Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 30 Óli Jacobsen Siðsøga barna­klæð­um. Sosialurin heldur áfram: “Tað dámdu ommum og abbum, men tey fylgdu eisini væl við, tá ið Kissa, Vogue og Skálabúðin vístu fram klæðir fyri tey meira til­komnu. Handlarnir, sum selja klæðir fyri ung, kappaðust hart um at fanga eyguni og gæturin (áhug­ an) hjá ungu áskoðarunum. Móta­ skálin, 29 og Unique høvdu allar flottar dam­ur, sum vistu, hvat tær gjørdu, tá tær spák­aðu fram við pall­inum í tí nýggj­asta og smart­ asta úr løttu summ­ar­kol­lekti­ónini hjá handl­unum”. At alt hetta var á høgum støði kundi Kallkyn prógva, tá teir kundu sýna fram ársins mannfólk í 1995, “Mister Universe”, sum kom úr Marokko! Slíkar mótaframsýningar vóru fleiri staðni, sum hjá Idémøblum, í Ítr­óttarhøllini í Havn og eisini vest­uri í Vágum. Trúgv starvsfólk Tað er sjálvandi eitt ógvuliga stórt tal av starvsfólki, sum hevur ver­ ið í Skálabúðuni øll hesi árini. Mong hava eisini verið heilt leingi. Tey vóru eisini upp til eini 20 starvsfólk, tá ið tað var uppá tað mesta. Umframt tey, sum vóru í handl­ in­um vóru eisini konur, sum seym­ aðu millum annað gardinur heima fyri Skálabúðina. Millum hesar vóru Dora Johansen, ættað úr Syðru­gøtu, og Gunnvør Jo­han­sen, ættað úr Skopun. Fleiri av abbabørnunum hjá Óla Kristian hava eisini í styttri og longri tíð arbeitt í Skálabúðini, og hetta hevur verið eitt gott spring­ bretti til víðari lestur. Óla Kristian var stjóri fram til 1987, tá ið hann doyði. Hanna doyði longu í 1980. Tá tóku Ása og Kári saman við teirra makum Jens John og Marin við leiðsluni. Ása er so at siga uppvaksin í Skálabúðuni. Sum smágenta hjálpti hon foreldrunum í handl­in­ um. Hon kom í fast starv 1956 eftir lok­ið realskúlaprógv, so hennara bein­leiðis tilknýti til Skálabúðina hev­ur verið í meira enn 60 ár. Jens John var eisini roknaður sum ein ímyndin av Skálabúðini. Hann var handverkari, hevði lært hjá Danberg & Joensen. Hann hevði eisini gingið á hand­verk­ ara­skúla í Haslev Hann gjørdi mannfólkaarbeiði sum t.d. at hanga gardinstengur og gard­inur upp úti hjá fólki, har tað eisini skuldi takast mát. Hetta var ein stórur partur av virk­sem­in­um hjá Skálabúðini. Tað kom tí sum stórur hvøkkur fyri øll, tá ið Jens John knappliga doyði tann 6. februar 1993 einans 54 ára gamal. Hetta hevur uttan iva eisini verið eitt bakkast fyri Skála­búðina. Jens John var ein merkismaður, tað sæst greitt á teimum minn­ing­ ar­orðum, sum vórðu skrivað um hann. Her skal bert endurgevast nak­að av tí, sum Torkil, beiggi Ásu, skriv­aði í bløðunum. “Jens John var sera hjálpsamur. Hevði onkur hjálp fyri neyðini, so var hann altíð til reiðar við eini hjálp­andi hond. Hon­um var so gott í beinið borið, hann dugdi nær­um alt. Støðufastur var hann sum fáur. T.d. var hann limur í Mikla­dals sókn­ar Frá­halds­felag alt sítt lív, og hann gekk við lív og sál uppí hetta felag.” Kári er eisini uppvaksin í Skála­ búðini og hevur arbeitt her meg­ in­partin av lívinum. Hann hev­ur fyrst og fremst tikið sær av bók­ hald­inum og tí praktiska arbeið­ num. Marin kom at vera í húsi hjá Ásu 15 ára gomul. Her rann sam­ an við Kára, og Marin hevur eis­ini ver­ið partur av Skálabúðini meg­ in­partin av sínum arbeiðslívi. Hon plagdi eisini at fara út til røkt­ar­ heim og stovnar, tá ið búfólkini vildu síggja klæðini á staðnum. Hon er dóttir Marsanna f. Jo­ hanne­sen, ætt­að úr Funningi, og Mart­in Kristi­an Hentze av Sandi. Kári og Ása eru fegin um, at tey hava