hósdagur 2. mars 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017
SOSIALURIN 27
29
Komandi partur
Komandi tríggir partarnir verða um
kanningarferðina hjá Fox í Føroyum í 1860.
Hetta er ein partur av telegrafisøguni
Social Demokrati við vørum til
páskar, 17. apríl, sum lýsir við
damufrakkar, kjólar, blusur, nið
urdeilar umframt harra- damu og
barnaundirklæðir. Eisini hosur og
sokkar til vaksin og børn.
Tey bjóðaðu “allar vanligar
manufakturvørur og plastik í ym
iskum litum er at fáa til sámuligan
prís.”
Umrødda plastik varð nógv
nýtt til dúkar.
Tann 1. november sama ár
sæst ein lýsing í Tingakrossi
við vørum til menn, kvinnur og
børn umframt hvítvørur. Hesar
hvítvørur vóru ikki tað, sum í
dag verður kallað so. Tá var tað
seingjarklæði. Tað sæst eisini her,
at upprunaliga seldi Skálabúðin
eisini mannfólkaklæði.
Eisini kundi fáast kjólatoy sum
kostaði frá 7 kr. meturin. Hetta var
tað sum kallaðist meturvøra, sum
nógv varð selt av til konur, sum
seymaðu pløggini heima. Hetta
var meira vanligt tá enn nú.
Eisini varð sagt, at “bygdaordrar
verða avgreiddir beinanvegin.”
Handilin fekk skjótt nógvar
kundar, ikki minst av bygd, har tað
vanliga ikki vóru klædnahandlar.
Tað gjørdi eisini sítt, at Skálabúðin
hevði røtur inn á Skálafjørðin. Tá
ið fólk komu til Havnar við mjólk
arbátunum at gera ørindir fóru
nógv teirra eisini inn í Skálabúðina
at keypa.
Bygdaordrar var ein stórur
partur av virkseminum, og ordrar
komu úr mongum pørtum av land
inum. Tað vóru ikki bara ordrar,
men fólk fingu eisini sendandi
vørur í úrvali. So kundu tey eis
ini passa klæðini heima við hús.
Klæðini sum tey ikki skuldu
hava vórðu send avstað aftur,
samstundis sum goldið varð fyri
vøruna, sum tey vildu keypa.
Hetta gav nógv arbeiði í Skálabúð
ini, og tað kundu vera upp til 25-
30 pakkar, sum skuldu á posthúsið
einstakar dagar.
Fólk vóru ógvuliga álítandi, og
hetta var ein skipan, sum riggaði
væl. Men so hvørt klædnahandlar
komu ymsa staðni í landinum datt
hetta burtur.
Skálabúðin bygdi ein tilbygning
omanfrá Dr. Jacobsensgøtu sein
ast í 1960-unum. Tá fekst eisini ein
serstøk kjóladeild.
Í 1979 stovnaðu Óli Kristian
saman við konuni Honnu og børn
unum Ásu og Kára partafelagið
Skálabúðin.
Mótaskálin og Skálabúðin
Tað gekk so væl við Skálabúðini, at
í 1980 fekk Skálabúðin eina deild
hinumegin vegin í kjallaranum hjá
Arngrim, beiggja Óla Kristian. Tað
var her, at upprunaliga húsini hjá
Nikláa, pápa Óla Kristian, stóðu.
Henda deild bleiv kallað Móta
skálin, og sum navnið sigur skuldi
her verða lagdur dentur á móta
klæðir. Marjun, dóttir Ásu, var
leiðari í Mótaskálanum í fimm ár.
Her vóru klæðir til allar prísir. Í
1983 varð lýst við pelsum til konu
fólk fyri knappar 2.980 . Hetta var
nógv tá í tíðini hjá einum manni
at gjalda.
Í 2010 bleiv Mótaskálin tó flutt
ur yvir um vegin og inn í Skálabúð
ina.
Marin, kona Kára, kom at vera
leiðari av Mótaskálanum eftir at
hava arbeitt í Skálabúðini í mong
ár. Og tá Mótaskálin flutti yvir
í Skálabúðina aftur, helt Marin
fram at leiða mótapartin í Skála
búðini.
Nú varð so alt savnað undir ein
um taki, og Mótaskálin fekk betri
pláss, góðar umstøður og eina
flotta framsýning í somu hølum
sum Skálabúðin við kendum
vørumerkjum sum t.d. Wearhouse,
Marc Lauge, 2-Biz, Ze-Ze og Repeat.
Handilin seldi eisini kendu
vørumerkini Brandtex, Zhenzi,
Classic, Herluf Design, Dim og
Eurofashion, umframt Triumph
náttklæðir og pyjamas í silki og
bummull til allar aldursbólkar.
Eisini seldu tey alt til føroysk
klæðir.
Til jóla høvdu Mótaskálin og
Skálabúðin eitt stórt vøruúrval
av klæðum til kvinnuna frá innast
til uttast og bjóðaðu eitt megagott
konsept til allar kvinnur.
Kreppa og mótasýning
Skálabúðin merkti eisini til krepp
una fyrst í 1990-unum. Hetta
merkti, at í 1992 varð neyðugt at
siga fólki upp. Hetta varð gjørt
við tungum huga, tí nógv teirra
høvdu verið í handlinum í 20-25 ár.
Men har var einki at gera. Sølan
var minkað nógv tey undanfarnu
fýra árini. Men vónir vóru kortini
fyri, at tey uppsøgdu kundu koma
aftur sum avloysarar.
Tað var kortini skjótt, at tíð
irnar batnaðu aftur, og tað blivu
góðar tíðir hjá klædna- og móta
handlum.
Skipað varð javnan fyri ymisk
um tiltøkum. Eitt av hesum var
seinasta leygardagur í mai 1998
í Grasagarði. Her vóru kristiligir
fundir fyrra partin, og seinna
partin høvdu klædnahandlarnir
framsýning av nýggjasta summ
armótanum.
Fyrst var framsýning av
SØGUNA
Gomul mynd av Skálabúðini. Bilurin hjá Óla Kristian stendur við hansara barndómsheim
Ása var í 1958 í Danmark á dekortatørskúla. Her
sæst úrslitið í glugganum hjá Skálabúðini
Starvsfólk í 1980: Fremsta rað, frá vinstru:
Susanna Vang Müller, Erla Borðoy, Unn Hansen,
g. Zachariassen, Marjun Østerø. Miðraðið:
Bjarni í Sjúrðargarði, Hervør Dalsgarð,
Anna Akraberg, Betty Mortensen, Dania
Guttesen, Marin Skála, Absalon Østerø, Ása
Østerø, Óla Kristian Skála. Aftasta rað:
Kári Skála, Anna Højgaard, Tórgerð
Jensen, Lea Poulsen, Kurt Hansen, Jens John
Østerø, Nina Vitalalis g. Bærentsen
Poula Holm
Petersen
framhald