ligið sum
eitt skýggj yvir samráðingunum.
Hvør skal hvat
Sambansflokkurin er tann av
andstøðuflokkunum, sum eftir
eina umhugsunartíð fór í beinleiðis
samráðing við samgonguna um
nýskipan.
Hetta var kortini ikki gjørt fyrr
enn Sambandsflokkurin sjálvur
hevði lagt sínar ætlanir alment
fram.
Gjøgnum nakrar vikur sam
ráddust partarnir, men sum nevnt
omanfyri, so var tað alla tíðina
skýggjið við marknaðaratgongd
til rættindini, sum hekk uppiyvir
samráðingunum.
Júst nú er alt
endað við, at
samgongan fer
at leggja sítt
egna uppskot
fram. Tað er
ikki tað, sum
samgongan
higartil er samd
við Sambands
flokkin um, men
eitt uppskot hjá
samgonguni
sjálvari
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, treytaði sær hjálp at sleppa
at leggja uppskot fram, sjálvt um tíðarfreistin er farin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, bar tinginum
eitt uppskot áðrenn tíðarfreistin fór
Høgni Hoydal, landsstýrismaður,
sigur, at samgongan tekur undir
við einum uppskoti, sum hann fer
at almannakunngera mánadagin.