Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 28 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen L eygardagin 18. februar var seinasti dagur, sum Skálabúðin í Dr. Jac­ob­ sensgøtu í Havn var opin. Skálabúðin hevur staðið til sølu eina tíð, og nú gjørdist sølan veru­ leiki. Hetta hendi samstundis sum van­liga útsøla var, og hon kom so at merkja, at henda útsølan gjørdist tann seinasta. Skálabúðin var nú elsti klædna­ hand­il í Havn. Hon hevur verið til í meira enn 70 ár. Henda grein er tískil hugarensl um Skálabúðina, sum annars hev­ ur verið nærmasti granni hjá míni ætt í fýra ættarlið øll hesi árini. Birgar Johannesen nevnir ann­ ars í bókini Havnin – fólk og yrki yvir 20 klædnahandlar í Havn í tíðarskeiðinum 1940-1969. Av teim­um eru vist bara tveir eftir, og Skálabúðin var tann elsti av hes­um handlum. Forsøgan til Skálabúðina Henda søga byrjar við, at mið­ skeið­is í 19. øld flyta tveir brøður av Skála til Havnar. Annar var Niels, sum fekk eftirnavnið Skaa­ le. Hin var tann tvey ár eldri Nico­ lai Niclassen. Teir mugu hava dug­ að væl at leggja jørð undir seg. Niels átti tað, sum vit í dag kalla Skála­trøð, meðan Nicolai átti jørðina heilt frá Konradsbrekku, í dag Gr. Kambansgøta, og niðan á Dala­vegin. Ein sonur Nicolaj varð Conrad Nico­lai­sen. Hann var kendur sum post­før­ari og er ættarfaðir til fleiri kend­ar ættir í Havn. Conrad bygdi hús úti í Bø uttan fyri bøgarðin í Konradsbrekku. Í hes­um økinum komu nógv ætt­ar­ fólk at­ búsetast. Henda bú­seting vís­ir, at trøðin hevur verið stór. Tí­skil hava brøðurnir av Skála átt ein stóran part av tí, sum er mið­ bý­ur í Havn. Conrad giftist við Siggu úr Kald­bak. Tey fingu fýra børn Tom, Nico­lai, Agnas (á Dul) og Mariu, kend sum “baptisturin”, sum av hesi orsøk misti starvið sum lær­ ari. Hon fekk kortini seinni priv­ at­skúla. Niklái Nicolai, vanliga nevndur Nik­lái ella Kái, var serliga kendur sum fergu­maður saman við beiggja sín­um Tom. Petur Háberg hev­ur greitt frá teimum í síni bók Hug­ birt­ingar. Niklái var tjóðskaparsinnaður, so hann fekk sær í 1907 eftirnavnið Skála, meðan Tom, sum eisini var tjóð­skap­ar­sinnaður, helt fram við eft­ir­navn­inum Nicolaisen. Hans­ ara syn­ir fingu sær eftirnavnið Skaale. Niklái giftist við Amaliu, sum var úr Hesti. Tey fingu seks børn. Tey vóru Óla Kristian (1910-1987), Sjúrð­ur, Arngrim, Nannu, sum gjørd­ist 101 ára gomul, Ásu, sum doyði ung, og Tóru, kallað Lítla. Lagnan vildi, at Óla Kristian kom at vaksa upp í Hesti hjá omm­ uni, Katrinu Joensen í Kova, og eini mostir. Skaðadagin í Hesti í 1919, tá ið tveir bátar gingu burtur og 11 menn sjólótust, misti hann mammubeiggja sín. Hetta gjørdi sítt til at Óla Kristian bleiv verandi í Hesti og ikki kom aftur til Havn­ ar fyrr enn hann var 20 ára gamal. Hann hevði tá verið nakrar túrir til skips og hevði ætl­anir um at fara at læra, men um­støð­ur­nar vóru ikki til tess. Hann fór tí at koyra last­bil fyri m.a. Post­húsið og Karl á Lag. Seinni koyrdi hann eis­ini persónbil í nøkur ár. Eisini tjóðskaparsinnaður Óla Kristian var eins og pápin