Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 25 ÝTA VIRÐINI VINNUNÝSKIPAN Sambandsflokkurin segði, tá ið flokkurin legði sínar ætlanir fram, at hann kundi ganga við til at nýtt tilfeingi ella tilfeingi, sum ikki verður brúkt, verður selt yvir eina uppboðssølu. Tað vísti seg tó rættuliga skjótt, at hetta als ikki var nóg mikið til at samgongan kundi ganga við til tað. Serliga Tjóðveldi og Framsókn hildu fast um, at ein nógv størri partur – um ikki alt – eigur at verða selt, so øll hava møguleikan at bjóða uppá rættindini. Í fiskivinnuni verður tosað um søgulig rættindi. Hetta verður nevnt í sambandi við, at summi hava fiskað og rikið fiskivinnu í mong Harrans ár og tí hava ein framíhjárætt. Meðan samráðingarnar fóru fram, var eisini tosað um søguligi rættindi til stóru nøgdirnar av makreli, sum føroyingar hava havt atgongd til hesi seinnu árini. Spurningurin um hetta kemur undir søgulig rættindi var eisini ein partur av stríðnum, tá ið sam­ ráðingarnar endaðu fyrr í vikuni. Sambandsflokkurin segði nei Í politisku skipanin verður sjálv­ andi nógv sagt, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at tryggja politiskum flokkum og politikarnum eitt gott støði at standa á mótvegis veljarunum og teimum fólklabólkum tey um­ boða. Vanliga verður hetta kallða at spinna og soleiðis er eisini í hesum føri, nú samráðinganar slitnaðu. Bæði Sambandsflokkurin og samgongan halda fast og siga fyri almenninginum, hvat tey hava hildið fast um í samráðingunum. Av tí, at slíkar samráðingar fara fram fyri afturlatnum hurðum, so ber illa til at eftirkanna um tingini altíð eru, sum samráðingarfólkini siga aftaná. Júst nú er alt endað við, at sam­g­ongan fer at leggja sítt egna uppskot fram. Tað er ikki tað, sum samgongan higartil er samd við Sambandsflokkin um, men eitt uppskot hjá samgonguni sjálvari. Eitt uppskot, sum løgmaður og landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum siga, at øll sam­ gongan tekur undir við. So fyri at koma aftur til byrj­ anina. Politikkur og býti av virðum gera, at ongin semja er um nýggja fiskivinnuskipan. Tvey onnur uppskot um nýskipan Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava uppskot um nýskipan av fiskivinnuni Eftir at samráðingarnar slitnaðu millum Sambandsflokkin og samgonguna er politiska støðan broytt og útlitini fyri hvussu fiskivinnan verður skipað eftir 31.desember eisini. Samgongan kemur við egn­ um uppskoti, sum øll sam­ gongan, sambært løgmanni og landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, er samd um. Tað vil siga, at hetta uppskot eftirvanliga viðgerð verður samtykt við minst 17 atkvøðum í Løgtinginum. Sambandsflokkurin treytaði sær undir samráðingunum við samgonguna, at bar ikki á mál, so skrivar samgongan undir, so Sambandsflokkur sleppur at leggja sítt egna uppskot fyri tingið, hóast framløgufreitin er farin. Tað vil siga, at tingið skal taka støðu til hesi bæði uppskotini. Men Fólkaflokkurin, sum rættuliga tíðliga fór úr sam­ ráðingunum við samgonguna, hevur eisini gjørt eitt uppskot, sum flokkurin eisini lat Løg­ tingsins umsiting áðrenn tíðarfreistin var úti. Hetta er eitt uppskot, sum ger ymiskar tillaðingar í skipanini, men har er eisini ymiskt sum heilt tekur frástøðu frá tí, sum samgongan vil. Millum annað verður upp­ boðssøla als iki nevnd og flokk­urin heldur fast við tað, sum formaður floksins segði á Torradøgum í Klaksvík, tá ið hann var spurdur um, hvussu nógv hann helt skal um eina almenna uppboðssølu: – Ikki ein stertur, svaraði Jørgen Niclasen. Fólkaflokkurin heldur eisini fast um fiskidagaskipanina, heldur enn um kvotur. Men hóast tvey uppskot verða løgd fram umframt upp­ skotið hjá samgonguni, so bend­ ir alt á, at tað verður sam­gongu­ uppskotið, sum kemur í gildi 1. januar. Mánadagin verður uppskotið almannakunngjørt. Sitandi samgonga fór til val uppá, at tey virðini í hav­ tilfeing­inum, sum verða nevnd »fólksins ogn«, skulu býtast øðrvísi enn higar­til