hósdagur 2. mars 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
26
HERI SIMONSEN
M
iðlahúsið
hevur
fingið pólsku Kingu
Eysturland, sum býr
í Klaksvík at seta
orð á hvat er hent síðani fremsti
krimirithøvundurin í Póllandi,
Remigiusz Mróz bleiv avdúkaður,
sum »Ove Løgmansbø« og ann
ars hvussu Kinga hevur upplivað
krimiskaldskapin, sum er skrivað
ur um Føroyar av einum annars
dugnaligum rithøvundi, sum legði
frá landi sum »Ove Løgmansbø«,
uttan at hava nakra grundleggjandi
vitan um Føroyar.
Skelkur og vónbrot
Kinga Eysturland skrivar: – Avdúk
ingin fyri stuttum av »Ova Løg
mansbø« hevur skelkað fólk bæði
í Póllandi og í Føroyum.
– Talan er í veruleikanum um
tann best seljandi rithøvundin í
Póllandi, 30 ára gamla Remigiusz
Mróz, sum er avdúkaður sum mað
urin aftanfyri skaldanavnið »Ove
Løgmansbø«. Fyri pólskar lesarar
er talan um ein skelk og eitt vón
brot, serliga fyri pólskar føroya
vinir.
– Vónbrotið hevði ikki verið so
stórt, um tað ikki var talan um ein
annars framúrskarandi rithøvund.
Remigiusz Mróz er so stórur í Pól
landi, at hann í veruleikanum er
eitt brand.
– Hansara annars harða arbeiðið
og nærlagnið hava gjørt tað møgu
ligt hjá honum at skriva ikki færri
enn 20 bøkur tvey tey seinastu ár
ini.
At gerast víðagitin
var ikki nóg mikið
Víðari skrivar Kinga Eysturland: –
Nógv av verkunum hjá Remigiusz
Mróz eru skaldsøgur, sum snúgva
seg um lógarbrot og brotsgerðir,
sum fara fram í Póllandi. Men at
gerast víðagitin, og at vinna nógv
an pening var ikki nóg mikið fyri
Remigiusz Mróz.
– Í síni verjurøðu fyri skaldskap
inum undir skaldanavninum, Ove
Løgmansbø sigur Remigiusz Mróz,
at hetta var ein háttur at testa sín
dugnaskap, og hann vildi tryggja
sær, at bøkurnar undir navninum
»Ove Løgmansbø« kundu selja væl,
hóast Remigiusz Mróz ikki brúkti
sítt egna navn.
– Remigiusz Mróz tók ein stóran
vága við at skriva undir einum dul
nevni.
Óheppið val av eftirnavni
Serliga valið av eftirnavninum var
óheppið, heldur Kinga Eysturland:
– Hansara fákunnleiki og óvitan
fekk hann at velja eitt eftirnavn,
sum hevur eina drúgva og stolta
søgu. Eitt eftirnavn, sum hoyrir til
eina familju í Føroyum, familjuni
á Løgmansbø.
– Remigiusz Mróz segði við pól
lendingar og føroyingar, sum hann
møtti í Føroyum síðst í februar,
at hann ikki tilætlað hevði skriv
að nakað ilt um Føroyar og føro
yingar.
– Remigiusz Mróz segði seg
heldur ikki vita, at eftirnøvn hava
so stóran týdning í Føroyum. Hann
segði seg verða vanan við, at øll eft
irnøvn í Póllandi eru so vanlig, at
eingin gáar um tað. Kinga staðfest
ir, at eftirnøvn kunnu eisini verða
sjáldsom í Póllandi:
– Tað búgva 38 miljónir fólk í
Póllandi, so givið er, at úrvalið av
eftirnøvnum er sera stórt. Tað eru
nøkur eftirnøvn, sum bara hoyra
til ávísar pólskar familjur, sum eru
av aristokratiskum uppruna, so
sum Radziwill, Zamoyski, Drucki-
Lubecki ella Czartoryski.
– Eg eri vís í, at um Remigiusz
Mróz hevði valt sær eitt pólskt
dulnevnið til at geva út bøkur, so
hevði hann ikki valt nakað av eft
irnøvnunum, sum eg havi nevnt,
tí tað hevði verið hildið at verða
óhóskandi.