tjóð­skap­ar­sinnaður og var virkin í Sjálv­stýr­is­flokk­inum allar sín­ar dag­ar. Hann var virkin í sjálv­stýr­ is­fe­lag­num í Havn. Eisini plagdi hann at vera á listanum hjá flokk­ in­um m.a. til skúlaráðið í Havn. Var hann ikki á listanum, so var hann still­ari. Søgukunnungur var hann eis­ini. Hann hevði m.a. í Rotary fyri­lest­ur um skyld­mann­in Niels Skaale og hans­ara kendu ferð til Dan­mark­ar í 1844, tá ið hann eisini hitti kong. Í 1980 varð hann biðin av Tinga­ krossi um at greiða frá søg­uni um splitið, sum kom í Sjálv­stýr­ is­flokkin í 1930, tá løgtingið varð boðið við til 1.000 ára minn­ing­ar­ hald­in­um hjá íslendska al­ting­in­ um, og stríð tók seg upp, hvørt løg­ tings­for­maðurin, Edvard Mitens, ella Jó­annes Patursson skuldu um­boða tingið. Hesum greiddi hann frá í Tinga­krossi og segði at enda, at hann saman við nógvum ungum sjálv­stýr­ismonnum var ógvuliga harm­ur um hesa hending. Hann var eisini frá 1948 til 1954 blað­stjóri á Tingakrossi. Húsini bygd í 1936 Óla Kristian læt húsini byggja í 1936. Teir, ið bygdu, vóru Andor Eirikstoft, beiggi hansara Svend og Anthon Kragesteen. Tey vórðu leigað út inntil Jo­ hanna, vanliga nevnd Hanna, og Óla Kristian giftust 15. juli 1939 og fluttu inn. Fritleif Johannesen, pápi Birg­ ar, hevði bilverkstað í niðastu hædd, eins og Andor Eirikstoft ramm­aði myndir inn. Seinni flutti hann í høli í Sverrisgøtu Hanna og Óla Kristian fingu børn­ini Ásu, f. 1940, Torkil f. 1944 og Kára f. 1946. Byrjaði hjá Toftamanninum Handilin varð settur á stovn í 1946 undir navn­inum »Magnus Mikk­el­ sen Manu­faktur«. Tey handlaðu upp­runa­liga á Toftum og Nesi. Tað vóru Anna Elisabeth, kall­að Anne­beth, og Magnus F. Mikkel­ sen á Toftum, sum róku handilin tey fyrstu árini. Handilin hevði ikki nak­að al­ment navn, men varð manna mill­um nevndur »hjá Tofta­mann­in­um« ella Toftahand­ il­in. Annebeth, kona Magnus, og kona Óla Kristian, Hanna, vóru systr­ar. Tær vóru av Torkilsheyggi á Nesi. Serliga yngsta dóttirin, Hertha, ið seinni giftist við Páll Skýlindal, mynd­aði handilin saman við for­eldr­unum. All­ar systr­ar­nar hjálptu tó til. Tá í tíðini var ikki so nógv gjørt við at lýsa. Magnus plagdi at hava smá­ar lýsingar í bløðunum, har ein­asti tekstur var “Góðar klædna­ vørur, tlf 515”. Magnus gavst at handla fyrst í 1954. Hann takkaði fyri seg og sín­um kundum fyri vælvild og trú­festi í bløðunum 31. mars 1954. Hann var seinni við til at keypa skonn­art­ina Kongshavn, sum er kend frá bókini hjá Magnus Dam Jac­ob­sen. Her gjørdist hann reið­ ari. Óla Kristian tekur við Tá ið Magnus gavst tók Óla Kristian við. Hann fekk hand­ils­ loyvi 24. mars 1954. Saman við konuni, Hannu, og syst­ir hennara, Jenny Danielsen, gift við Debes Danielsen, róku tey saman Skálabúðina í eini fimm ár. Tá fór Jenny burtur úr. Fyrsta lýsing sum sæst frá nýggju Skálabúðini er í Føroya Nú familjufyritøkan Skálabúðin er afturlatin skal verða greitt eitt sindur frá hennara søgu og um fólkini aftanfyri hana Hanna og Óla Kristian Skála SKÁLABÚÐIN FARIN Í Henda lýsing sigur nakað um úrvalið hjá Skálabúðini í 1954