kunnað arbeitt so nógv ár saman við foreldrunum. Beiggi teirra,Torkil, bleiv lærari og hevur í mong ár undirvíst á Eyst­ur­skúlanum. Hann er giftur við Esther Justinussen úr Leir- vík. Kurt var eisini partur av søguni Í 2008 doyði Kurt Hansen, sum í yv­ir 40 ár hevði arbeitt í Skála­búð­ ini. Í minningarorðunum hjá teim­ um í Skálabúðini stendur m.a.: Kurt var dani úr Ringsted, var út­lærdur innan harraekvipering, og ferð­að­ist hann í nøkur ár til Før­oya sum ferðaseljari við Heika­ gard­inum, sum vóru væl um­tókt­ ar. Hann kom at arbeiða í Skála­ búð­ini, tá hann í 1971 giftist í Før­ oy­um. Umframt alt tað vanliga arb­eið­ið, ið ein handil krevur, fór Kurt m.a. niður á handilsmessu at keypa vørur inn, pyntaði hand­ils­ glugg­ar, sum hann hevði lært til í síni lærutíð, og fall alt honum ógvu­liga lætt. Mest kendur er hann tó frá síni vitan innan gardinyrkið, og sum eitt viðskiftafólk tók til fyri stutt­um, at hann dugdi so væl at leið­beina viðskiftafólk. Kurt var arbeiðssamur sum fá­ur, fyrstur til arbeiðis á morgni, ong­ar sjúkradagar, uttan tá ið hann var sjúkur fyri um leið tveim­um árum síðan. Hann var virk­in til tað seinasta. Seinasti kundin Tey vóru nógv sum vitjaðu inn í Skála­búðini, nú tað eitt sindur óvænt­að var greitt, at hon fór at lata aft­ur beint nú. Her vóru bæði kundar og starvs­fólk, sum vildu siga farvæl og takka fyri tíðina. Heilsur vóru eis­ini á Facebook. Eg vitjaði á Ellisheiminum nú um dagarnar. Her vóru fleiri gaml­ ar havnarkonur, sum allar høvdu góð minnir úr Skálabúðuni, har tæn­ast­an altíð var av tí besta. Tær vóru samdar um, at saknur fór at vera í Skálabúðini. Tann allarseinasti kundin í Skála­búðini var Óli Jákup Jac­ ob­sen, sum er ættaður úr teirra nærm­astu grannahúsini. Semja er um, at grannalagið hevur verið sera gott. Óli Jákup hevur samstundis eitt fitt minni um Skálabúðina. Sum smá­drongur fór hann undan eini jól inn í Skálabúðina at keypa eina jóla­gávu til systir sína. Tað endaði við, at hann keypti ein grýtu­lappa við jólamotivi. Tey í Skála­búðini hildu hetta vera so fitt, at hann fekk ein grýtulappa aft­urat til sama prís sum fyri ein. Ein slík vælvild móti einum smá­ dreingi verður ikki gloymd. Ikki heilt farin í søguna Skálabúðin er kortini ikki farin heilt í søguna. Tann søgufróði Birg­ar Johannesen fekk tryggjað sær fyrsta kassaapparatið hjá teim­um saman við beriposa við und­ir­skriftum hjá Ásu, Kára og Mar­in til sítt býarsavn. Her er so talan um ein áhuga­ verd­an part av hand­ils­søg­uni í Havn. Hvat ið nú fer at henda við bygn­inginum er einki frætt um enn. Vit vilja ynskja teimum í Skála­ búð­ini alt tað besta framyvir Grannin Óli Jákup Jacobsen gjørdist av tilvild síðsti kundin í Skálabúðini Jens John Ása saman við Herthu Skýlindal, sum arbeiddi í “Toftahandlinum” hjá pápa sínum. Her sæst eisini tað gamla kassaapparatið. Henda myndin av starvsfólkum er tikin í ár 2000 Fremra rað: Kári Skála, Marin Skála, Elsa Maria í Beiti, Ása Østerø, Dania Guttesen. Aftara rað: Jóannes Østerø, Bjørg Osberg Hansen, Minna á Hædd, Borgarhjørt Skálagarð, Malan Davidsen, Gunnvør Andreassen g. Jacobsen.Kurt Hansen er ikki við á myndini Kurt Hansen. Aftanfyri sæst partur av gardindeildini, sum var stórur partur av virkseminum. SIÐSØGA VIÐMERKINGAR TIL SEINASTA PART – SILVA Tað er ivasamt um Silva var á kópaveiðu. Um ikki so vóru teir til fiskiskap. Tann ókendi suðringurin á manningarmyndini er Arne Olaf Johansen, vanliga kallaður Arne hjá Eriki á Eiði. framhald