Skuldi lært av
William Heinesen
Viðvíkjandi sjálvari søgugongdini
í bókunum »Enklawa« og »Veiðan«,
sum er tær báðar fyrstu bøkurnar
hjá Ova Løgmansbø, skrivar Kinga
Eysturland:
– Viðvíkjandi søgugongdini, so
er tað ógjørligt hjá føroyingum
at meta um hvussu skeivar frá
sagnirnar eru, tí bøkurnar finnast
bara á pólskum. Sjálv havi eg lisið
bøkurnar »Enklawa« og »Veiðan«,
so eg meti meg verða føra fyri at
meta um innihaldið í hesum báð
um bókunum. Eg havi havt eitt
rættiliga lívligt samskiftið við
Remigiusz Mróz um fiksjón og
ikki-fiksjón.
– Uppfatanirnar hjá okkum eru
ymiskar, um hvørt tey føroysku
fólkini í skaldsøgunum eru jaliga
lýst ella ikki. Remigiusz Mróz vardi
sjálvandi sín rætt til at skriva fik
sjón. Men Remigiusz Mróz skilir
ikki, at fiksjón riggar ikki á sama
hátt í einum lítlum landi, sum er
so fólkafátækt sum Føroyar.
– Øðrvísi er við stórum londum í
heiminum, sum t.d. Russlandi, USA
og Kina. Líkamikið hvat tú sigur
um hesi londini, so er tað sannleik
in. Lat okkum siga, at tað eru nógv
rík fólk í Russlandi, tað passar.
–Lat okkum siga, at tað eru nógv
fátæk fólk í Russlandi, tað passar.
Um vit koma við pástandinum, at
Kina er ógvuliga væl ment tøkni
liga, so er tað líka satt, um vit siga,
at Kina stendur seg illa tøkniliga.
– Slíkir pástandir eru torførir
fyri ikki at siga ómøguligir at føra
fram um eitt so lítið land sum Før
oyar. Alt í Føroyum er nær, og er
við hondina, og tí er tað, at allar
bendingar av sannleikanum um
Føroyar eru kontroversielar, og
slíkt verður ikki væl móttikið í
Føroyum. William Heinesen skilti
hetta, tá hann skrivaði skaldsøg
una »Nóatún«.
– Nóatún er ein lítil fiktiv bygd,
sum stríðist við mál, sum øll smá og
innistongd samfeløg stríðast við.
William Heinesen visti, at nógvar
bygdir í Føroyum kundu verið »Nóa
tún«, men samstundis visti William
Heinesen, at um hann nágreiniliga
hevði skrivað um t.d. Viðareiði ella
Skopun, so hevði hann ikki fingið
somu undirtøku fyri bókini.
Trupuleikin eru feilirnir
Kinga Eysturland staðfestir, at
trupulleikarnir við bókunum,
sum Remigiusz Mróz skrivar undir
skaldanavninum Ove Løgmansbø
er ikki um tær eru fiksjón ella ikki
fiksjón:
– Størsti trupuleikin hjá mær
er, at føroyingarnir í bókunum
handla, hugsa og tosa ikki, sum
føroyingar vanliga gera. Tær góðu
bøkurnar Remigiusz Mróz hevur
skrivað undir egnum navni eru
góðar, tí persónarnir eru so veru
leikakendir.
– Remigiusz Mróz er útbúgvin
sakførari. Sum lesari fái eg eina
kenslu av, at Remigiusz Mróz kenn
ir hetta umhvørvið væl, og tí eru
pólsku søgurnar hjá honum, og
persónarnir í bókunum so trúligir.
– Tá tað kemur til bøkurnar
hann hevur skrivað, sum Ove Løg
mansbø, so er tað týðiligt, at høv
undurin ikki kennir tann føroyska
veruleikan, og hann fær føroying
arnar í skaldsøgunum at føra seg
fram sum póllendingar. 15. mars
verður triðja skaldsøgan hjá Ova
Løgmansbø, sum eitur »Ferjan« giv
in út í Póllandi. Hesaferð vita pólski
lesararnir hvør Ove Løgmansbø er.
–Tá tey nú vita, at hann ikki er
hálvur føroyingur, sum hann hev
ur ført fram áður, so fara tey utt
an iva at verða eitt sindur meira
atfinningarsom ímóti bæði skald
søguni og rithøvundanum, skrivar
Kinga Eysturland úr Montevideo í
Uruguay.
Fyri pólskar føroyavinir var avdúkingin av »Ova Løgmansbø« eitt vónbrot. Remigiusz
Mróz hevur skrivað fleiri meistaraverk undir egnum navni, men er langt undir
vanligt støði, tá hann skrivar undir skaldanavninum »Ove Løgmansbø«
Upplivingin hjá einum
pólskum lesara av
»Ova Løgmansbø”
SAMRØÐA
Í Póllandi verður Remigiusz Mróz samanborin við John Grisham
Sambært Kingu Eysturland føra føroyingarnir í bókunum
hjá Ova Løgmansbø seg fram sum póllendingar